mikudagur 28. oktober 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8 BILAR • LÝSINGABLAÐ FRÁ SOSIALINUM • OKTOBER 2009
Við Chevrolet Cruze
hava General Motors
gjørt ein sonevndan
heimsbil, ið skal seljast
kring um í heiminum,
sum ein luksusbilur til
vanliga fólkið
Chevrolet Cruze er ein heilt
nýggjur bilur, ið er bygdur yvir
ein nýggjan Opel plattform.
Talan er um ein bil, sum veruliga
sær út av nøkrum. Designið er
smart og í evropeiskum stíli bæði
uttan og innan. Eisini kvaliteturin
er á sera høgum støði. Talan er
um ein rúm ligan sedan við
góðum plássi til fimm persónar
og teirra viðføri í
viðførisrúminum, sum er upp á
450 litrar.
Cruze fæst í útgávunum LS og
LT, sum er tann best útgjørdi og
hevur faktiskt alt bæði hvat
útgerð og trygd viðvíkur.
Bíligasti Cruze er 1,6i LS, sum
kostar 209.000 krónur, meðan
ein 1,8 LT við allari útgerð
kostar 235.000 krón ur, tá hevur
hann t.d. leðurkabinu,
automatiskt klimaanlegg, bakki
sensorar, cruise kontrol og
navigatión. Cruze hevur hópin av
innbygdum trygdarskipanum. Til
dømis kostar ein 1.8i í fínastu
útgávuni við leðurkabinu og
automatiskum girum 260.000
krónur. Tá er talan um ein veru
ligan luksusbil.
Instrumentborðið er flott
design að við bláum ljósi í
vísarum og kontaktum og alu
look panel um.
Eisini koyrieginleikarnir eru
so leiðis, sum vit kunnu vænta tað
av einum modernaðum bili. Und
ir vognur og fjaðraskipan geva
bilinum gott og trygt vegtak
undir øllum koyriumstøðum.
Bilurin fæst við tveimum
bensinmotorum: 1,6i og 1,8i við
ávikavist 113 og 141 hk, og
tveim um 2,0 VCDi
dieselmotorum við ávikavist 125
og 150 hk.
Síðan Chevrolet Cruze kom á
marknaðin fyrr í ár, hevur sølan
rættuliga tikið dik á seg, bæði
her um okkara leiðir og úti í
heimi.
Chevrolet Cruze kann síggjast og
roynast hjá Auto Service.
Luksus fyri allar
pengarnar
Auto Service góð
kent Chevrolet
verkstað
1. juni í ár yvirtók Auto Service umboð upp á Chevrolet bilar í
Føroyum. Fram til í dag hevur verið arbeitt við at fáa alt í rætt lag,
viðv. útbúgving av starvsfólki til søludeildina, goymsluna, verkstaðið
og garantideildina.
Lars Anderson, tekniski leiðari hjá Chevrolet, hevur 20. og 21.
oktober hildið skeið fyri nøkrum av starvsfólkunum hjá Auto
Service. Nú skeiðið er lokið, er Auto Service góðkent at umvæla og
viðlíkahalda Chevrolet bilar.
Lars Anderson, skeið
haldari, Elin Djurhuus,
biltøkningur, og
Anthonius Dalsgaard,
verkstaðsleiðari. Erhard
Olsen, biltøkningur,
vantar á myndini
Mynd: Jens Kristian Vang
Chevrolet Cruze er ein heilt nýggjur
bilur. Designið er smart og í
evropeiskum stíli bæði uttan og innan