Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 207 - 29. oktober 2009 Eini 65 fólk høvdu teknað seg til skúlan, og tey flestu vóru møtt, tá Miðflokkurin setti skjøtul á polit­ iska skúlan, sum lýst hevur verið við. – Vit eru sera væl nøgd við uppmøtingina, sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin POLITIKKSKÚLI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo - Sum ein lítil flokkur er altíð trupult at fáa fólk at stilla upp, tá val er, so í staðin fyri at grenja um hetta valdu vit at gera nakað við málið. Og tað endaði so við hesum politiska skúlan- um, sigur Bill Justinussen. Tað vísti seg eisini, at tá lærarar skuldu finnast til skúlan, ivaðust teir spurdu so at siga ikki, men vóru til dystin fús beinanvegin. - Ætlanin var, at tað skuldi undirvísast, ikki í Miðflokkapolitikki, men í politikki generelt, sigur Bill Justinussen. Fyrsta skeiðið var so hild- ið í gjárkvøldið, og fyrireik- ararnir eru sera væl nøgdir við bæði uppmøting og undirvísing. - Eini 65 fólk høvdu tekn- að seg til undirvísingina, og tey mundu vera møtt øll. Hesaferð var tað Sjúrður Skaale, sum hevði alla und- irvísingina, og tað riggaði ógvuliga væl, sigur Bill Justinussen. Undirvíst var fyrst í hálvan annan tíma, og síðani var ein kaffisteðgur, áðrenn undirvísingin helt fram í enn ein tíma. - Hesaferð var tað sum nevnt Sjúrður Skaale, ið stóð fyri undirvísingini, men vit hava heitt á fleiri onnur um eisini at taka eitt tørn, og hesum hava tey játt- að, sigur Bill Justinussen. Fleiri økir Evnið hjá Sjúrða Skaale var meiri yvirskipaður politikk- ur, og hann dró fram bæði teori og royndir frá veruliga lívinum. - Hann vísti á dømir á, hvussu ein skuldi bera seg at við at sleppa inn á ting, um tað var málið í sjálvum sær. Hann vísti eisini á, hvussu tú kanst velja tær eina sak og ein málbólk og so arbeiða við tí, og Sjúrður dugdi sera væl at greiða frá, sigur Bill Justinussen. Miðflokkurin hevur valt fleiri ymisk evni og fleiri ymiskar lærarar at bera hesi evni fram. Anfinn Kallsberg fer á komandi skúlum at greiða frá fíggjarlógar- arbeiði, Rúni Rasmussen frá miðumsitingini fer at greiða frá sínum royndum har, Magni Laksáfoss fer at greiða frá um búskap og Hjørdis Háberg Petersen fer at greiða frá um kvinnur í politikki. Hon er fyrrver- andi limur í Demokratia og hevur somuleiðis stillað upp til val áður. - Hesir politisku skúlar eru ein gyltur møguleiki hjá bæði kvinnum og monn- um, sum umhugsa at fara upp í politikk, at kunna seg um politikk í breiðum høpi, sigur Bill Justinussen. Sjúrður Skaale nam eisini við spurningin, hvat tað er, sum motiverar fólk at fara upp í politikk. Gjøgnum veturin Miðflokkurin hevur lagt til rættis fleiri av hesum polit- isku skeiðunum, sum verða hildin gjøgnum allan veturin. - Næsta skeiðið verður um tríggjar vikur, men enn er ikki endaliga avgjørt, hvat evni og hvør lærari verður til tað skeiðið, sigur Bill Justinussen. Øll leiðslan hjá Mið- flokkinum var sjálvandi við í gjárkvøldið, uttan for- maðurin, Jenis av Rana, ið er staddur í Svøríki á Norðurlandaráðsfundi. - Men annars vóru øll møtt, bæði leiðslan hjá flokkinum og vit báðir Kartin Hansen og eg, sigur Bill Justinussen. Tingmaður Miðfloksins sigur, at tað var ein breiður skarði, ið var møttur til hesa fyrstu undirvísingina. - Tað var kanska minsti parturin, sum var Mið- flokkafólk. Nógv vóru møtt frá fyrisitingini, og eisini í aldri spenti skeiðsfólkið vítt, frá einum 16-18 árum heilt upp í 80 ár, sigur Bill Justinussen. Seks slík skeið eru løgd til rættis, og sjálvt um eitt av endamálunum er at stimbra fólki at gerast val- evni hjá Miðflokkinum, so eru øll vælkomin til skeiðini. - Vit vilja í hvussu er geva fólki møguleikan at seta seg inn í politikk í breiðari høpi, so tá vit eina- ferð aftur koma til eitt val, kann eingin siga, at tey ikki høvdu møguleikan at fáa innlit í politikk, sigur Bill Justinussen. Stórur áhugi fyri politikkskúla Betri eftirlit á sjónum Á Norðurlandaráðsfundinum í Stockholm í vikuni vóru forsætis- ráðharrarnir og uttanríkisráðharrarnir á einum máli um, at tað er neyðugt at skipa eina felags norðurlendska skipan, sum skal hava eftirlit við havleiðunum. Hugskotið stavar frá einari frágreiðing um norðurlendskt samstarv innan trygdar- og uttanríkispolitikk, sum fyrrverandi norski uttanríkisráðharrin Thorvald Stoltenberg legði fram í februar. Sonur hansara, Jens Stoltenberg, forsætis- ráðharri, sigur við ANB, at eftirlitið eigur at umfata alt sjóøkið úr Barentshavinum vestur um Ísland umframt Eystrasalt. Eingin avgerð um Grønland Tað er framvegis ikki greitt, um Grønland fer at taka undir við einari altjóða veðurlagsavtalu í desember. Í gjár hevði Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, fund við Connie Hedegaard, veður- lagsráðharra um málið. Aftan á fundin segði Kuupik Kleist, at grønlendska heimastýrið hevur ikki tikið støðu enn. Landsstýris- formaðurin segði, at fundurin hevði verið jaligur og mennandi, og at tey bæði høvdu avtalað at hittast aftur seinni. Spurdur, um Grønland kannar, hvørjar møguleikar landið hevur, svaraði Kuupik Kleist, at landsstýrið kannar altíð allar møguleikar. Salurin í hølunum hjá Starvsmannafelagnum var fullsettur til fyrsta politiska skúlan hjá Miðflokkinum Mynd: Poul Johan Djurhuus Hesaferð var tað Sjúrður Skaale, ið stóð fyri undirvísingini Mynd: Poul Johan Djurhuus