mikudagur 28. oktober 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 206 • 28. oktober 2009
V
ið á ferðini vóru systkini Eiler
Einarsson og Hanna Nielsen
f. Einarsson. Tey høvdu eina
serliga grund at koma við hendan
túrin, tí teirra uppruni er júst á
leiðunum, sum vit vitjaðu. Tey
eru eisini kelda til hesa frásøgn,
sum tey aftur hava fingið frá fleiri
keldum í Íslandi og Føroyum.
Navnið Einar var navnið á bóndan
um á garðinum Vikurgerði á
Fáskrúðsfirði í 12 ættarlið.
Her var Einar Einarsson føddur
29.12.1885. Einar, faðir hansara
(18571900), var bóndi í Vikur
gerði, sonur hansara Einar, sum
henda søgan snýr seg um, var
borin til garðin.
Pápi Einar doyði í 1902.
Mamma hansara Sigurbjørg
Tóradóttir, selur tá garðin og
fór við tveimum børnum fyrst
til Canada og síðan til Norður
Dakota í USA. Dóttirin kallaðist
Oddny Kristin Soffía. Hon bleiv
gift og fekk børn, men flutti
longur vestur í USA. Hana vita
tey ikki meira um enn. Sonurin
var Halldór Ingvard Einarsson f.
26.08.1896. Funnið varð fram til
hansara gjøgnum herin, har tey
áttu mynd av honum í búna. Hann
arbeiddi sum telemontørur og var
giftur sum eldri við eini einkju við
børnum, men tey fingu eingi børn
saman. Halldór Ingvard gjørdist
90 ára gamal.
Einar yngri, sum tá er um 15
ára gamal, velur at verða eftir
í Íslandi, tá mamman fer til
Amerika. Tað varð fortalt, at
Laura, sum Einar seinni giftist
við, goymdi brøv, sum komu úr
Amerika fyri Einari. Hann bleiv so
argur inn á mammu sína, tí hon
hevði selt garðin undan honum
og var farin av landinum. Hetta
var hann sera keddur um, tí hugin
til at bóndast var stórur, og tað
lá sera væl fyri hjá honum. Hann
hevði stak góð evnir, og sterkur
skuldi hann vera sum fáur.
Annars varð sagt, at mamma
Einar hevði eitt kondittarí í
Amerika og tók annað arbeiði
við síðuna av. Hon bar orð fyri at
vera sera røsk. Dótturin giftist
við einum manni Josef Kramer,
sum kom úr Polen, Týsklandi ella
Eysturíki, men tann dóttirmannin
var hon ikki serliga fegin um. Hann
var ikki serliga arbeiðssamur.
Einar kom til Bakkafjørðin
umleið 191617. Hann búði á
Bjargi og seinri á Høfn á Bakka
fjørðinum, har hann var hjálpar
maður hjá keypmanninum Halldór
Runólfsson á Bakkafirði. Teir blivu
serliga góðir vinir. Eisini var hann
sjómaður.
Laura misti bæði
foreldrini
Arntrudur Lára Pétursdóttir var
fødd 6. apríl1898 á FremriHlíð
á Vopnafirði. Pápi hennara Petur
Kristjánsson kom av Reyðafirði
og mamman Jónina Sigurðadóttir
kom úr Einarsstaðasókn í S
Tingeyjasýslu. Tey blivu gift 3.
mai 1896, og í 1901 eru tey í
Hvammsgerði í Vopnafirði. Petur,
pápi Lauru, fekk tuberklar og
doyði. Mamman fekk krabbamein
og doyr stutt eftir hann.
Børnini vóru sett út á garðarnar
at verða. Hetta var ikki altíð so
gott, tí tá Laura tosaði um at vera
send út í ,,sveyt”, ljóðaði tað sum
nakað av tí ringasta, sum kundi
henda einum barni.
Eftir konfirmatiónina kom Laura
til Bakkafjørðin og tænti hjá
Halldóri, har hon hitti Einar.
Einar og Laura giftust
08.12.1917 í Skeggjastaðar kirkju
á Bakkafirði. Tey búðu á Høfn
– í Halldórshúsi – á Bakkafirði
til 1919. Hesi húsini eru eitt
av teimum fáu, sum føroyingar
húsaðust í, sum er til enn.
Til Føroya
Einar og Laura komu at kenna
brøðurnar úr Rituvík Jógvan,
Elias, Magnus, Benadiktus og
Hendrik Olsen á Bakkafjørðinum
í samband við útróður har. Harvið
kom gott samband altíð at vera
teirra millum. Tað er fortalt, at
Einar og Magnus vóru so serliga
góðir. Hetta hevur so skapt
áhugan hjá teimum fyri at flyta til
Føroyar.
Tað var við Jógvan og Eliasi,
at tey á fyrsta sinni komu til
Rituvíkar. Tey eru so komin heim
við skipi, sum flutti útróðar
menninar. Bátarnir hjá teimum
stóðu eftir yviri í Íslandi. Beiggi
Lauru, Ingimund, var eisini í
ferðalagnum.
Tað var sera fátæksligt á teim
um smáu plássunum í Íslandi, so
tey hava helst vónað, at støðan
kundu bara blíva betri í Føroyum
saman við góðum fólki. Í Íslandi
høvdu tey heldur onga familju eftir.
Ta fyrstu tíðina búðu tey inni
hjá Diktusi. Helst hevur Ingimund
búð heima hjá Jógvani, meðan
Elias gjørdi pláss fyri teimum í
kjallaranum. Har bleiv veggur
settur upp í gongini, so kúgvin
var fyri seg sjálva. Tískil høvdu
tey eina roykstovu og eitt rúm
afturat. Tey fingu tvey børn
afturat, meðan tey búðu har.
Aftur til Íslands
Í 1925 velja Einar og Laura at fara
aftur til Ísland, og tá fara tey við
deyðsiglara. Lítið mundu teir hava
vitað, tí fýra dagar eftir, at tey
eru komin yvir á Fáskusfjørðin,
átti Laura eina dóttir, sum bleiv
doypt Jenny Elsa, eftir brøðrunum
Jógvan og Eliasi.
Men børnunum longdust so illa
aftur til Føroyar. Serliga var hetta
galdandi fyri Sigurjón Einar, sum
tá var um 7 ár. Laura fortaldi, at
bara hann sá eina føroyska slupp,
so vildi hann biðja um pláss heim.
Tískil valdu tey at koma aftur til
Føroya árið eftir. Umstøðurnar í
Íslandi hava heldur ikki verið ov
góðar tá.
Tey koma aftur á heysti 1926 og
fara at byggja hús. Tvey ár seinni
flyta tey niðan í húsini. Einar velti
sær eina trø úr haga, og kúgvin
kom í kjallarin. Har hava verið
góðar og sterkar hendur, sum
hjálptu til, tí tungt var at koma
niðan við tilfari, hóast grótið kom
oman úr haganum.
Tað tók Einari einans tvey ár at
leggja inn tað fyrra gerðið, sum
Eiler hevur í dag, umframt at
húsini blivu bygd, lagað úr gróti
og stoyptar skjøldrar. Eftir tað
bleiv trøðin hjá Ingimund eisini
løgd inn.
Einar sigldi mest við Magnus
í Rituvík, men hann var eisini
onkrar túrir við millum øðrum
Hanusi í Rituvík.
Søga av Bakkafjørðinum:
Mamman fór til Amerika og
sonurin til Rituvíkar
Tað eru fleiri áhugaverdar frásagnir um sambandið millum Føroyar og Ísland. Á ferðini hjá Smyril
Line til Bakkafjørðin fingu vit søguna um, hvussu Einarsson navnið kom til Rituvíkar
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
➘
Laura og Einar Einarsson fluttu úr Íslandi til eitt betri lív í Føroyum
Ingimund Pjeturson kom saman við
systrini Lauru til Føroya
Teirra elsti sonur Sigurjón Einar var
føddur á Bakkafjørðinum