hósdagur 29. oktober 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 207 - 29. oktober 2009
Tað er ikki lætt at
reka fiskiskipavinnu
í hesum tíðum, og
alt fleiri skipa-og
bátaeigarar gevast
á hendur. - Eg havi
verið hjá Føroya
Banka við lyklunum
til bátarnar, tí her
gerst ikki meira,
sigur maðurin, sum
eigur trolbátarnar,
Vesturfarið og Niclas
Skipavinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinasta árið eru fleiri skip
í føroyska fiskiskipaflotan
um farin av knóranum, og
talan er bæði um stór og
smá skip.
Menn, sum áttu trolbátar,
ið høvdu loyvi at fiska á
landleiðini um sumrarnar,
hava eisini lagt árarnar inn.
Trolbáturin Randi, sum
var heimahoyrandi á Toft
um, er farin av knóranum
fyrr í ár, og herfyri bar mað
urin, sum eigur trolbátarnar,
Vesturfarið og Niclas, eisini
Føroya Banka lyklarnar til
sínar bátar.
Raksturin
gevur
hall,
menn klára nóg illa at loysa
bátarnar, og lítið ella einki
er til rentur og enn minni til
avdrøg.
Soleiðis hevur støðan
verið hjá einum parti av
okkara fiskiskipaflota, síð
an oljuprísirnir fyrst ruku
til himmals, og tá hesir
síðan gjørdust nøkulunda
”normalir” aftur, fekst alt
ov lítið fyri fiskin.
Aftrat hesum kemur, at
veiðan hjá skipum og bát
um, sum ikki fiska upsa,
hevur verið í lakara lagi
yvir eina longri tíð.
Gevast á hendur
Fiskidagarnir í bólki 4T,
sum bólkurin hjá trolbátum
eitur, ið hava loyvi at fiska
á landleiðini um sumrarnar,
eru nógv skerdir, síðan vit
fingu fiskidagaskipanina.
Hetta er ein bólkur, sum
gjøgnum fleiri ár hevur megn
að at fingið raksturin at
hanga saman, og tí duga teir,
sum í dag aka á knøunum og
ikki fáa raksturin at hanga
saman, illa at foreina seg við
broyttu umstøðurnar.
Hevur tíðin uttanfyri 12
fjórðinga fiskimarkið svik
ið, hevur summarið, tá bát
arnir eru slopnir á land
leiðina at royna í nakrar
mánaðir, sum oftast bjagað
árinum.
Men nú sansar at hjá
fleiri bátum í hesum bólki.
Trolbáturin Randi, sum
var heimahoyrandi á Toft
um, er farin av knóranum
fyrr í ár, og um dagarnar hev
ur maðurin, sum eigur trol
bátarnar, Vesturfarið og Nicl
as, eisini lagt árarnar inn.
Eg havi givin skarvin
yvir. Føroya Banki hevur
fingið lyklarnar til bátarnar,
sum nú liggja í Vestmanna,
haðani bankin í fyrsta lagi
roynir at selja bátarnar í
fríari sølu, sigur hann.
Bátaeigarin vísir á, at árið
í fjør serliga var merkt av
høgu oljuprisunum, og tá
oljuprísirnir aftur komu í
eina líkinda legu, ruku
fiskaprísirnir
niður
við
umleið eini helvt av tí, teir
vóru fyri 23 árum síðan.
Prísirnir á flatfiski, sum
vit serliga veiða á landleiðini
um sumrarnar, hava verið
lágir, og hetta saman við
eini minkandi veiði hevur
ført til, at raksturin ikki fæst
at hanga saman, sigur hann.
Bankar avgera
Menn, sum eiga og reka
trolbátarnar, ið plaga at fiska
á landleiðini um sumrarnar,
duga væl at síggja, at báta
talið í hesum bólki er ov stór
í mun til fiskidagatalið, sum
eftir er í bólkinum.
Nú verða tað so bank
arnir, ið fíggja hesar bátar,
sum koma at gera av, hvørjir
skulu sleppa at sigla, og
hvørjir skulu gevast, sigur
bátaeigarin.
Tað er felagið Sp/f Jón
leyg, sum eigur Niclas og
Vesturfarið.
Niclas hevur ikki verið til
fiskiskap í longri tíð og
nakrir dagar, sum trolbáturin
átti, eru fluttir yvir á
Vesturfarið.
Niclas eigur stívliga 40
troldagar eftir, og báturin
eigur eisini umleið sama tal
av línudøgum.
Vesturfarið eigur stívliga
80 troldagar.
Skulu bátar, sum koma í
slíka støðu, sum Niclas og
Vesturfarið eru komnir í,
hava nakran møguleika at
loysa aftur undir verandi
eigara, er hugsandi, at bank
in antin krevur pening á
borðið – ella, at fastognir
verða settar í veð.
Trolbátaeigarar orka ik
Prestur skeyt eftir FBI
Ein skotbardagi í gjár ímillum amerikonsku samveldis
løgregluna FBI og ein muslimskan prest í býnum Detroit
endaði við, at presturin lá eftirá. FBI sigur, at presturin fór at
skjóta eftir nøkrum løgreglumonnum, sum høvdu kringsett
ein goymslubygning, sum presturin og nakrir av viðhalds
monnum hansara høvdu fjalt seg í. Løgreglan skuldi taka
tann 53 ára gamla Luqman Ameen Abdullah, tí hann stóð á
odda fyri einum víðgongdum sunnimuslimskum felagsskapi,
sum vil hava sín egna stat í USA, og sum tekur undir við
teimum strangastu sharialógunum, skrivar AP.
Sjórænarar hótta hjún
Teir somalisku sjórænararnir, sum hava rænt eini bretsk hjún,
sum vóru á veg í stuttleikabáti tvørtur um Indiska Havið, hótta
nú við at beina fyri hjúnunum og at brenna líkini. Sjórænararnir
siga, at fáa teir ikki loysigjald, fara teir at myrða hjúnini. Ein av
rænarunum, Mohammed Hussein, sigur við blaðið Telegraph, at
teir fara eisini við at beina fyri hjúnunum, um bretar ella onnur
royna at fría tey við hermegi. Bretsku myndugleikarnir siga, at
teir taka hóttaninar frá sjórænarunum í fullum álvara, men aðrar
viðmerkingar hava teir ikki.
FiSkivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinastu
dagarnar
hava
fleiri skip og bátar landað í
Sørvági, og landingarmið
støðin hevur soleiðis bæði
landað ísfiskatrolarar, línu
skip, garnaskip og útróðrar
bátar.
Partrolararnir Vesturvarði
og Vesturskin hava verið
inni við 200.000 pundum.
Royndin var einar 10 dagar,
og meginparturin av veiðini
var upsi.
Línubáturin
Kambur
hevur eisini landað í Sør
vági í vikuni. Teir høvdu
bert fáar setur á hesum túrin
um, og veiðan var eini
50.000 pund.
Sum skilst, hava fleiri
línuskip, sum ikki eru undir
Íslandi, roynt vestur úr
Mykinesi.
Garnabáturin
Drelnes
landaði í vikuni eini 20.000
pund
av
havtasku
í
Sørvági.
Á Landingarmiðstøðin í
Sørvági hava tey annars
landað fleiri størri og smærri
útróðrarbátar seinastu dag
arnar. Onkur bátur hevur
Fleiri skip og bátar landað