Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. oktober 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 206 - 28. oktober 2009 Ein maður skal nú í fongsul fyri at hava bukað konu sína av. Konan sigur, at harðskapur hevði verið dagligur kostur í hjúnalagnum í fleiri ár, men at hon ongantíð hevði boðsent løgregluni, tí hon hevði alla tíðina livað í vónini um eitt betri lív nú. Men nú fekk hon nokk og meldaði mannin Harðskapur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Fongsul í 60 dagar! So nógv kostar tað einum manni at hann eitt kvøldið herfyri bardi og bukaði konu sína av. Tey komu til ilnar beint sum hon var komin heim frá arbeiði og tað endaði við at hann bæði sló og spark aði hana so hon small í gólvið og harnæst traðkaði á hana. Men harðskapurin endaði ikki her, tí tá ið konan var komin niður at liggja, traðk­ aði hann á bringuna og búkin á henni við fullari vekt og dró hana eftir hárin­ um eftir gólvinum. Hann var í tufflum tá ið hann traðkaði konuna, so at konan fekk bæði skurðsl og blá merki ymsa staðir á kropp in av harðskapinum. Beinanvegin eftir harð­ skapin vórðu tey sundurlis­ in og nú skulu tey skiljast. Nógvur harðskapur Tá ið tey hittust í rættinum í gjár, vóru tey bæði samd um, at parlagið hevði gingið illa øll árini. Tey høvdu verið gift í fleiri ár, men frammanund­ an tí, høvdu tey eisini verið par í nógv ár. Hann kallaði hjúnalagið rætt og slætt eitt helviti. Hon var meiri hóvlig og segði, at tað hevði verið turbu lent. Men tey vóru púra ójøvn á máli um, hvør av teimum var tann harðligi parturin. Hann segði, at konan var ikki til at hava við at gera. Hon segði, at maðurin hevði javnan verið harðligur og at hon hevði livað undir kropsligum og sálarligum yvirgangi øll árini. Hon hevði ongantíð áður boðað løgregluni frá, tí hon hevði alla tíðina livað í vón­ ini um tað for at ganga betur. Men eftir hendan seinasta harðskapin, hevði hon fing­ ið nokk og meldaði mann­ in. Knívur og kjøthamari Tey vóru eisini fullkomiliga ósamd um, hvør orsøkin til hendan seinasta harðskap­ in. Maðurin segði, at tað var konan, sum varð blivin púra svøk um einki. Fyrst hevði hon stoytt ein pakka av jogurt oman yvir hann, men hon legðist eisini á hann, fyrst við knívi, har hon skarð hann í armin og síðani við einum kjøt ham­ ara, har hon slóð hann fleiri ferðir. Men tað hevði hann verið ov skelkaður at fortelja løg­ regluni fyrrenn langt aftan á. Tí noktaði hann seg sekan í harðskapi. Gjørdust frá sær sjálvum Konan greiddi frá, at áðrenn hon kom heim frá arbeiði, plagdi hon altíð at ringja heim áðrenn at vita, hvussu lagið á manninum var. Hon hoyrdi altíð á mál­ inum á honum, hvusu lagið var. Tá ið hon ringdi heim hend an dagin, hoyrdi hon, at lagið var ringt. Og tað gekk heldur ikki meiri enn ein lítil løta, til alt var ein ruðuleiki. Tað, sum festi í fjúsið á manninum var, at hann gleið á trappusteininum og tað fekk hana at flenna. Maðurin gjørdust frá sær sjálvum og sum hon stóð við køliskápið við einum jogurtpakka, slóð hann hana so hart í ryggin, at hon reyk framav í ein kant so at pakkin skrædnaði, so jogurt sproytaði um allan køkin. Síðani slóð maðurin hana í andlitið og sparkaði hana so fast í búkin í tufflum, at hon small í gólvið. Ímeðan hon lá, traðkaði hann á hana og dró hana ígjøgnum køk­ in eftir hárinum. Tað eydnaðist henni at sleppa leysum, men mað­ urin jagstraði hana runt í øll um húsinum, líka til hann legðist fyri av møði og steðgaði tá. Tá fekk hon ringt eftir hjálp, so at hon slapp til rým ingar og á skaðastov­ una, har tað varð staðfest, at hon var eym undir síðuni, um framt at hon hevði skurðsl og blá merki ymsa­ staðni á kroppinum. 60 dagar í fongsul Ákærin helt, at maðurin átti at fáa fongsulsrevsing í tríggjar mánaðir. Hann helt, at tað var skerpandi, at talan var um harðskap í einum hjúnalagi, tí harskapur í ein um hjúnalagi var serliga vanæriligur. Verjin helt, at maðurin skuldi fríkennast og at hann í ringasta føri kundi fáa ein treytaðan dóm so at hann slapp undan at sita. Hann helt ikki, at tað kundi prógvast at frágreið­ ingin frá konuni var vatntøtt og so helt verjin eisini, at passaði tað, at maðurin hevði verið harðligur í mong ár, hevði konan onkus vegna funnið seg í tí, at soleiðis var hann. Dómarin trúði frágreið­ ingina hjá konuni og dømdi mannin at sita í fongsli í tveir mánaðir. Sparkaði konu sína í gólvið og traðkaði á hana Hon trúði at hann drap hana og at hennara síðsta tíð var komin, tá ið maður hennara gjørdust frá sær sjálvum og legði á hana og bæði slóð, sparkaði og traðkaði hana í gólvið. Ikki fyrrenn maðurin lúgvaðist, fekk hon ringt eftir hjálp Loftsteinur í Letlandi Ein loftsteinur (meteorur) datt niður í Letlandi fyrra­ kvøldið, og sambært myndugleikunum var bresturin so harður, at holið í jørðini var fimm metrar djúpt og 15 metrar í tvørmát. Sambært talsmanninum hjá bjarg­ ingar tænastuni vóru fólk leingi í iva um, hvat tað var, sum var dottið niður. Fólk, sum búgva har um vegir, søgdu seg hava hoyrt ljóð, ið minti umljóði frá einum flogfari, sum fleyg lágt. Men einki flogfar er dottið niður har, og nú bíða vísindafólk spent eftir at fáa loftsteinin til kanningar, skrivar Reuters. Verri vónir um ráðstevnu ST hevur eftir øllum at døma ikki so góðar vónir longur um eina veruliga veðurlagsavtalu á toppfundinum í Keypmannahavn í desember. Janos Pasztor, sum er veðurlagsráðgevi hjá Ban Ki­moon, ST­aðalskrivara, væntar, at toppfundurin kann semjast um eina rammuavtalu ­ tað vil siga eina politiska avtalu, sum ikki er bindandi fyri tey einstøku londini. Sambært ráðgevanum ber tað ikki til at loysa veðurlagstrupulleikarnar, nú bara nakrar fáar vikur eru eftir til toppfundin. Høvuðstrupulleikin er, at amerikanska Kongressin fær ikki stundir til at avgreiða ta amerikonsku veðurlagslógina.