Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2009síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 207 - 29. oktober 2009 3 lýsingar Tórshavn • Glyvrar • Miðvágur • Klaksvík • Tvøroyri avmarkað nøgd Vanl. prísur 50,00/kg Fyri kg bara 40,00 krov Íslands- Tilboðið er galdandi frÍggjadagin og leygardagin Koppingarevnið fyri H1N1 er komið til Føroyar, og farið er undir ókeypis at koppseta fólk, ið eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk av Influensu A (H1N1). Fólk, ið eru í vandabólki, verða tí biðin at bíleggja tíð hjá egnum kommunulækna skjótast gjørligt. Vandabólkarnir eru eitt nú tey, ið hava niðursett lungnavirkni, astma, hjartasjúku, sukursjúku, niður­ setta immunverju og fólk við høgari yvirvekt. Soleiðis verður farið fram Fyrst verða tey í vandabólki, sum eru undir 65 ár, koppsett. Um mánaðarskiftið november/desember verður farið undir at koppseta tey í vandabólki, sum eru 65 ár og eldri. Fólk skulu sjálvi seta seg í samband við kommunu­ læknan og bíleggja tíð til koppsetingina. Koppað verður tvær ferðir. Kopping av fólki í vandabólki er ókeypis. Vandabólkar Í vandabólki eru persónar, sum eru eldri enn 6 mánaðir við hesum varandi sjúkum: • Lungnasjúkur sum KOL, astma við varandi obstruktión og astma, sum er ring at stýra, cystisk fibrosa, sarkoidosa, lungnafibrosa umframt aðrar lungnasjúkur, serliga tá lungnavirknið er minkað, ella tað ofta eru lungnainfektiónir. • Hjarta­ og æðrasjúkur, serliga svár koronarsjúka, hjartasvignan, svárir hjartaklaffatrupulleikar. • Blóðsjúkur, serliga hæmoglobinopatiir. • Diabetes 1 og 2, serliga við truplum hjarta­ og nýrasjúkum ella við viknan, orsakað av diabetiskum seinfylgjum – ella diabetes, sum er trupul at stýra. • Minkað immunverja, sum er viðfødd ella íkomin, t.d. vegna hiv­smittu ella heilivágsviðgerð. • Sjúka í nerva­vøddalagnum, ið ávirkar lungnavirknið ella minkar um megina at hosta. • Varandi livur­ og nýrasvignan (vegleiðandi GFR < 30 ml/min) • Ovurfiti (vegleiðandi BMI > 40) • Aðrar sjúkur, har støðan eftir meting frá læknanum viðførir, at influensasjúka hevur við sær álvarsligan heilsuvanda. Somuleiðis eru í vandabólki: • Barnakonur, sum hava eina av teimum nevndu varandi sjúkum. • Aðrar barnakonur frá 13. barnsburðarviku, tá lækni metir tað vera neyðugt. • Og húsfólk hjá sjúklingum við nógv niðursettari immunverju. Meira kunning um vandabólkar og koppseting fyri H1N1 fæst á heimasíðuni hjá Heilsmumálaráðnum (www.hmr.fo), hjá danska Heilsustýrinum (www.sst. dk) og Statens Serum Institut (www.ssi.dk) Landslæknin og Heilsumálaráðið Heilsumálaráðið Bið um tíð til koppseting fyri H1N1 beinkrím Heilsumálaráðið Eirargarður 2 100 Tórshavn tel 30 40 50 fax 35 40 45 hmr@hmr.fo www.hmr.fo