Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. oktober 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

OKTOBER 2009 • LÝSINGABLAÐ FRÁ SOSIALINUM • BILAR 11 Ivan Johansen Bilar var fyrsta fyritøka sum tók sær av at rustviðgera bilar í Føroyum tíð­ liga í sjeytiárunum. Fyritøkan hevur síðan gingið á odda við dag­ førdum amboðum og nútímans hølisviður­ skiftum til rustviðgerð Tað at ein bilur hevur rustgaranti, er ikki nakað garanti fyri at hann ikki rustar. Sambært Teknologisk Institut, ið javnan taka stak roynd­ ir av nógvum ymiskum bilum, eru tað nógvar bilverksmiðjur, sum spara upp á rustviðgerðina av bíligum bilum, ið teir senda á evropeiska marknaðin. Livitíðin hjá einum bili er sum oftast treytað av, hvussu væl rustviðgjørdur hann er, sigur Kaj Boetius, sum stendur fyri rustviðgerini hjá Ivan Johansen Bilum. Kaj hevur drúgvar royndir við at rustviðgera bilar. Hann hevur luttikið á skeiðum fyri sproytuoperatørar hjá Tekno­ logisk Institut í Danmark. Tað er sjáldan ov seint, men ongantíð ov tíðliga at fáa bilin rustviðgjørdan. Serliga í hesum døgum tá sølan av nýggjum bilum er lítil, og tey flestu kenna seg noydd til at hava bilin í nøkur ár afturat, sigur Kaj Boetius. Ivan Johansen Bilar, Dinitrol: Er rustgaranti nakað garanti? Kaj Boetius hevur drúgvar royndir við at rustviðgera bilar og hevur luttikið á skeiðum hjá Teknologisk Institut