mikudagur 28. oktober 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 BILAR • LÝSINGABLAÐ FRÁ SOSIALINUM • OKTOBER 2009
Fríðrikur Bláhamar frá First Stop
sigur, at tað hevur stóran týdning
fyri trygdina at koyra við góðum
vetrardekkum. Í sínum arbeiði
hevur hann lagt til merkis, at fólk
ofta koma at skifta dekk, tí
politiið ger grein 13 kanningar,
og fyri at sleppa undan at fáa bót,
vilja tey hava dekkini skift. Hann
heldur, at hetta er skeivur
hugburður. Fólk skulu koyra við
góðum dekkum fyri sína egnu
skuld og fyri trygdina í ferðsluni.
Ein bilur sum ikki er skøddur til
vetrarkoyring kann verða orsøk
til ruðuleika í ferðsluni, og
bilførarin er í vanda fyri at gera
skaða upp á bæði seg sjálvan og
onnur.
First Stop er ein serverkstaður
fyri dekk, dekkskift, balansering
og sporing av bilum. Síðan 2007
hevur fyritøkan verið sjálv støð
ug ur partur av stóra evropeiska
samtakinum First Stop, sum telur
yvir 1600 dekkhandlar í øllum
Evropa, har bæði privat og
vinnukundar kunnu fáa ráð
geving frá royndum sølufólki.
Góð dekk fyri tína egnu skuld
Fríðrikur Bláhamar frá First Stop við Bridgestone lamelldekkum við píkum, sum verða seld við stórum avsláttri. Tey kosta tað sama sum Bridgestone vetrardekkini í tilboðsblaðnum, sum er sent út
til hvørt húsarhald í landinum
Dekkfyritøkan First Stop við Hoyvíksvegin hevur í hesum
døgum sent út eitt tilboðsblað til hvørt húsarhald í Føroyum
undir heitinum: “Hvussu góð er tín lívstrygging? Uttan
vetrardekk fært tú kanska brúk fyri henni”
D E K K O G B I L T Æ N A S T A
Uttan vetrardekk fært tú
kanska brúk fyri henni...!
Hvussu góð er tín lívstrygging?
4 Borbet TC alufelgur
við Bridgestone dekkum
Stødd 205/55R16
Tilboðsblaðið er sent til hvørt húsarhald í Føroyum