mikudagur 28. oktober 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 206 - 28. oktober 2009
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Annvør
Fredriksen,
Rød ovre, fødd Lassa
berg, av Viðareiði, and
aðist í heiminum 26 okt.
66 ára gomul. Jarðar
ferðin verður hósdagin
kl. 13, úr Hendriks
holms kirke, Rødovre.
Ragnhild Fuglø, ættað
úr Hvalba, búsitandi í
Havn, andaðist mána
dagin á Ellisheiminum,
88 ára gomul. Jarðar
ferðin verður úr Ebe
nezer hósdagin klokkan
14. Tey, ið vilja minnast
Ragnhild, kunnu lata
Vitninum í Hvalba eina
gávu,
konto
í
Eik
banka.
Fía
Toftegaard
í
Fuglafirði andaðist á
landssjúkrahúsinum
mána dagin, 89 ára gom
ul.
Eskild Højgaard, Toftir,
andaðist á Eysuroyar
Røktar og Ellisheimi
mánadagin, 79 ára gam
al.
Ása Udbø úr Havn, bú
sit andi í Hirtshals, and
aðist á Hospice Vend
syssel í Frederikshavn,
sunnudagin 25 oktober,
60 ára gomul.
Einar Petersen, vanliga
nevndur Einar Suðring,
andaðist á Ellisheiminum
í Runavík sunnudagin,
98 ára gamal.
Andlát og jarðarferðir
Sitandi: olduromman Thomasia Matras. Standandi frá vinstru eru: omman Gunnvá Akraberg Hansen, Langabbin Marni
Ørvarodd, Mamman Birgit Akraberg Hansen, og Lítlið Gunnar
Fimm ættarlið
Dagurin
28. oktober. Tveggja ápostla messa, Símun Selotes og Judas Taddeus. Søgnin sigur, at teir vórðu báðir dripnir í
Persiu í árinum 71. Á einum av kirkjubøstólunum sæst mynd av einum ápostli við gassa í hendi. Er helst annar av
teimum, tí søgnin sigur, at teir báðir vórðu bardir til deyða.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Prógv
Fríggjadagin 23. okt. hevur Jóhan Símun Joensen,
Fuglafjørður, fingið prógv sum Master of Arts í Political
Science (Stjørnmálafrøði) á universitetinum í St. John's,
Newfoundland, Canada, Memorial University of
Newfoundland.
70 ára føðingardagur
Sunnudagin 1. nov. verður Elsa Egilsnes, Vestmanna, 70
ár. Dagurin verður hildin á Fjørukrønni frá kl. 16. Øll eru
vælkomin.
80 ára føðingardagur
Hósdagin 5. nov. verður Sámal Christiansen, vanliga
nevndur Sámal hjá Barbu, Klaksvík, 80 ár. Dagurin
verður hildin í Skálanum leygardagin 7. nov. Opið hús er
frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin.
90 ára føðingardagur
Hósdagin 29. okt. fyllir Jensia Svabo Thomasen,
Sandavágur, 90 ár. Dagurin verður hildin heima,
Giljavegur 62, frá kl. 18.
Silvurbrúdleyp
Mánadagin 2. nov. hava Óluva og Jónfríður Nielsen,
Saltangará, verið gift í 25 ár. Tey eru burturstødd.
Silvurbrúdleyp
30. nov. hava hjúnini Alberta og Eirikur Magnussen,
Tórshavn, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin
leygardagin 28. nov. í HBHúsinum kl. 19. Tey ið ynskja
at gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga fra á
tlf. 216324 (Alberta) ella 214456 (Eirikur) innan 14.
nov.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 1. nov. hava Kristina og Hans Andrias
Jacobsen (Stina og Dia av Syðradali), gullbrúdleyp.
Dagurin verður hildin 7. nov. í Bøgøtu 3, Klaksvík.
Vælkomst verður frá kl. 19. Tey, ið ynskja at heilsa uppá
Kristinu og Hans Andrias, kunnu siga frá á tel. 456737
ella 458625.
Gullbrúdleyp
28. nov. hava hjúnini Tóra og Ólavur Nolsøe Olsen,
Fuglafjørður, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í
bygdahúsinum í Leirvík leygardagin 5. des. kl. 18. Tey
ið vilja halda dagin saman við okkum, kunnu siga frá á
tlf. 444159 737751 ella toraolavur@gmail.com áðrenn
20. nov.
Merkisdagar
Tøkk
Kirstin Vestergaard
( fødd á Heygum) 17. 01. 31
og andaðist 5. oktober 2009
Í samband við at okkara kæra mamma, kona, omma
og vermamma andaðist 5. okt. og fór til jarðar úr
Tvøroyrar kirkju 7. oktober, vilja takka øllum tykkum
sum hava stuðlað og hjálpt okkum, t.d. starvsfólkini
á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Landssjúkrahúsinum,
Ríkissjúkrahúsinum og Hvidovre Hospital.
Heimasjúkrasystrunum á Tvøroyri og í Tórshavn.
Starvsfólkini á Sjúklingahotellinum Hotel Tórshavn í
Keypmannahavn og Hvíldarheiminum Naina. Øllum
tykkum, sum vitjaðu á sjúkrahúsinum í Føroyum
og aðrastaðni. Teimum, sum ringdu, teimum, sum
troystaðu, teimum, sum fylgdu til jarðarferðina og
teimum, sum hjálptu til við at baka o.l., teimum,
sum sendu heilsanir við gávum til Sjúklingahotellið
Hotel Tórshavn og tykkum, sum sendu kransar
og blómur til jarðarferðina ella heim til familjuna.
Tøkk til prest, dekn og organist í Tvøroyrar kirkju,
sangarar og øll onnur, sum hjálptu til.
Takk fyri øll somul.
Heilsan
Torkil Vestergard og børnini
Birtha, Hjalgrím, Guðrið og Fróði