Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. oktober 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

OKTOBER 2009 • LÝSINGABLAÐ FRÁ SOSIALINUM • BILAR 7 Lastbilafyritøkan Metek á Hjalla, sum umboðar italsku Iveco vinnubilarnar, leggur stóran dent á skjóta og góða tænastu til allar vinnukundar. Vit hava eina døgntænastu, har kundin altíð kann ringja til okkum, sigur Petur L. Hansen, stjóri í Metek Góð tænasta er okkara vørumerki Góð tænasta er lyklaorðið í okkara fyritøku. Vit hava bert vinnukundar, har hvør tími í mistari arbeiðstíð kostar. Tí hevur kundin krav upp á eina góða og skjóta tænastu, sigur Petur L. Hansen, stjóri í Metek. Metek er ein lastbilafyritøka, sum varð stovnað í 2006. Byrjað varð á Smyrilsvegi, og síðan mars 2008 hevur fyritøkan hildið til á Hjalla. Stutt eftir at fyri tøkan varð stovnað, yvirtók Metek umboðið fyri italsku Iveco bilarnar í Føroyum. Metek er ein serverkstaður fyri vøru- og lastbilar og bussar. Verkstaðurin er væl útgjørdur við bæði elektroniskum testarum til Iveco og universaltestarum til aðrar bilar, umframt at starvs fólkini eisini verða dagførd í sambandi við nýggja tøkni, sum kemur í bilarnar. Metek hevur eisini útvegað sær bremsu- testara, so eigarin veit hvørjum standi bremsurnar eru í, áðrenn bilurin t.d. skal til sýn. Metek umboðar Carrier Transicold køliskipanir í Føroy um. Í hesum sambandi eru starvsfólkini regluliga á skeiði hjá Carrier Danmark, og eru teir tí førandi, tá talan er um viðlíka hald av mobilum køliskipanum. Teir átaka sær eisini at umvæla køliskipanir av øðrum merkjum. Umframt at Metek er eitt autoriserað Iveco verkstað við eykalutum til Iveco, hava teir flestu slitlutir til fleiri onnur sløg av lastbilum og bussum og veita tænastur til øll sløg av lastbilum og bussum. Metek letur heildarloysnir við keyp av nýggjum Iveco lastbili. Teir samstarva við aðrar veitarar, sum umboða ymiskar uppbygg ingar so sum kranar o.a., og kunnu tí geva kundanum tilboð upp á ein lasbil við uppbygging. Metek hevur eisini møguleika at veita eina lagaliga fígging. Petur L. Hansen stjóri á Metek, sigur, at teir leggja stóran dent á skjóta og góða tænastu. Vit hava eina døgn- tænastu, har kundin altíð kann ringja til okkum um okkurt er áfatt, eisini eftir van liga arbeiðstíð ella um viku skiftið, sigur Petur L. Hansen. STRONG BY NATURE. © 2009 King Features Syndicate, Inc. TM Hearst Holdings, Inc. Trademark www.ecodaily.iveco.com TAð NýGGjA æTTARliðið ER kOmið STøRRi viRðiNG fYRi UmhvøRviNUm STøRRi viRðiNG fYRi føRARA l NýGGjAN 170 hk EEv-mOTOR – REiNASTi á mARkNAðiNUm l ESP SUm STANdARd l diESElPARTikElfilTER SOm STANdARd l 3,5 TONS viðfESTiSkRókUR l fæST í flEiRi ENN 7000 YmiSkUm úTGávUm Metek • Á hjalla 6 • 311052 • www.Metek.fo Starvsfólkini hjá Metek, f.v.: Eli Christiansen, mekanikari, Hallur Berg, lærlingur, Andreas W. Sivertsen, lærlingur, Leif Nilsen, lærlingur, Eyfinn Pattinson, mekanikari, Eyðbjørn Johansen, verkførari, Magnus Jógvansson, mekanikari, Bogi í Gil, avgreiðsla, Petur L. Hansen, stjóri, og Kári Olsen, mekanikari Mynd: Álvur Haraldsen