mikudagur 28. oktober 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 206 - 28. oktober 2009
19
nøvn
Nú er pápi mín, Pauli Lassen, vanliga
nevndur Grethe-Pauli, farin um tangan
fyri seinastu ferð.
Pápi mín andaðist á Landssjúkrahúsin-
um onsdagin 14. okt. 2009. Hann fyltið
73 ár 31. juli í ár.
Pabba og mamma høvdu verið gift í 48
ár og 11 mðr, so tað restaði ikki nógv í til
gullbrúdleypið hjá teimum.
Tey eiga seks børn, 4 gentur og 2 synir,
fimm búgva í Føroyum og ein sonur býr
í Norra, 15 abba og ommubørn og ein
langabba og ommu son.
Tey settu búgv vesturi í Bø í Vági,
vesturi í Bø hava tey búleikast øll árini,
og hetta passaði væl við at hava bát og
skúr á Garðabrúgv.
Tað er løgið at fýra fólk eru farin undir
grønu torvu, inna fyri stutta tíð, sum øll
búðu vestan fyri Gjógvará Vági, harímill-
um var gubbi mín, Jóhann í Kálhaganum
ein, sum onkran túrin hevur verið saman
við pabba bæði til sjós og til bakka.
Hartvig Poulsen ein vinur hjá pabba,
hevur eisini lagt árarnar inn fyri stuttari
tíð síðan.
Pabba lá fyrst á Suðuroyar Sjúkrahúsi í
nakrar vikur, var og vitjaði hann einaferð,
har sat hann klárur í hurðini, lat meg
sleppa vekk herfrá við ein fart segði
hann. Koyrdu so suðuryvir, og tann eina
dagin vildi hann til Sumbiar, og tað er
løgið at sita eftir og minnast á túrin, og
hvat hann fortaldi um allar leiðirnar
útfyri Sumbiðarbygd.
Heilsan hjá pabba bleiv bara verri og
verri, hann var blivin so vánaligur, at
hann bleiv fluttur við tyrlu norð á LS.
Dagin eftir, uml. 24 tímar eftir at hann
var komin inn á LS, andaði hann fyri
seinastu ferð, og so var hann farin
yvirum, umgirdur av teimun nærmastu,
sum lukkaðist at koma at síggja hann.
Hetta var eitt løgið fyribrygdi at vera
vitni til, at síggja eina sovorðna kempu
draga andan fyri seinastu ferð, og sjúkra-
systurin segði við meg, tak bara anda-
maskuna, »tað er liðgugt«.
Tað er hugaligari at skriva eina føðing-
ar dagsheilsan enn at skriva minningarorð
um sín háttvirda pápa.
Tað er ringt at skriva minningarorð um
ein mann sum pabba, hann gjørdi altíð
okkurt, slapp hann ikki útarógva, ja so
hekk hann í bjørgunum, (tó ikki hesi
sein astu árini), eg var við honum tvær
ferð og fleygaði náta, nei nei, at hyggja
200-300 metrar niður í tað bláa hav, tað
var ikki akkurát je, so har slapp hann at
vera einsamallur fyri mær.
Pabba elskaði havið, og havið var hans-
ara arbeiðspláss alt lívið. Hann fór fyrsta
túrin, sum 13 ára gamal til Grønnlands
við Skt. Jacques, hetta prátaði hann ofta
um.
Hann róði eisini út í Grønnlandi, tá ið
tann tíðin var fyri.
Hann tók motorpassara í Danmark, var
við einum báti úr Esbjerg og so heim-
aftur.
At hava við motorar at gera var eisini
nakað hann dámdi ógvuliga væl, og hann
visti eisini nógv um motorar.
Hann keypti sær ein lítlan deksbát,
sum kallaðist Saturn, hetta var ein av
sokallaðu Graðatuflunum.
Við Saturn róði hann út frá Vági og var
eisini á Norðhavinum í nøkur vár.
Um summarið lá hann undir Beinisvøri
við snaru eftir lómviga, til tað bleiv for-
boðið.
Hann og Sverri fingu einaferð 700
fuglar í tveir dagar, teir lógu nátt inni á
Vágseiði.
Við lítla Saturn fiskaði teir nógvan
kalva eisini, hann fortaldi fyri mær, at
teir drógu einaferð 8 stampar, og tá ið
kalvin var heysaður, vigaði tað heili 1800
pund, kalvin bleiv heysaður og sendur
niður til Danmarkar, tað kalvafiskaríið
hevur verið meira stuttligt, enn tað er í
dag.
Hann var við ymiskum skipum til
fiskarí upp gjøgnum árini, og tað var ofta
heitt á hann, tá ið okkurt nýtt var
frammi.
Hann var við Havalduni og skeyt brug-
ur (brugdu) tá ið tað var ein vinna. Hann
var við Kyrjasteini og fiskaði laks norðan
fyri Føroyar. Hann hevði sjálvur ein
laksakassa um borð á tí fyrsta Saturn.
Pabba hevur havt tveir bátar sum itu
Saturn, tann triði fekk navni Saturn 3.
Saturn 3 var størsta gjøgnumbrotið í
føroyska línuflotanum nakrantíð, pabba
bleiv stemplaður sum ørur, tá ið hann
kom við einum líniskipi, hvar manningin
gekk 6 og 6, við kassalast, frystaríi á
dekk inum, og ikki minst stabiliserings
tanga.
Pabba var eisini drívmegin, tá ið Vág-
bingur varð keyptur til Vágs, hann bleiv
seinri seldur aftur.
Nú hann legði árarnar inn fyri seinastu
ferð hevði hann fingið sær ein lítlan bát,
sum hann kallaði Saturn IV, hann hevði
annars lánt bátin hjá svigarsoninum,
hesin báturin, ið hann nú hevði, hevði
betur pláss á dekkinum at arbeiða segði
hann.
Hann vildi altíð hava okkurt at gera, og
hann riggaði altíð til, var tað ikki eitt, so
var tað annað hann stákaðist við, og slapp
hann ikki út um Grønirnar, ja so dróg
hann gogguglúpar á fjørðinum.
Teir seinastu tríggjar túrarnar, hann var
við kalvalínu, vóru okur saman.
31. juli tann dagin hann fyltið 73 ár,
vóru okur »Uttan stein« við kalvalínum,
tað var blikalogn, og meðan okur sigla
framvið Sumbiarsteini sigi je við hann,
har eru fólk á Sumbiarsteini, je hugsi so
við, segði hann, øgilig eygur tú hevur.
Okur fingið ikki tað stóra, men hann
segði fleiri fer eftir hetta, at hetta var
besta føðingardags gáva hann nakrantíð
hevði fingið.
13. og 14. august vóru okur aftur við
kalvalínu her norðuri. Hann vildi so
gjarna flóta. Okur fingu ikki nógv, men
bara at fáa fríska luft tað er deiligt segði
hann.
Tað er so ómetaliga ringt at skriva stutt
minningarorð um pápa mín, men hann
var ein raskur maður, á tann arbeiðsvilji,
ið hann hevði, ja tað skal man leita leingi
eftir fyri at finna sín líka.
Hann var sjómaður í heili 60 ár, hann
hevur ikki fingið nakrað medalju fyri
drúgva tænastu, men hann fekk eina
heið urliga jarðarferð.
Tað var ein ómetalig vitan, hann hevði
um viðurskiftir sum høvdu við fisk,
útróður og ikki minni um streymviður-
skiftir, tað verður seinur dagur til ein
hardiskur veður uppfunnin, sum er líka
góður sum hansara var.
Havi ikki talt alla álminakkanar, hann
dagliga hevur skrivað í gjøgnum árini,
men tað er eitt ómetaliga stórt savn við
vitan um, hvat hevur gingið fyri seg, øll
hesi árini hann hevur róð út.
Óðansað hvar hann var, so kundi hann
svara prompte upp á spurningar um
streym, ýtir og Lorantøl, hann kendi ikki
bara hvørja túgvu og hvønn klett rundan
um Suðuroy, hann var vælkendur í
Ís landi, og í Grønlandi var stuttligt at
lurta eftir honum, hvussu nógv hann
mintist aftur frá ungum árum.
Einaferð vóru okur eftir nátungum, øll
eri ikki so kvik sum hann var at skolda
nátungar og hann toldi sera gott hita, ein
sum hjálpti til sigur einaferð, nú haldi je,
at je havi funni útav hesum at skolda,
hann var kvikur at svara, ja so er hitt
eftir, hvat er tað spurdi viðkomandi? Tað
er at skunda sær, og tað bleiv ein látur.
Hann kundi finna upp á at koma við
einari bølluttari av og á, og serliga tá ið
hann helt seg vera fyri órætti, og tað var
ofta ikki uttan grund, men hann kundi
eisini vera følin.
Pabba var hjartagóður við børn, og
komu tey inn, ja so var altíð okkurt at fáa
frá honum.
Tað var ikki bara børn sum fingu frá
honum. Tað er ikki smáting, ið hann hev-
ur givið gjøgnum ár og dag av fiski o.ø.
til vinir og kenningar har suðuri og eisini
norðanfjørðs.
Hetta sást aftur nú hann fór úr kappell-
inum í Havn, áðrenn hann bleiv fluttur
suður um Suðuroyarfjørð fyri seinastu
ferð, og inn á Krambatanga, hann hevði
verið stoltari um hann slapp sína seinastu
ferð inn eftir Vágsfjørði.
Tá ið líkbilurin kom vestur mótir
skúlanum í Vági, dreygaði hann oman
kaj-brekkuna og vestur eftir kajuni har
hann steðgaði við Saturn IV og skúrin,
sum vóru hansara annað heim, her segði
hann sínum lívsstarvi farvæl fyri seinastu
ferð. Síðan lá leiðin niðan í Vágs kirkju
har nógv fólk var komið saman fyri at
taka ímótir hesum havsins syni, sum nú
ikki orkaði meira og hevði rópt og biðið
harran um taka seg í sín favn »je orki
ikki meira« segði hann nakrar ferð.
Í kirkjuni var eisini eitt manskór frá
Frelsunarherinum í Vági og sang tveir
sangir. »Jesus navni aldrig bliknar« og
»Á lívshavsins bylgjum«, hetta var rør-
andi tað má sigast.
Hann hevur verið í Frelsurnarherinum,
teir dagar hann ikki tókst við okkurt, teir
høvdu eitt tiltak í kallaðist »orið á borið«,
og hetta var ein heigurlig takkarkvøða
hann fekk, undir jarðarferðini sungu teir
aftur.
At pabba var ein avhildin persónur var
sjónligt. Vágs kirkja var full, og fólk stóð
í ganginum og nøkur stóðu úti í tún.
Sangkórið Ljómur sang eisini ein sang
undir jaðarferðini.
Ferðin yvir um Vágsfjørð var ein vakur
túrur, og tað fylgdu nógv fólk honum til
hansara seinasta hvíldarstað, hann liggur
fyrstur í tí nýggja partinum av kirkju-
garðinum, oman móti sjónum.
Nú kann hann so fylgja við, nær vin-
irnir fara útatrógva ella møguliga ein
grind kemur inn eftir fjørðinum.
Tá ið prestur hevði sagt nøkur orð á
grøvini kom eitt regnæl, tá segði onkur,
at nú hevði Pauli lagt kollin á skrá og
arbeitt víðari.
Hann man hava fingið so mangt ælið
yvir seg.
Til seinast vil je takka mammu fyri alt
tað hon hevur verið fyri pabba og alla
familjuna, hon hevur verið pabba ein
ómetaligur góður stuðul í alla mátar og
hevur staðið við hansara lið altíð, nátt
sum dag, tá ið hann kom tuskaður og
móður aftur av útróðri, so tað verður
løgið hjá tær góða, ikki at hava pabba at
práta við.
Tú søkir tær styrk í harranum, og hann
verður eftir hjá tær, tað biða okur um.
Ein ið misti pápan sín herfyri segði, ja
nú sita teir nokk í himlinum báðir og
spæla kort ella snakka um onkran góðan
kalvatúr á Munkagrunninum.
Við hesum fáu orðum vil je lýsa frið
yvir pápa mín Paula Lassen.
Sonur tín Eli v. familju
Minningarorð um
Magnus Paula Lassen
Vági
31.07.1936 - 14.10.2009
31. juli tá ið hann fyltið 73 ár. Pabba í sínum rætta umhvørvi