mikudagur 28. oktober 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 206 - 28. oktober 2009
Í ár fingu Føroyar
heiðurin at handa
Bókmentavirðisløn
Norðurlandaráðsins,
sum hesuferð var
latin norska skald
inum Per Petterson
Handan
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tað gjørdist Bergur Djur
huus Hansen, sum vegna
dómsnevndina í ár fekk
heiðurin at handa størstu
norð urlendsku virðislønina
í bókmentum, Bók menta
virðisløn Norðurlanda ráð
sins á 350.000 krónur
Fyrr í ár samdist dóms
nevndin um at lata norska
stórskaldinum Per Petterson
virðislønina fyri 2009, og
sjálv handanin fór fram á
stórum hátíðarhaldi í Stokk
holm í gjárkvøldið.
Gløgg og vøkur prosa
Per Petterson fær virðis
lønina fyri skaldsøguna Jeg
forbanner tidens elv og í
røð uni til handanina, læt
Bergur D. Hansen ongan
iva vera um, at talan er um
eina heilt sermerkta frá
søgn, sum longu sæst í heit
inum.
– Tað krevur dirvi at
skriva eina skaldsøgu við
heitinum "Jeg forbanner
tidens elv". Heitið bendir á
eina vónleysa og alt ov
menniskjaliga trongd at
seta seg út um tíð og stað.
Og heitið er tvíbundið,
øðrumegin er tað stórsligið,
næstan mytiskt og á tremur
við
veldugum
treiskni,
hinu megin
avdúkar
tað
im potent
ráðaloysi
og
resignatión, staðfesti Berg
ur D. Hansen í røðini.
Hann legið afturat, at tað
er tankavekjandi at heitið
stavar frá eini yrking hjá
Mao, har uppreistrarsinnaði
politiski leiðarin vísir seg
sjálvan sum eitt menniskja
uttan makt yvir grund leggj
andi treytunum í tilveruni.
Í røðuni vísti Bergur D.
Hansen á, at sermerkta
styrkin hjá Petterson í hesi
skaldsøguni
er
hansara
sjáldsama vakra og gløgga
prosa. Grundleggjandi snýr
skaldsøgan segi um tørvin
hjá menniskjanum á nær
leika, lívssamanhangi og
endurloysn, og hon verður
til stóra list í sínum máli.
– Tí sjálvt um frásøgnin
um Arvid Jansen býr í
søgu gongdini, so kemur
henn ara søk fram í sjálvum
málinum í fínu, stillisligu
prosaini hjá Pettersen, har
orðini leggja seg kring
tøgn ina, sum tað ongantíð
eydnast
persónunum
at
bróta, segði Bergur D. Han
sen, sum við hesum orðum
handaði Per Petterson Bók
mentavirðisløn
Norður
landa ráðsins 2009
»Kult gjort«
Kanska ikki heilt óvæntað
takkaði Petterson við eini
frá søgn, ið næstan kundi
verið tikin beint úr onkrari
av hansara bókum.
Frá
pallinum
mintist
Petter son pápa sín, sum
arbeiddi á skógvafabrikkini,
sum elskaði cowboybøkur,
men lat heimsklassikaranar
standa til pynt í síni út
skornu reol. Og mammu
sína, sum arbeiddi á sjoku
látafabrikkini, sum las alt,
men ikki átti eina einastu
bók.
– Høvdu tey sæð meg nú,
høvdu
tey
svímað
av
smædni, men tað má vera
harvið. Eg takki teimum
allíkavæl, segði Petterson í
tí
hann
eisini
takkaðu
dóms nevndini fyri at hann
slapp at uppliva hetta
»Det var kult gjort«,
segði Per Petterson
Øll við
Í stuttari viðmerking sigur
Bergur D. Hansen, at tað
var stuttligt at sleppa at
handa Per Petterson heið
urslønina. Sjálvur heldur
hann Petterson vera ein
framúr góðan stílist, hvørs
prosa má metast at vera
heilt einastandandi í máta
num, hon bæði er klók,
vøkur og grúsom í senn.
– Tað mest sermerkta er
kanska, at hann megnar at
skriva bøkur á sera høgum
málsliga listarligum støði,
sum øll kortini lættliga
kunnu lesa, sigur Bergur D.
Hannsen.
Hetta er aðru ferð før
oyska
umboðið
handar
Bók mentavirðisløn Norður
landaráðsins. Seinast var í
2003, tá Turið Sigurðadóttir
handaði Evu Strøm virðis
lønina.
Jólabók
til tey
minstu
Nýggj jólabók er komin
til børn undir skúla
aldur. Bókin Tey allar
fyrstu jólini sigur søg
una um, tá boðini komu
um at Jesus skuldi føð
ast, ferðina hjá Mariu
og Jósef til Betlehem,
hiðravitjanina og ann
að. Í bókini eru sera
vakr ar myndir og har
afturat eru meir enn
130 klistrimerki, sum
børnini kunnu líma inn
í bókina.
Tað er Heima missi
ónsforlagið sum gevur
út Tey allar fyrstu jólini,
sum fæst hjá forlagnum
og í bókabúðum kring
landið.
Føroyar handað
bókmentavirðisløn
»Det var kult gjort«, segði Per Petterson, tá hann í gjárkvøldið takkaði fyri Bókmentavirðisløn Norðurlandráðsins
Mynd: Magnus Fröderberg/norden.org
Turkur í Kina
Varandi turkur í Suður, Mið og Eysturkina hevur
havt við sær, at áirnar eru minkaðar óvanliga nógv.
Eitt nú vísa mátingar, at áin Zhujiang hevur ikki
verið so lítil síðani 1941. Avfallið í august og
september var nógv minni enn vanligt, og tað hevur
millum annað havt við sær, at tann størsta áin í Kina,
Yangtze, hevur ikki verið so lítil tey seinastu 23 árini.
Yangtze og hinar stóru áirnar hava sera stóran
týdning sum samferðsluæðrar, men nú eru áirnar so
grunnar nógvastaðni, at tað kann órógva
skipaferðsluna.
Sóu risastóran háv
Fólk, sum stuttleika sær við at surfa úti fyri strondini í
Queensland í Avstralia, eru vorðin meiri varin, nú tað er
komið fram, at ein ovurstórur hvíthávur heldur til har um
vegir. Eingin hevur sæð tann stóra hávin, men tá menn
um vikuskiftið fóru aftir einum hávi, sum var komin á
eina hávalínu, vísti tað seg, at ein ovurstórur hávur hevði
bitið hann so illa í tveimum bitum, at hann var næstan
farin tvørturav. Hávurin á línuni var tríggjar metrar
langur, og serfrøðingar meta tí, at tann, sum beit hann,
man hava verið minst sjey metrar til longdar, skrivar
Reuters.