Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. oktober 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 206 - 28. oktober 2009 - Fram til 1. august høvdu vit hampiliga støðugt fiskaarbeiði, men eftir summar- frítíðina hevur verið minni at gera, sigur stjórin á TG Seafood í Hvalba, Ólavur Bjarkhamar Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mánadagin landaði lemma­ trolarin Sjagaklettur 100.000 pund til TG Sea­ food, sum er fiskavirkið í Hvalba. Veiðan var toskur og upsi. Í síðstu viku landaðu par­ trolararnir Hamranes og Breiðanes eisini í Hvalba. Teir høvdu 180.000 pund til­ samans. Øll veiðan var upsi. Hamranes og Breiðanes eru fyrrverandi Navarin og Borgarin, sum aftur eru fyrr­ verandi Polarhav og Stjørn­ an, sum upprunaliga vóru heimahoyrandi í Leirvík. Úr Hvalba frættist, at fiskiskapurin hjá trolarun­ um yvirhøvur hevur verið smáligur í heyst, og í so máta líkist heystið í ár heystinum í fjør. Tað var ikki, fyrr enn tað leið longur út, at góði upsafiskiskapurin tók seg uppaftur. Lemmatrolarin Steintór, sum vanliga leggur veiðina upp í Hvalba, er til fiskiskap í løtuni, men teir koma neyvan inn aftur at landa fyrr enn næstu viku. Niels Pauli fiskar á djúpum vatni, og teir landa fyri tað mesta veiðina í Skotlandi. Ólavur Bjarkhamar, stjóri á TG Seafood, sigur, at virk­ ið higartil í ár hevur keypt umleið 3.000 tons av ráfiski. ­ Fram til 1. august høvdu vit hampiliga støðugt ar­ beiði á fiskavirkinum, men eftir summarfrítíðina hevur verið minni at gera. Hesa tíðina hava vit i miðal ar­ beitt einar 3 dagar um vik­ una, sigur hann. Eini 50 fólk arbeiða hjá TG Seafood í Hvalba. Ólavur Bjarkhamar sigur, at umleið tveir triðingar av ráfiskinum verður skorin og frystur í blokk, meðan umleið ein triðingur verður seldur feskur. Minni at gera í Hvalba Heykur og Falkur, sum hendan túrin eru á Bill Baily, koma væntandi inn at landa í morgin. Farna vikuskifti vóru teir umleið hálvfullir Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Ísfiskatrolararnir Rókur og Lerkur landaðu í Saltangará mánadagin. Teir høvdu 266.000 pund, sum teir fingu eftir 10 døgum. Eini 10.000 pund av veiðini var longa, og 8.000 pund tosk­ ur. Restin var upsi. Rókur og Lerkur royndu hendan túrin eystanfyri. Gongst, sum tey vænta á landingarmiðstøðini hjá Beta í Saltangará, koma Heykur og Falkur inn at landa í morgin. Skipini vóru umleið hálvfull farna vikuskifti, so væntandi fáa tey ein hampiligan túr. Heykur og Falkur eru á Bill Baily banka hendan túrin. Herfyri løgdu ísfiskatrol­ ararnir Stelkur og Bakur til­ samans 200.000 pund upp í Saltangará og Jaspis og Ametyst, sum eisini vóru á Bill Baily banka, vóru inni við 250.000 pundum. At kalla øll veiðan hjá partrolarunum er upsi. Rókur og Lerkur landaðu í Saltangará Strangari yvirgangslóg Aftan á tær báðar handtøkurnar í USA vilja fleiri danskir politikarar hava eina frágreiðing frá fregnartænastuni PET fyri at fáa greiði á, um tað er neyðugt at endurskoða yvir­ gangslógina. Í Danska Fólkaflokkinum halda tey, at tað er neyðugt at kanna, um lógin skal gerast strangari. Sosial­ demokratarnir og Vinstri taka undir við at endurskoða lógina, og at løgreglan eigur at fáa betri arbeiðskor, um tað er neyð­ ugt. Hinvegin halda teir báðir flokkarnir, at handtøkurnar bera boð um, at verandi skipan er góð og virkar eftir ætlan. Loðsar fara um mark Danskir loðsar eru misnøgdir við, at teirra svensku starvsbrøður eru farnir at loðsa skip í donskum sjógvi. Sambært fakfelagnum Danske Lodser er tað kreppa í sjóvinnuni, sum hevur fingið teir svensku loðsarnar at fara um mark. Eitt nú hendir tað meiri enn so, at teir svensku loðsarnir loðsa skip úr Eystrasalti heilt inn í Stórabelti, áðrenn teir lata danskar loðsar koma umnorð at loysa av. Danska loðsfelagið stúrir fyri, at eitt óhapp kann henda, tí teir svensku loðsarnir eru ikki so staðkendir í donskum sjógvi sum teir donsku, skrivar DR. kring landið Tað ræður um at hava bilarnar í lagi, nú løgreglan ger grein 13- kanningar um alt landið Mynd: Jens Kr. Vang í Havn. Sosialurin fer at venda aftur til grein 13­kanning­ arnar, sum í hesi vikuni og næstu viku verða gjørdar kring landið. Sjagaklettur, sum hevur ført mangan góðan fongin til lands, landaði aftur í Hvalba mánadagin Mynd: Vilmund Jacobsen