Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 207 - 29. oktober 2009 ki meira Kreppan liðug í USA Nú eru tekin um, at gongdin í amerikanska búskapinum fer at venda. Í dag fara myndugleikarnir at almannakunngera nýggj tøl frá búskapinum, og eygleiðarar vænta, at tey fara at vísa vøkstur í bruttotjóðarframleiðsluni í triðja ársfjórðingi. Sambært metingunum verður vøksturin 3,2 prosent. Eygleiðararnir siga, at hetta samsvarar væl við gongdina í amerikanska fíggjarheimi­ num, har fleiri av teimum stóru fyritøkunum hava kunngjørt sera jalig roknskapartøl fyri teir seinastu mánaðirnar. Harafturat hava onnur tøl víst, at húsamarknaðurin er og tann privata nýtslan eru støðug. USA og Kina neyvan við USA og Kina fara neyvan at semjast um nakra veðurlags­ avtalu undan toppfundinum í Keypmannahavn í desemb­ er. Tað sigur amerikanski samráðingarleiðarin í veðurlags­ viðurskiftum, Todd Stern. Í næsta mánað fer Barack Obama, forseti, til Kina at tosa við Hu Jintao, forseta, men Todd Stern væntar ikki, at fundurin fer at enda við einari veruligari avtalu. Amerikanska stjórnin drálar við at binda seg til at skerja CO2­útlátið, uttan so at Kina eisini bindur seg til ein ávísan niðurskurð. Kina heldur hinvegin uppá, at ídnaðarlondini skulu ganga undan. í Sørvági havt upp í eini 8.000 pund og onkur hevði 5.500 pund. Fleiri smærri útróðarbátar hava eisini verið á floti, tá tað hevur viðrað. Í Sørvági vænta tey annars Havbúgvan ein av næstu døgunum. Havbúgvin, sum er heima­ hoyrandi í Sandavági, royn­ ir við línu undir Føroyum og leggur veiðina upp í Sørvági. Starvsfólkini á Sosialinum, Rás2 og á Portalinum hava seinastu tíðina málað ein málning, sum í gjár varð latin Krabbameins­ felagnum sum gávu í sambandi við stóru innsavningina, sum felagið skipar fyri leygardagin Gáva Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í gjár handaði Birgir W. Høgnesen, marknaðarleiðari á Rás2, Krabba­ meinsfelagnum ein stóran málning, sum starvsfólkini í Miðlahúsinum í Vágsbotni hava málað í felag. Løriftið hevur staðið frammi á ovastalofti í Miðlahúsinum, og har hava so starvsfólkini á Sosialinum, Rás2 og Portalinum gingið og strokið eftir ”dúkinum”, síðan at enda er vorðin til tað, hann er. Tað var formaðurin í Krabba­ meinsfelagnum, Jákup N. Olsen, sum saman við Jansy Gaardlykke, dagliga leiðara felagsins, sum tóku ímóti málninginum. Á heimasíðuni hjá Krabba­ meinsfelagnum takkar felagið fyri málningin, sum tey hava gjørt av at selja á uppboði. ­ Tey, ið vilja bjóða upp á málningin, kunnu senda sms til nummar 1940 og skriva mal og síðani upphæddina, t.d. mal1000, sigur felagið á síni heimasíðu. Í skrivi, sum starvsfólkini í Miðlahúsinum hava lagt við gávuni, siga tey, at málningurin í fyrsta lagi ímyndar tær tríggjar súlurnar undir tí gamla føroyska samfelagnum, 1. Bátin/ neystið (tað, sum havið gevur), 2. Mamma og barn (familjuna) og 3. Kúgv/ kálv (mjólk/ kjøt). ­ Málningurin ímyndar eisini kvinnu, sum er rakt av sjúku og skiftandi tankar hennara, siga tey. Lagt verður aftrat, at heldur ikki Føroyar sluppu undan einum gerandisdegi, har tað hevur sín prís at vera menniskja – tað at vera til og at skula lívbjarga sær. ­ Málningurin ímyndar eisini bløðandi sálir, tá fólk fórust á havinum ella til bjarga. At enda vísa starvsfólkini í Miðlahúsinum á, at sjúkum sleppa vit heldur ikki undan. ­ Tær krøkja seg í okkum, og tá kann mannasálin gerst tung, har vit viðhvørt eru dapurskygd og við­ hvørt bartskygd, sól og myrkur, hvørt um annað, verður sagt í fylgiskjalinum til málningin, sum nú verður seldur á uppboði. Miðlahúsið læt málning Birgir W. Høgnesen handar málningin, sum starvsfólkini í Miðlahúsinum hava málað og givið Krabbameinsfelagnum sum gávu. Á myndini er eisini formaðurin í felagnum, Jákup N. Olsen og Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari felagsins Mynd: Jens Kr. Vang Vesturfarið landar á Toftum. Nú liggja Vesturfarið og Niclas í Vestmanna, og eigarin hevur givið skarvin yvir Mynd: Vilmund Jacobsen