mikudagur 28. oktober 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 BILAR • LÝSINGABLAÐ FRÁ SOSIALINUM • OKTOBER 2009
Í samstarvi við Mekonomen,
sum er størsta heilsølufyritøka í
Norðurlondum innan eykalutir,
útgerð og amboð til bilar, hevur
Billutir við Hoyvíksvegin nú sera
góð kort á hondum í kappingini
um at selja eykalutir og útgerð til
bilar og alt til bilverkstaðin.
Navnið Mekonomen er sett
saman av orðunum mekanikari
og økonomi. Konseptið er bygt
soleiðis upp, at har er alt at fáa
til bilin. Umframt eina stóra
goymslu við eykalutum er talan
um ein stóran handil, sum er
uppbygdur eins og aðrir handlar
hjá Mekonomen í Norður
londum. Alt frá hillasystemum
og skeltum til eitt stórt vøruúrval
við øllum tí sum Mekonomen
stendur fyri.
Handilin er kundvinarligur og
hugnaligur. Alt er sett upp
soleiðis, at tað er lætt hjá
kundanum at hava yvirlit yvir
handilin. Har er alt til bilin og til
verkstaðið. Sjálvsagdir lutir í
einum slíkum handli eru t.d.
spegl, lyktir, radioútgerð og øll
sløg av hond og elektriskum
amboðum.
Til børnini eru t.d. barnastólar
og nógv ymiskt annað til børn at
spæla við, eins og alt til hundin
sum t.d. hundaboksir og hunda
skálir. Har eru oljudunkar av
øllum sløgum. Eitt sum er nokk
so sermerkt eru teir klassisku
grønu Castrol oljudunkarnir við
olju til eldri bilar. Til røkt av
bilum er ein hópur av vaskievni
og poleringsevnum. Til bilverk
staðin hevur Mekonomen alt frá
skiftilyklum til testarar og
innrætting av einum heilum
verkstaði.
Billutir hevur spesialiserað seg
í eykalutum til bilar, so sum
plátulutir, útstoyt, lyktir og
annars allar slitlutir bæði
brúktar og nýggjar. Eigararnir av
fyritøkuni Petur Martin Johansen
og Høgni Mikkelsen siga, at øll
eru vælkomin at keypa frá
Billutum og Mekonomen, bæði
privat og vinnukundar.
Mekonomen er fyri øll
Eykalutafyritøkan Billutir, sum byrjaði í
einum kjallara í Kollafirði í 1993, hevur
í dag alt til bilar og er ein av størstu
veitarum til bileigarar og bilbransjuna
sum heild
Høgni Mikkelsen og Petur Martin Johansen sum eiga Mekonomen Billutir
Handilin er kundvinarligur og
hugnaligur. Lætt er hjá kundanum
at hava yvirlit yvir vørurnar