mikudagur 28. oktober 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 BILAR • LÝSINGABLAÐ FRÁ SOSIALINUM • OKTOBER 2009
Hóast eingi flogfør eru á flog
breytini á Vága Floghavn millum
klokkan 9 og 12 onkrar dagar, so
kann tað vera, at onnur skjótt
gangandi ferðsla er á breytini,
sum ikki beinleiðis fer á flog.
Talan er um politibilar, sum
koyra við nógvari ferð aftur og
fram, og politistar gera ymiskar
koyritekniskar venjingar. Koyrt
verður millum keylur, sum eru
settur upp á breytini, og bakkað
verður eftir speglum millum
keylurnar. Eisini verður kappast
um hvør er kvikast at koyra ein
ávísa rutu við fleiri forðingum.
Bæði bilar og bilførarar sleppa
at royna seg. Koyringin virkar
sera harðlig, men í arbeiðnum
hjá politinum er mangan neyðugt
at koyra heilt til har, sum markið
gongur fyri hvat bilur og bilførari
klárar. Koyriteknikkur er ein
part ur av útbúgvingini hjá
politist unum, sum læra at hand
fara ein bil rætt, eisini undir
krevjandi umstøðum. Teir læra
t.d.at lítil øking í ferðini hevur
stóra ávirkan, og at bremsu
longd in økist, so hvørt sum
ferðin veksur. Ferðin kann í
mong um førum vera avgerandi
fyri, um bilurin klárar at koyra í
gjøgnum eina sneiðing. Tað er
fyri at politistarnir kunnu dagføra
sínar koyriførleikar, at løgreglan
í Føroyum skipar fyri koyritekn
isku viðlíkahaldskoyringini.
Teir sum halda hesi skeið eru
politistarnir Helgi Magnusarson
og Schandorff Vang, sum báðir
hava útbúgving sum instruktørar.
Hetta er eitt skeið, sum politist
arnir skulu gjøgnumføra annað
hvørt ár.
Skeiðið varar í tríggjar dagar,
tveir dagar á flogvøllinum og ein
á landsvegunum. Helgi og
Schandorff siga, at tá vit onga
koyritekniska breyt hava í Føroy
um, er hetta ein góð loysn.
Myndir: Jens Kristian Vang
Flogteknisk koyribreyt
Flogbreytin á Vága Floghavn verður nýtt sum koyritekniskt anlegg
hjá løgregluni. Instruktør arnir Helgi Magnusarson og Schandorff
Vang siga, at tá vit onga koyritekniska breyt hava í Føroyum, er hetta
ein góð loysn
Flogbreytin á Vága Floghavn
verður nýtt sum koyritekniskt
anlegg hjá løgregluni. Her er
Jan Eli Dam til koyritekniska
venjing