Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. oktober 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 18 nr. 206 • 28. oktober 2009 givin upp sum vrak. Annað av hesum skipum var "Royndin Fríða" av Tvøroyri. Hon var dagin fyri komin inn á Seyðisfjørðin, og høvdu teir lagt hana fyri akker inni í Øld við sunnara landið, stutt uttanfyri krambúðina hjá kenda handils­ manninum Watne. Skipari var Dánjal Johan Jespersen, úr Hovi, vanliga nevndur Hovs Dánjal. Veðrið var gott tá, men um 4­ tíðina morgunin eftir kom hann við glaðustroki av útsynningi. Teir lótu tá hitt akkerið falla og stungu báðar keturnar á tamb. Um 8­ tíðina gekk hann eitt sindur meira vesturá við meira jøvnum vindi, men hann vaks vindin í hvørjum, og um middagsleitið stóðu hav og himmal í einum roki, og eingin umborð hevði verið í slíkum veðri áður. At enda fór skipið at dríva spakuliga fyri báðum akkerunum, og einki var at gera uttan at lata tað dríva. Uppi høvdu teir fokkuna við tveimum repum og mesanin við trimum repum í, men teir fingu ikki brúkt seglini. Um 5­tíðina fór "Royndin Fríða" á land á Vesturdalsoyrini og legði seg á liðina einar 20­30 favnar úr landi. Hóast væl var av brimi, fóru teir í bátin, men tá ið allir trettan menninir vóru komnir niður í hann og skuldu skjóta frá, fingu teir eitt brot, sum hvøvldi bátin. Skiparin og Erik Lávus Johannessen frá Gjógv sjólótust tá, meðan brotið skolaði hinar upp á land. Manningin á "Royndini Fríðu" hendan túrin, umframt hesar báðar áðurnevndu menn, vóru hesir: Petur Juel Danielsen í Ungagarði, bestimaður, Tvøroyri, Tummas Johan Ludvig, Niels Christian Holm, Jóan Jákup Ludvig, Jens Ferdinand Andreassen og Carl Fredrik Berg, allir úr Hvalba, Sámal Magnussen og Sofus Olsen úr Froðba, Dánjal Jacob Michelsen úr Vági, Hans Pauli Debes frá Gjógv og Mortan Mørk úr Sandvík, sum var kokkur. Hovs Dánjal, ið var búsitandi á Tvøroyri, var ógiftur. Fearless Hitt skipið var "Fearless" eisini av Tvøroyri. Mortan í Sandi keypti hana úr Grimsby í 1895 saman við soninum Jóhannesi og Jákupi Peder Michelsen. Mortan í Sandi førdi hana til Føroya, hóast hann ikki var skiparalærdur tá, og førdi hana hetta árið til fiskiskap, men so tók sonurin, Jóhannes, við og førdi "Fearless", til hon fórst í ódnarveðrinum á Seyðisfirði 20. september. Jóhannes hjá Mortani, sum hann vanliga var nevndur, vandist til skips hjá pápa­ beiggjanum, Debes við Sílánna, umborð á "Don" og "Immanuel". Teir vóru komnir 18. september inn á Seyðisfjørð eftir agni. Teir løgdu skipið út fyri Vesturdals­ oyruni, men kvøldið eftir fluttu teir tað inn um Oyruna, har skipið skuldi liggja betri. Sum longu greitt frá fór veðrið at versna um morgunin tann 20. september og versnaði í hvørjum, til himmal og hav stóðu í einum roki. Verri veðri visti eingin frá at siga. Umborð á "Fearless" royndu teir at gera tað, ið gerast kundi, fyri at skipið ikki skuldi fara á land, men kortini fór hon at dríva, og um 5­tíðina seinnapartin fór hon á land á Vesturdalsoyruni. Skipsráð varð hildið, og gjørdu teir av, at seks mans skuldu fara í land við bátinum, og skuldu so tveir mans hála bátin út aftur til skipið eftir einum trossa, sum teir skuldu hava inn á land við sær. Menninir komu í øllum góðum inn á land, men báturin kom ikki út aftur til skipið, sum ætlanin var, helst av tí, at brimið var so nógv. Skiparin, Jóhannes hjá Mortani, bant tá eina bjargingarboyu á seg, og hevði eisini eina línu á sær og lesti seg so eftir trossanum inn á land. Hetta varð hildið at vera eitt bragd og komin inn á land, loysti hann boyuna av sær, bant hana í línuna, sum so varð drigin umborð aftur. Teir menninir, ið enn vóru umborð á "Fearless", vórðu so stjóraðir í land. Dagin eftir, tá ið hann hevði makað veðrið, sluppu teir umborð á "Fearless", men tá stóð nógvur sjógvur í henni. Teir fingu tó bjarg­ að nakað av fiskinum í lastini, nøkrum livraføtum og klæðum hjá manningini. Men skipið var so illa farið, at tað varð givið upp sum vrak. Hendan túrin var Mortan í Sandi við. Hann setti seg ímóti, at teir fóru í bátin, og hendi tí kanska eingin mannskaði. Manningin hjá Jóhannes hjá Mortani hendan túrin var Poul Debes í Stovu, ið var bestimaður, sum áður nevnt faðir skiparan, Mortan í Sandi, og Hanus Hansen, úr Dali, allir búsitandi á Tvøroyri, Hans Reinhold Hansen og Jógvan Sedus Hansen, báðir úr Leirvík, Tummas Petur Thomsen úr Skúvoy, Óli Sofus Olsen, Óli Martin Olsen og Óli Chr. Olsen úr Trongisvági, Niels Antonius Smith úr Hovi, Dánjal Olsen og Tummas Pauli Winther úr Vági og Tummas Pauli Jensen úr Hvalba. Manningin slapp heim til Føroya við skonnartini "Falkinum" hjá Mortensen. Aðrar sluppir vóru eisini inni á Seyðisfjørðinum henda ódnardagin. Á "Energy" kappaðu teir mastrarnar, so hon varð liggj­ andi. Skipari á henni var Mortan Luid ­ Mortan í Meileti ­ ættaður úr Hovi, búsitandi á Tvøroyri. Jóhannes Lambá, skipari úr Havn, var eisini staddur á Seyðisfjørðinum hendan dagin við "Streymoynni", og hann bjargaði skipinum frá at fara á land við at seta segl og halda út av fjørðin­ um. Fyri hetta bragdið fekk hann eina heiðursgávu við innskrift á frá tryggingini. Viking Tá ið so ringt veður var inni á Seyðisfjørðinum, kann ein og hvør skilja, at tað mundi vera nógvar ferðir verri úti á víðum havi, og at tey skip, ið har vóru, vóru sera illa fyri, ja, summi av teimum beinleiðis í havsneyð, og skal her verða greitt frá einum teirra. Norðan fyri Langanes lá "Viking", og skipari á henni var Lávus á Høvda. Hann var útsynn­ ingur sunnan í ættini, men ikki ringur sjógur til tað. Um kvøldið gekk hann upp í útnyrðing við somu vindmegi, og havið østist upp. Teir fingu tá ein øðiligan sjógv, ið legði skipið skerflatt. Barlastagrótið slongdist upp úr kjølinum, salt og fiskur tveittust upp undir dekkið og yvir í leborð, og allar stútturnar í lastini kvettust av. Til alla eydnu skrædnaði stórseglið í tveimum støðum, so at sjógvurin setti úr, og skipið reistist aftur. Báðir bátarnir fóru í sor, fiskakassin stóð eftir. Annars var alt sópað av dekkinum. Snørini, ið hingu á vaðbeininum vóru øll burtur uttan eitt, og vaðbeinini vóru kvett av. Eitt barlastajarn, sum hevði ligið í einari sildatunnu í forlastini, og ein sjóstivli, sum hevði ligið í lugarinum, og ringar av kabyssini funnu teir millum fiskin og saltið í afturlastini. Maðurin, ið hevði staðið til útkikk í kahútskappanum, varð standandi, til brotið fjaraði av, fyri ikki at so nógvur sjógvur skuldi sleppa niður, men dekkið lak illa um kapparnar. Teir segl­ stumparnar, ið vóru eftir, lótu teir hanga, og loraðu teir seglið eitt sindur niður, men av tí at óklárt var í erva, mátti onkur upp at greiða pikkfallið. Maður varð so bundin til róðurs og roynt varð at taka skipið undan, tá ið løgir vóru og so at lensa við henni. Teir flestu av manningini fóru í lastina at stakka fiskin um aftur. Teir fingu okkurt nosið eftir tað, men tá ið veðrið batnaði dagin eftir, eydn­ aðist tað teimum at fáa sligið eitt nýtt stórsegl undir. Teir settu so kós eftir Føroyum og komu á Trongisvág í øllum góðum. Her sæst fjørðan á Skálanesi við bóndahúsunum. Útróðrarmenninir búðu í húsum millum fjørðuna og bóndahúsini Húsbóndin á Skálanesi Óli greiðir frá. Tað er kona hansara Rannveig Thórhalls­ dóttir, sum er við í umrøddu verkætlan at skriva niður søguna “til lands.” Í hondini hevur Óli eitt noða av æðudúni sum gevur eitt gott íkast til garðin Býlingurin á Hánefsstøðum, haðani føroyingar róðu út. Arbeitt verður við at fáa meira at vita eisini um hendan part av okkara søgu til lands Her róðu teir út av Hánefsstøðum Komandi Miðvika Komandi Miðviku byrja vit eina røð við frásøgn hjá Gerdu Einarsson av Tvøroyri. Millum annað arbeiddi hon hjá AT, arbeiðarafyritøkuni á Tvøroyri