Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. oktober 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 206 - 28. oktober 2009 13 1. Ja nú er aftur eitt bakbit at hóma her í okkara oyggj, sum er illa fyri sum er. Tað hevur ligið púra greitt politiskt, at tá sjúkra­ kassarnir fóru at verða niðurlagdir og ein nýggj umsiting skuldi gerast, ja so skuldi hon leggjast í Sandoy og kom hon at vera eini 7 til 8 fólk, sum hevði munað væl í Sandoynni, í staðinfyri at tosa um neyðhjálp til Sandoyarøkið. Tá síðsta samgonga sat og formaði eitt samgongu­ skjal, var eg í einum av bólkunum, og fekk eg tað fest á blað, at tann umsit­ ingin skuldi leggjast í Sandoy. Hatta nýtist ikki at standa har, tí hatta er ein avtala, varð sagt. 2. Tá flokkarnir komu saman aftur, varð sagt, at hatta er nátúrligt, men hygg nú, landsstýrismað ur­ inum heldur, tá hann var spurdur av fjølmiðlunum um hetta ikki átti at verið í Sandoy, svaraði hann, at tað kundi eisini verið í Nólsoy. 3. Í einum øðrum føri var aftur tosað um umsiti­ ngina av sjúkratrygd og hevði onkur nevnt, at hon kanska kundi verið í Suður oy, tað var beint áðrenn strandferðslan varð flutt suður. Tað var beinanvegin sagt at tann umsitingin skuldi í Sandoynna. 4. So nú fáa vit at síggja, hvat hendur, landsstýris­ maðurin er komin fyri stuttari tíð síðan til sum landsstýrismaður, men tó hann hevur eisini hoyrt tann boðskapin, at sjúkra­ tryggingin skuldi leggjast í Sandoy, ikki tí eg ynski Norðoyggjum alt tað besta. Men hetta hevur verið ein óskrivað avtala, hana kenna allir mínir floks­ felag ar á tingi, eisini Aksel. Aftur eitt bakbit í Sandoynni løgtingsmaður Gerhard LoGnberG Hósdagin 29. oktober Wienersnitzel / Grýturættur Fríggjadagin 30. oktober Rullusteik / Lasagna / Stoktur medistari Leygardagin 31. oktober Neytasteik Mánadagin 2. november Fiskafrikadellur / Knettir / Kókað neytakjøt Týsdagin 3. november Forlorin Hara / Høsnarungabringa Mikudagin 4. november Kjøtfrikadellur / Stoktur fiskur Bilur Til sølu Ford Transit árg. 2008, 2.2 TDi 110 hk. Km: 15.000. Kr. 185.000 við mvg. Bilurin stendur hjá Wenzel. Tlf. 281757 Mikukvøldið 4 november klokkan 20 verður aftur mið­ viku tiltak í Hoyvíkar kirkju. Hesa ferð er tað rúsdrekkaráðgevin Poul Jákup Thomsen, ið fer at greiða frá um misnýtslu, og hvat foreldur kunnu gera til tess at fyribyrgja hesum. Hoyvík er í dag ein stórur býur við fleiri túsund íbúgvum, har av stórur partur er ungdómur og børn. Poul Jákup Thomsen fer at røða um avleiðingarnar av misnýtslu, um bólkatrýst, sjálvsvirði, ymisk sløg av mis­ nýtslu, og hvussu foreldur aktivt og við hugburði sínum og fyrimynd kunnu medvirka til, at tann ungi kemur heil skap­ aður gjøgnum uppvøksturin. Til ber at seta spurningar. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin. Fundarrøð um matrikularbeiði Tíðindaskriv Matrikulstovan Umhvørvisstovan skipar í hesum døgum fyri kunning­ arátaki fyri kommunalu fyrisitingunum Rættiliga fitt av samskifti er við aðrar myndugleikar, tá broytingar verða gjørdar í matriklinum ­ skráset ing­ ingini av føstum eigindómi. Kommunurnar leiklutur er sentralur, og tí fer Umhvørvisstovan sum matrikul­ myndugleiki nú at tosa við kommunurnar um matrikularbeiðið og broyttu lóggávuna á økinum. Matrikullógin er nýliga dagførd, og hon varð broytt á avgerandi økjum. M.a. eru konsekvens­broytingar gjørdar í mun til lóg um landsjørð, so til ber at býta frá rakstrarbygningar á festijørð, og liberaliseringar eru gjørdar viðvíkjandi uppbýti av privatari jørð. Greitt verður frá broytta lógargrundarlagnum. Broytingar í matriklinum eru tengdar tætt at kommu­ nalari økisskipan eftir býarskipanarlógini. Nomið verður við broytingarnar, sum gjørdar eru í býarskipan­ ar lógini. Gjøldini fyri matrikulmál eru hækkaði. Matrikuleru broytingarnar verða lýstar, og hvørjar mannagongdir skulu fylgjast í hvørjum einstøkum føri. Dentur verður lagdur á fyrireikingina av málunum, og hvussu kommunala viðgerðin kann hjálpa til eina so smidliga og skjóta málsviðgerð, sum gjørligt. Fundarátakið verður í viku 45. Miðvika í Hoyvíkar kirkju Lat okkum hava tað mál, at ongin álvarslig vanlukka av eldi skal verða, nú tað stundar til jóla og nýggjárið er í nánd Fríðálvur Jensen fj@kallnet.fo Ongin ivi er um, at vit kunnu ØLL hjálpast at, við at stuðla undir at skaði ikki stendst av eldi – nú høgtíðin stundar til. Vit kunnu nevna nøkur dømi, sum vit skulu hava í huga: (Prentið hesa vegleiðing út og lesið hana saman í húskinum – bæði vaksin og børn!!!) • Tryggja tykkum væl við roykvarnarum, og skifti battaríir í verandi varnarum – 1. desember á hvørjum ári. • Havi í minsta lagi ein eldsløkkjara á høgligum stað og tryggi tykkum, at hesin eri ílagi. • Havi eitt brandteppi á høgligum stað. • Havi eina hondlykt – t.d. har tit velja at hava eldsløkkjara og brandteppið hangandi. • Leggi eina ætlan fyri, hvørja rímingarleið tit eiga at velja. • Fari ongantíð út frá brennandi kertuljósum. • Lati ongantíð smábørn vera einsamøll við kertuljósum. • Nýt altíð eldfastar stakar. • Tað er skilagott, at hava eina kannu við vatni, har kertuljós o.a. eru tendraði. GEV GÆTUR!! • Ansa VÆL eftir, at vatn ikki stoytt á grýtu við feitti, tí so hendir ein sokallað dampeksplosión, og eldurin verður tveittur um alt rúmið og á menniskju, sum eru í nánd. • Tak endiliga ikki grýtuna av komfýrinum. • Køv við einum loki ella brandteppi og skrúva niður fyri hitanum. • Er eldur komin upp undir eymhettuna, má ein tryggjar sær, at eldurin ikki er farin víðari. FÝRVERK!! • Far ongantíð undir heimagjørt fýrverk – t.d. rørbumbur o.a. • Ikki ganga við fýrverki uppi á tær.• Nýt trygdarbrillur! Fyribyrging ímóti skaða av eldi