mikudagur 28. oktober 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
OKTOBER 2009 • LÝSINGABLAÐ FRÁ SOSIALINUM • BILAR 5
Golf og minigolf ikki heilt sama
spæl. Soleiðis er eisini við VW
Polo og Golf, hóast teir líkjast so
nógv, at tað er skjótt at taka feil
av teimum í ferðsluni. Polo er
nakað minni enn Golf. Hóast
Polo í mun til forgangaran er
vorðin nakað størri, er hesin 2,5
prosent lættari.
Eins og VW Golf hevur nýggi
Polo so nógvar innbygdar dygdir,
at tá hann verður royndarkoyrdur
saman við øðrum bilum í sínum
klassa, fær hann altíð mest stig
samanlagt.
Síðan fyrsti VW Polo kom á
marknaðin í 1975, eru 11
milliónir bilar framleiddir. Hesin
nýggi er fimta generatión av VW
Polo.
At Polo er ein heilt nýggjur
bilur, merkist við at koyriegin
leikarnir eru tryggir og stabilir.
Hetta saman við elektro
hydraulisku servostýringini ger,
at bilurin kennist sum ein
mundandi størri bilur at koyra.
Eitt sum eisini sermerkir Polo er
tað at hann er so sera væl
ljóðdoyvdur. Lítið og einki
hoyrist til motorin inni í bilinum.
Polo er væl útgjørdur sum
standard, og hvat útgerð viðvíkur
fæst hann í útgávunum Trend
line, Comfortline og Highline.
Polo fæst við fýra bensin
motorum frá 60 til 105 hk og
trimum dieselmotorum frá 75 til
105 hk. Felags fyri allar hesar
motorarnar er, at teir eru
økonomiskir við lágum CO2
útláti.
Bíligasti Polo 1,2 Trendline
kostar 171.000 krónur, og tann
dýrasti 1,6 TDI Highline kostar
234.000 krónur. Bilurin sum vit
royndarkoyrdu, ein 1,4
Comfortline við 85 hk, kostar
197.000 krónur
Innan líkist Polo eisini
Golfinum. Alt er einfalt, væl
gjørt og væl virkandi.
Kvaliteturin merkist allan vegin
ígjøgnum. Tað er ikki uttan
orsøk, at bilurin fær so góð
ummæli frá motorjournalistum
kring um í heiminum.
VW Polo kann síggjst og roynast
hjá Bilasøluni í Hoyvík.
Polo komin í
Golfklubban
Ein heilt nýggjur VW Polo er komin á marknaðin. Ein bilur
sum í útsjónd og koyrieginleikum líkist stórabeiggjanum
VW Golf og fær sera góð ummæli frá motorjournalistum
ÁRSINS BILUR
í Danmark 2010
Nýggi VW Polo fær sera góð ummæli frá motorjournalistum og er kosin ársins bilur í
Danmark 2010
Polo er ein bilur sum í útsjónd og koyrieginleikum líkist stórabeiggjanum VW Golf
VW Polo er sera væl ljóðdoyvdur, og lítið og einki hoyrist til motorin inni í
bilinum