mikudagur 28. oktober 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6 BILAR • LÝSINGABLAÐ FRÁ SOSIALINUM • OKTOBER 2009
Iveco presentera í hesum døgum
ein nýggjan EcoDaily, ið er tann
fyrsti vørubilurin við
dieselmotorum, sum lúka tey
strangastu krøvini til CO2 útlát.
Iveco Daily, sum hava verið
gjørdir síðan 1978, verða í dag
roknaðir sum nakrir av mest
haldbaru og álítandi vørubilum á
marknaðinum. Higartil eru meira
enn tvær milliónir Daily seldir.
Hesin nýggi EcoDaily sær heilt
annarleiðis út enn forgangarin
við størri kølaragittari, forlyktum
og øðrum designbroytingum.
Eisini innan eru nógvar broyt
ingar við nútímans instrument
borði og alulook designi. Øll
innrættingin er gjørd soleiðis, at
bilførarin hevur eitt so gott og
trygt arbeiðspláss sum gjørligt.
Nógv er eisini gjørt burturúr
kvalitetinum og ljóðdoyving.
EcoDaily fæst við fimm
nýggjum motorum frá tí minsta
2.3 litra við 106 hk til tann
størsta 3.0 litra við 170 hk.
Umframt Euro5 normin, sum
kom í gildi 1. oktober 2009, lúka
teir eisini tann sonevnda EEV
normin (Enhanced Environ
mental friendly Vehicle), sum
krevur 33 prosent minni partikul
útlat enn Euro5. Partikulfiltur er
annars standard á øllum modell
unum.
Ein orsøk til at Iveco leggur so
stóran dent á reinar motorar, er at
í nógvum størri býum eru
umhvørviszonir, har bilar, sum
dálka meira enn eitt vist, als ikki
sleppa at koyra. Í
sambandi við
G8fundin í Italia fyrr í ár, har
dálking og veðurlagsbroyt ing
arnar vóru høvuðsevnið, vóru
Iveco EcoDaily við elmotori
sýndir fram og royndarkoyrdir
saman við teimum vitjandi.
Hesin elbilurin er royndarkoyrdur
við sera góðum úrsliti – eisini
við fullari last. Ætlanin er eisini
at koma við eini dieselhybrid
útgávu av EcoDaily, sum sparir
30 prosent í brennievni.
Allar tær nýggjastu
trygdar skip anirnar eru innbygdar
í EcoDaily, uframt at hann hevur
eina framkomna ESC
stabilitetsskipan, sum alla tíðina
lagar seg eftir, hvussu bilurin er
lastaður.
Iveco Daily fæst í ymiskum
útgávum – bæði sum vørubilur
og við last. Sum nakað nýtt fæst
hann nú í eini 7tons útgávu sum
lastar 4,7 tons.
Iveco er ein av heimsins
størstu framleiðarum av ídnaðar
akførum. Navnið Iveco stendur
fyri Industrial Vehicles Corpora
tion.
Iveco EcoDaily:
Grønur – bæði so og so
Iveco ganga á odda,
tá tað snýr seg um
vørubilar, lastbilar
og bussar við minst
møguligum CO2-
útláti. Nýggjasti
Iveco vørubilurin er
EcoDaily, sum er tann
fyrsti vørubilurin við
motorum, sum lúka tey
strangastu ES-krøvini
til útlát
Iveco EcoDaily er tann fyrsti
vørubilurin við dieselmotorum,
sum lúka tey strangastu krøvini
til CO2 útlát
Innrættingin er gjørd
soleiðis, at bilførarin
hevur eitt so gott og trygt
arbeiðspláss sum gjørligt
Iveco EcoDaily við last