mikudagur 28. oktober 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 206 - 28. oktober 2009
Fleiri hermenn til Afghanistan
Í USA hevur Barack Obama, forseti, gjørt av at senda fleiri amerikanskar
hermenn til Afghanistan. Men sambært New York Times ætlar forsetin, at
hermenninir skulu býtast sundur í tíggju eindir, sum skulu hava støð í
ávísum pørtum av landinum, har høvuðsuppgávan verður at verja sivilfólkið
ímóti álopum. New York Times skrivar, at hendan framferðin er ein týðilig
ásannan av, at NATO-herdeildirnar eru ikki førar fyri at gera av við Taliban.
USA hevur nú 68.000 hermenn í Afghanistan, men tann ovasti generalurin,
Stanley McChrystal, hevur biðið um at fáa 40.000 afturat.
Fleiri um boðið
Tað stendur ikki á at finna evni til tað komandi
forsetaembætið í Evropasamveldinum. Bretska
stjórnin hevur boðað frá, at hon vil hava
fyrrverandi forsætisráðharran Tony Blair til ES-
forseta, og í gjár segði forsætisráðharrin í
Luksenburg, Jean-Claude Juncker, at hann ætlar
at bjóða seg fram. Við franska blaðið Le Monde
segði Juncker, at verður hann spurdur, fer hann
at taka av. Juncker segði seg ikki hava nakað
ímóti Tony Blair, men vísti á, at Bretland er
hvørki i í Schengen ella evrusamstarvinum.
Bankar
mergsúgva
bæði vinn
una og
húsaeigarar
Nógvir politikarar
úr fleiri flokkum eru
sera misnøgdir við
útlánspolitikkin hjá
føroysku bankunum
Rentustøðið
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Jóannes
Eidesgaard
er
langt frá einasti politikari,
sum er misnøgdur við
útlánaspolitikkin hjá før-
oysku peningastovnunum.
Sum tað sæst í hinari
greinini her á síðuni,
heldur hann, at tað einasta
rætta var, at tað almenna
bjóðaði bankununum av.
Men
bankarnir
hava
javnan verið umrøðuevni
á Løgtingi og har hava pol-
itikarar úr fleiri flokkum
funnist hvassliga at bank-
unum fyri at taka ov høga
rentu, bæði frá vinnulívi
og frá sethúsaeigarum.
Ein av teimum er sjálvur
landsstýrismaðurin í vinnu-
málum, sum hevur stað-
fest, at vinnan bløðir út tí
bankarnir rætt og slætt
mergsúgva hana við teirri
høgu rentuni og hann
heitti á bankarnar um at
uppføra seg ”anstendugt”,
sum hann málbar seg.
Ikki ov høgt
Hinvegin hava bankarnir
aldrin viðurkent, at rentan
er óneyðuga høg.
Teir hava ferð eftir ferð
ført fram, at orsøkin til at
rentan og ómaksgjøld eru,
sum tey eru, er tann, at tað
er dýrt hjá teimum at vera
við
í
bankapakkanum,
sum tryggjar. føroyska
samfelagnum
neyðuga
fígging
til
samfelagið,
eisini við realkredittlánum,
sum útvegar føroyskum
sethúsaeigarum
lán
til
munandi bíligari rentu.
Tað er eisini dýrari at hjá
bankunum at læna pening
úr øðrum bankum og alt
tað førir til hægri rentur.
Tað einasta rætta er
at gera ein almennan
stovn, sum kundi
fíggja sethús, so at
bankarnir fingu
veruliga kapping og
ikki sluppu at seta
rentur og ómaksgjøld,
sum tað passar
teimum, staðfestir
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður í
fíggjarmálum
FíggjaRviRksemi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Bankarnir í Føroyum áttu
at verið lagdur undir trýst.
Tað heldur Jóannes Eides-
gaard, landsstýrismaður í
fíggjarmálum.
Hann heldur tí, at tað
hevði verið eitt gott hugskot
at skipa ein almennan stovn,
sum kundi tikið kappingina
upp við bankarnar um at
fíggja sethús fyri fólk.
- Bankarnir høvdu havt
gott av veruliga at merkt,
hvat tað merkir at hava
kapping á fíggingarøkin-
um.
Føroyskir bankar
friðaðir
Landsstýrismaðurin í fíggj-
armálum heldur nevniliga,
at peningastovnarnir í Før-
oyum arbeiða í eini vardari
ostaklokku, har teir hava
fullkomiliga valdið á við-
skiftafólkunum, hóast teir
als onga kapping hava
yvirhøvur.
- Peningstovnarnir í Før-
oyum eru fáir, men tey við-
skiftafólk, sum ónøgd við
tænastuna, hava onga aðra-
staðni at fara.
Og hann heldur, at hetta
høvi brúka bankarnir til at
tiltuska sær nógv hægri
rentu og ómaksgjøld, enn
rímiligt er.
Avleiðingin av tí er, at vit
í Føroyum hava væl hægri
rentu og ómaksgjøld enn
bankarnir í londunum rund-
anum okkum, taka.
Men hann skilir teir væl,
tí teir royna sjálvandi at fáa
so stóran vinning til íleggj-
ararnar sum gjørligt.
- Men tí heldur hann, at
tað hevði verið eitt gott hug-
skot, at tað almenna kom
upp í leikin og skipaði ein
stovn, sum kundi kundi giv-
ið bankunum eina veruliga
kapping um viðskiftafólk-
ini.
Hann hugsar her um, at
vit hava tveir almennar
stovnar í Føroyum, sum
kunnu brúkast til enda-
málið.
- Vit hava Húsalánsgrunn-
in, sum kann brúkast til
endamálið og vit hava Real-
in, har viðtøkurnar kunnu
broytast, so at hann eisini
kann veita realkredittlán til
íbúðarfígging.
Ein bóltur á
politiska himmalin
Jóannes Eidesgaard stað-
festir kortini eisini, at hetta
skal ikki uppfatast sum ann-
að og meiri enn eitt hugskot
og ein bóltur, hann tveitir
upp í politiska himmalin til
umhugsunnar.
Hetta er sostatt hvørki
nakað, sum samgongan hev-
ur á radaranum, ella sum
stendur serliga frammaliga
á hansara egnu arbeiðsskrá.
Hann hevur heldur ikki
umrøtt málið við aðrar
flokkar.
- Eg vænti ikki, at vit
høvdu fingið meiriluta fyri
einum slíkum hugskoti í
hesi samgonguni, men hvat
kann koma upp á tal í eini
aðrari samanseting, veit
hann ikki.
Men eg haldi, at tað kundi
verið eitt hugskot, at tað
almenna kom upp í leikin
og gav bankunum ein skarp-
an gang á útlánsøkinum við
at geva viðskiftafólki góð
tilboð um sethúsafígging.
Men nú er støðan tann, at
tað almenna átti bankarnir,
men teir skuldu partú ein-
skiljast. Hví so ikki bara
varðveita
bankarnar
á
almennum hondum?
- Ja, tað hevur verið polit-
iska rákið, at bankarnir
skuldu einskiljast, tí tað
almenna skuldi ikki fáast
við bankavirksemið. Trupul-
leikin er bara tann, at før-
oysku fíggjarstovnarnir eru
so avbyrgdir, at teir hava
onga kapping og tí kunnu
teir seta rentur og ómaks-
gjøld, akkurát sum tað
hóvar teimum.
- Tað einasta rætta er at føroysku peningastovnarnir verða lagdir undir trýst fyri at tvinga teir at lækka rentur og ómaksgjøld, sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður
Føroyskir bankar skulu
leggjast undir hart trýst