Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 29. oktober 2009 – Nr. 207 Seinastu árini hevur Fót­ bólts sambandið spakuliga førkað seg longur og long­ ur frá feløgunum, ið mest sum ikki kenna egna barn­ ið longur. Tað er ein støða, sum feløgini nú vilja broyta Í februar mánaði verður aðalfundur hildin í FSF, men longu undan hes­ um fara føroysku feløgini at hittast fyri at viðgera støðuna, sum er íkom­ in í felagsskapinum. Ikki bara við atliti til nýliga íkomna málið við víkj­ an di aðalskrivaranum, men við víkj­ and i innanhýsis dansistevinum hjá starvs nevndini. Og eisini við dansi­ stevinum út til einstøku feløgini, sum jú eru eigararnir av Fótbólt s­ sam bandinum. Verið ávegis síðani valið Sjálvur sigur Høgni í Stórustovur í brævi til feløgini, at tað, sum nú hend ir, er seinasti dropin, sum fær bikar ið at flóta yvir. At álit hansara á aðal skrivaran er slitið, og hann sum part ur av minniluta í nevndini ikki hev ur ræði at útinna tað vald, sum hann av feløgunum er valdur at um sita. Ein spurningur er, um Høgni í Stóru stovu nakran tíð hevur havt ræði til hetta í starvsnevndini, har hann í stóran mun hevur verið í minni luta. Tí tað var neyvan akkurát týs kvøldið, at starvsnevndin fór í tvín ingar. Orsøkin til hetta skal finnast longu tvey ár afturi, tá Høgni í Stórustovu valdi at taka av, tá tað varð heitt á hann um at stilla upp til forsetavalið í FSF, har táverandi forsetin, Óli Holm, stóð fyri vali. Táverandi formaðurin í Kapp ing­ ar nevndini hevði longu tá víst, at hann óttaðist ikki at standa við sítt – heldur ikki hóast aldurnar kundu vera stórar. Nakað sum millum ann­ að kom til sjóndar í sonevnda Páll Mohr Joensen­málinum, sum tó endaði við, at málið fall út júst so leiðis, sum táverandi formaðurin í Kapp ing arnevndini hevði tvíhildið um. Hetta málið vísti ein mann, sum ikki var bangin fyri at standa í stormi num, og tað var eisini neyðugt, tá hann stillaði upp til for­ seta valið. Tí eitt er, at hann við hesum setti seg á ein post, sum er sera almennur í føroyska tíðindaheiminum. Annað var, at hann gjørdi hetta ímóti vilja­ num hjá flestu av hinum nevnd ar­ lim unum, og at hann tí frá fyrsta degi at rokna setti seg sjálvan í eina minni lutastøðu, sum ikki hevur gjørt uppgávuna sum forseti lættari. Endaður á síðusporið At siga, at talan síðani tá hevur verið um kroniska minnilutastøðu fyri for­ setan, er helst at taka í so ov rívan til. Men tað hevur í øllum førum viðført, at tað í alt ov lítlan mun hevur eydn­ ast at skapt konsesus um avgerðir, eins og internt stríð í nevndini og millum forseta og aðalskrivara hava fylt sín lutfalsliga stóra part av fjøl­ miðla flatuni úr FSF­húsinum. Samstundis hevur forsetin eisini í ávísan mun lagt seg út í stríð við um sitingina í FSF, har hann í fleiri før um er vorðin aktivur partur av máls við gerðum. Ein meiriluti av nevnd ini – sami meiriluti, sum var ímóti kandidaturinum til for seta em­ bæt ið – hevur støðugt verið ímóti hesi uppíblandan, og tí tykjast fleiri av hesum málum kroyst forsetan út á eitt síðuspor, har hann – við egnum orðum – ikki fær virkað sum formaður og røkt ta uppgávu, sum hann av feløgunum er valdur at útinna. Heilt ítøkiliga kann sigast um ver­ andi støðuna, at hon hevur býtt FSF­nevndina í tvíningar, har Høgni í Stórustovu og Sveinur Tróndarson tykjast sita í minniluta móti Niklas á Líðar enda, Rúna Heinesen, Niclas David sen, Karl Vidtfeldt og Magnus á Stongum. Feløgini missa sambandið Samstundis sum interna stríðið he v­ ur koyrt, hevur FSF sum felags­ skapur flutt seg alt meira frá teimum feløg um, sum felagsskapurin er úrs­ lit av. Flytanin er kanska fyrst og fremst eitt úrslit av, at FSF í dag er so øgiliga nógv meira enn tann kapp ing ar­ nevnd fyri fótbólt, sum talan upp­ runa liga var um, tá FSF í 1979 fór úr ÍSF og út í fótbóltsheimin at standa á egnum beinum. Altjóðagerðin av fótbóltinum hev ur millum annað havt við sær, at FSF í dag hevur eina sterka umsiting, har fleiri lønt fólk starvast í stásiliga bygn inginum, sum varð reistur við Tórs vøll. Men nevndarsamansetingin, av løn an av nevndarlimum og for­ man ni hava als ikki staðið mát við styrk tu fyrisitingina. Samstundis hava nýggju FIFA­reglurnar, sum FSF er tvingað at akta, flutt meira vald yvir til umsitingina, har aðal­ skriv ar in í veruleikanum er at rokna sum stjórin fyri fyritøkuna. Øktu krøvini til nevndarlimirnar hava í mongum førum eisini sett hes ar í støður, har teir kanska hava havt lyndi at gloyma baklandið. Fyri ikki so nógvum árum síðani endur­ speglaði nevnd ar saman setingin í FSF eitt landafrøðiligt býti, har hvør nevndarlimur eisini svaraði fyri seg mót vegis baklandinum. Tann funktiónin er munandi minni sjónlig í dag. Standard­livitíðin fyri nevndarlimir úti í einstøku feløgu num er munandi stytt, tí krøv­ ini til hesi bara tykjast herast, og tí er sam bandið og samskiftið út til fe løg ini ikki líka flótandi í dag, sum tað áður hevur verið. Vilja hava valdið aftur Og tað er júst sambandið út til feløg ini og røturnar til fótbóltin, sum feløgini nú vilja hava aftur. Eisini so at tey eru vitandi um og hava ávirkan á tað, sum fyriferst inn­ an veggirnar í Gundadali. Longu undan brævinum, sum for­ setin sendi út mikukvøldið, vóru part ar av føroyska fótbóltsheiminum í ferð við at skapa sítt egna forum, har ein ætlan skuldi leggjast fyri, hvussu FSF skal skipast í framtíðini. Ein partur av hesi ætlan inniheldur eina fakliga styrkta nevnd, har kriteri ini, sum veljast skal eftir, í størri mun verða tey, sum eyðkenna nevndarval í vinnulívinum, heldur enn at ein fortíð í fótbóltsheiminum mest sum skal vera nøkur treyt, so leiðis sum hon er í dag. Hartil verður tosað um, at FSF skal hava løntan forseta. Hetta fyri at tryggja, at tað ber til at toga fólk við neyðugu organisatorisku royndu­ num og førleikunum inn í toppin í FSF, umframt at forsetaskeiðið møgu liga skal leingjast upp í fýra ár. Hetta tí sessurin helst kann vera ov ótrygg ur, um skeiðið bert er tvey ár. Ikki fleiri spælarar Premier League­felagið, Portsmouth, sleppur ikki at keypa nýggjar spælarar, tí felagið er í stórum fíggjarligum trupulleikum. Liðið, sum er niðast í Premier League, hevur stríðst bæði á vøllinum og uttanfyri hetta kappingarárið, og nú hevur enska fótbóltssambandið so forðað fyri, at Portsmouth kann økja um skuldina við keypi av spælarum. Arsenal basti Liverpool Hvørki Arsenal ella Liverpool spældu við sínum bestu spælarum á øllum plássum, tá Arsenatey í gjárkvøldið hittust í ensku League Cup­kappingini. Unga Arsenal­ manningin gjørdist tann drúgvara og vann 2­1, eftir 1­1 í hálvleikinum. Fran Merida legði heimaliðið á odda, men Emiliano Insua javnaði fyri Liverpool. Avgerðin fall mestsum beinanvegin eftir steðgin, tá Nicklas Bendtner (myndin) skoraði seinna málið hjá Arsenal. Feløgini vilja hava valdið aftur jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk