mikudagur 28. oktober 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 206 - 28. oktober 2009
TÍÐINDASKRIV
Uttanríkisráðið
Gjøgnum tíðarinnar morgun
hevur havið givið okkum
stórar avbjóðingar og tikið
okkara kæru frá okkum.
Samstundis er havið okkara
lívsgrundarlag og samband
til umheimin. Havið er okk
ara lagna.
Soleiðis byrjaði Jørgen
Niclasen, samstarvsráðharri
í norðurlandamálum, í gjár
røðu sína undir ársfundinum
hjá
Norðurlandaráðnum,
sum er í Stokkhólmi í hes
um døgum.
Føroyar hava tikið stig
til, at havið verður ein av
yvirskriftunum í norður
lendska samstarvinum, sum
Danmark hevur formans
skapin fyri í 2010. Sambært
uttanríkisráðharranum
er
orðaskiftið um avleiðing ar
nar av veðurlagsbroyting
unum í norðuri ofta merkt
av vantandi tilvitan um, at
vit eru nøkur, fólk, sum liva
av havinum. Talan er um
annað enn eitt stórt hav, ið
skal verjast. Norðurlond
mugu í felag vísa umheimi
num, at hesi øki og havið
millum tey, er grundarlagið
fyri lív og virksemi hjá
fólk unum, sum búgva her.
Í hesum sambandi vera
Føroyar vertir fyri altjóða
ráðstevnu á politiskum stigi
við heitinum Seas the
Future. Málið er at styrkja
norðurlendska
samstarvi
um havið.
Vit vita, hvat tað vil siga,
at vera fullkomiliga tengd
at havinum. Vit í Norður
londum hava tí allar for
treytir fyri at standa saman
í altjóða samfelagnum sum
havsins
sendiharrar.
At
standa saman um at tryggja
okkara og heimsins spís
kamar... komið til Føroyar
og takið framtíðina og tað
hav av møguleikum, sum
vit standa yvirfyri.
Við hesum orðum endaði
Jørgen Niclasen, samstarvs
ráðharri, røðu sína og bjóð
aði øllum at vera hjartaliga
vælkomin til ráðstevnuna
um havið, sum verður í
døg unum 5. til 7. oktober
2010.
Fyrsta høvi at varpa ljós
á havið verður ST veður
lagsráðstevnan
í
Keyp
manna havn í desember. Tá
verða Føroyar vertir fyri
ein um sokallaðum ”side
event” um havið og veður
lagið.
Dánjal á Loppen
TÓNLEIKUR
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fløgan hjá Dánjali “The Palace” kom út í Danmark í
mars í ár, og hevur fingið sera góð ummæli í teimum
norðurlondsku miðlunum. Nú verður tann seinasta
kon sertin á hesum sinni.
Tann góða móttøkan hevur havt við sær at Dánjal
hevur verið nógv á palli seinastu tíðina.
Dánjal hevur seinasta árið verið á fleiri konsert ferð
um og spælt á nógvum festivalum bæði í Danmark,
Týsk landi, Svøríki, Finlandi og Føroyum.
Nú er ætlanin at fara undir at skriva nýtt tilfar, og tí
heldur Dánjal ein lítlan steðg.
Seinsta konsertin á hesum sinni verður á Loppen á
Christiania í Keypmannahavn. Her verður eisini
møgu ligt at hoyra nýtt tilfar.
Konsertin verður í morgin, 29 oktobur, klokkan
21.00.
»Lond« heldur
enn »øki«
POLITIKKUR
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Útnorðurráðið eggjar staðiliga til, at man á heima
síðunum hjá Norðurlandaráðnum og Norðurlendska
Ráðharraráðnum ikki longur nýtir orðingina ”lond og
sjálvstýrandi øki”, um limalondini. Í staðin verður
eggja til at nýta heitini ”tjóðir og lond”, ”ríki og lond”
ella ”tjóðir og sjálvstýrandi lond”, soleiðis at orðið
”land” ikki verðu nýtt soleiðis, at tað útilokar Føroyar
og Grønland. Hetta kom fram í ársins Norður landa
ráðsfundi, sum varð hildin í Stokkhólm.
Formaðurin fyri Útnorðurráðið, Josef Motzfeldt
sigur soleiðis:
”Ráðið metir tað verða skeivt fyri Føroyar og Grøn
land, at orðið ”land” einans verður nýtt um sjálv støð
ugar tjóðir. Okkara niðurstøða er, at Føroyar og
Grønland meta sjálvi, at tey eru lond, har fólki hevur
stórt samband við aðrar tjóðir, men sum til eina og
hvørja tíð kann velja at fara úr hesum sambondum og
gerast sjálvstøðugar tjóðir.” Segði Josef Motzfeldt, ið
mælti til at taka eina politska avgerð um at fremja hesa
broytingina.
80 deyð av bilbumbu
Ein sterk bilbumba, sum brast á einum sølutorgi í
pakistanska býnum Peshawar í morgun, hevur kravt
minst 60 mannalív. Franska AFPtíðindastovan
skrivar, at næstan øll eru sivilfólk. Torgið, har bumb
an brast, er vanliga fult av fólki, sum keypa mat og
klæðir, og soleiðis var eisini í morgun. Eingin hevur
átikið sær ábyrgdina av atsóknini, men pakistanskar
keldur halda, at tað var Taliban, sum skipaði fyri.
Álopið var kanska eisini ætlað sum ein ávaring til
USA, nú Hillary Clinton, uttanríkisráðharri, er í
Pakistan og tingast við leiðararnar har.
Týskvøldið, 3.
novembur kl. 19.00,
fer sálarfrøðingurin
Annette Løwert
at halda fyrilestur
fyri avvarðandi hjá
menningartarnaðum
við sálarligum trupul
leikum
TÍÐINDASKRIV
Psykiatriski depilin og Javni
Psykiatriski depilin arbeiðir
við at styrkja um við gerðar
tilboðið til fólk við menn
ingartarni, ið eisini hava
sálar ligar trupulleikar, Í
hes um sambandi kemur
danski sálarlæknin Anette
Løwert aftur á vitjan í
Føroyum at halda fyrilestur
fyri avvarðandi hjá menn
ingartarnaðum við sálar
ligum trupulleikum. Enda
málið við fyrilestrinum er
at geva fólki meira kunn
leika um evnið.
Anette
Løwert
hevur
drúgvar royndir. Hon er
sálar lækni, kliniskur sexo
logur og rithøvundi. Hon
hevur seinastu 17 árini
arbeitt innan økið, m.a. sum
yvirlækni
í
fyrrverandi
Vejle
Amt.
Hon
situr
harumframt í ymsum ráðum
og nevndum, sum hava havt
við hesi viðurskifti at gera.
Hon hevur undirvíst bæði
í psykiatri og sexologi fyri
sjúklingum, avvarðandi og
fakfólkum
í
Danmark,
Noregi, Grønlandi og eisini
í Føroyum.
Anette
Løwert
hevur
skrivað
tríggjar
bøkur.
Nýggjasta bók hennara er
“Hans Peter har også en
sindslidelse” Bókin er greið
og løtt at lesa og gevur inn
lit i ymsu sjúkurnar og eyð
keynni teirra. Sum upp
slags bók hjá avvarðandi, er
hon sera hent.
Anette
Løwert
hevur
verið knýtt at Psykiatriska
depilinum sum konsulentur
seinastu trý árini. Umframt
at veita fakliga vegleiðing,
hevur hon havt skeið við
starvsfólki, ið starvast inn
an økið.
Fyrilesturin fyri avvarð
andi er ókeypis. Javni og
Psykiatriska depilin skipa í
felag fyri fyrilestrinum.
Fyrilesturin
verður
í
Miðlahúsinum týsdagin 3.
november kl. 19.00.
Irak hevur kjarnorkuætlanir
Hóast kjarnorkuútbúnaðurin í Irak bleiv bumbaður í sor undir tí fyrra
Flógvakrígnum, hava irakar ikki slept ætlanini um at gerast
kjarnorkuveldi. Tað skrivar bretska blaðið The Guardian. Blaðið veit at
siga, at irakska stjórnin hevur spurt seg fyri í Fraklandi, um franski
kjarnorkuídnaðurin kann hjálpa irakum at umvæla ein av teimum
oyðiløgdu reaktorunum. Blaðið veit eisini at siga, at irakska stjórnin er
í ferð við at kanna, hvussu landið kann seta ein reaktor í gongd uttan at
bróta STsamtyktirnar, sum forða landinum at fáa sær kjarnorku.
Sálarligir trupuleikar hjá
fólki við menningartarni
Anette Løwert
Altjóða ráðstevna um havið