Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-29, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 29. oktober 2009 – Nr. 207 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21 Forsetin í Fótbólts sam­ bandi num, Høgni í Stóru­ stovu, sigur seg ikki fáa virk að sum for seti, tí hann hevur ein meiri luta í starvsnevndini ímó ti sær. Tí sendir hann nú eitt neyðarkall út til fót bólts­ feløg ini, so tey kunnu hjálpa til við at greiða fløkju na í ovastu leiðsluni í Fót bólts sam bandi num Ikki kann sigast annað, enn at tað er eitt rættiliga óvanligt stig, Høgni í Stóru stovu hevur tikið, nú hann hev ur vent sær til feløgini, tí hann sig ur seg ikki fáa virkað sum forseti. Orsøkin er, at hann í málinum um atgongu merkjasøluna hjá Ísaki Mikla dal hevur fingið ein meiriluta í starvs nevndini ímóti sær. – Eingin í starvsnevndini visti av hesum máli. Vit viðgjørdu málið hó s dag in og fríggjadagin, og var tað aftur á dagsskrá í gjár (mána­ dagin, blðm). Tað hevur ikki eydnast mær at fáa fatur á øllum skjølunum í málinum enn, hóast málið er komið undan kavi, av tí ein meiriluti í starvs nevndini stuðlar aðal­ skrivaranum, og hevur biðið meg geva honum arbeiðsfrið, skrivar Høg ni til formenninar í fótbólts­ feløg unum. – Handfaringin av málinum frá aðal skrivarans síðu, har hann tilvitað hev ur dult málið, krógvað skjøl, sum eru send FSF, kann eg sum formaður als ikki góðtaka, og at aðalskrivarin sleppur gott frá, enntá við hjálp frá starvsnevndarlimum, at nokta at lata mær øll skjøl í málinum, er eitt grovt álitisbrot og brot á hansara starvs viðurskifti. Tískil havi eg einki at hava álitið á aðalskrivaranum í í hes um máli, umframt at álitið orsak­ að av nógvum øðrum málum er slitið upp. Fær ikki virkað Í brævinum sigur Høgni í Stórustovu, at hann ikki kundi ganga undir krav­ ið frá einum meiriluta í starvs nevnd­ ini um, at haldast skuldi fram við sam starvinum undir fortreyt av, at hetta málið onga avleiðing skuldi fáa fyri aðalskrivaran. Høgni kravdi, at aðalskrivarin varð frítikin fyri tænas tu, meðan málið verður upp­ lýst, men hetta vildi ein meiriluti í starvs nevndini ikki. – Eg fái ikki, við teimum ábyrgdum og skyldum, eg havi sum formaður í FSF, stýrt felagsskapinum. Tað er ikki sam svar millum tað formliga vald, eg sum formaður havi, og tann veru­ leika, sum eg dagliga skal virka í. Heilt einfalt ber til at siga, at eg havi alla ábyrgdina, men ikki ræðið at virka samsvarandi skyldum mínum, skriv ar Høgni til formenninar, sam­ stund is sum hann vil hava teir at gera av, hvat víðari skal fara fram. – Tit eru partaeigararnir í FSF, og nú støðan er rættiliga kaotisk við tað, at starvsnevndin er býtt upp í ein meiriluta og ein minniluta, har eg eri í, fái eg ikki virkað sum for­ maður og røkt ta uppgávu, tit hava valt meg at standa á odda fyri, og sum lógir FSF’s áleggja mær, síggi eg ikki annan útveg enn at venda mær til tykkara. Tit hava valt meg sum formann, og av tí at støðan tykist fastlæst, og eg ikki meti, at vit sum starvsnevnd kunnu koma víðari, má eg í fyrsta umfari kunnað tykk um, so tit kunnu fyrihalda tykkum til støðuna. Fóru av fundi Eisini staðfestir Høgni í Stórustovu, at hann sum forseti í Fót bólts sam­ bandi num ikki frammanundan var kunn aður um hetta mál yvirhøvur, men at hann kallaði starvsnevndina inn beinanvegin, so skjótt hann var kunn aður um málið mikudagin í farnu viku. Síðani greiðir hann for­ monnunum frá, at á triðja fundinum um málið fór starvsnevndin í tvín­ ing ar og at tað endaði við, at stóri meiri lutin í nevndini fór av fundi­ num. Sum skilst er meirilutin í hesum mál ið Niklas á Líðarenda, Rúni Heine sen, Magnus á Stongum, Karl Vidt feldt og Niclas Davidsen, meðan Høgni í Stórustovu er í minni luta­ num saman við Sveini Tróndarsson. Málið læsir alt politiskt virksemi í Fótbóltssambandinum fast í løtuni, og nú verður tað so upp til fót bólts­ feløgini at gera av, hvussu farast skal fram. Sjálvur hevur Høgni í Stóru­ stovu vent sær til UEFA og gjørt vart við »rætta samanhangin í málinum«, sum hann málber seg. Høgni við neyðarkalli Høgni í Stórustovu fær ikki virkað sum forseti í Fótbóltssambandinum, og nú hevur hann vent sær til formenninar í Fótbóltsfeløgunum eftir hjálp, so komast kann víðari við málinum um atgongumerkjasøluna hjá Ísaki Mikladal Mynd: Álvur Haraldsen einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Svøríki vil hava Hamrén Svensk fótbóltssambandið satsar alt upp á at fáa Erik Hamrén (myndin) sum nýggjan landsliðsvenjara hjá Svøríki, hóast núverandi arbeiðsgevari hansara, norska Rosenborg, slett ikki vil av við hann. Nú hevur svenska fótbóltssambandið sett seg beinleiðis í samband við Rosenborg, og sum skilst, er ætlanin at hava fleiri fundir um málið, so finnast skal fram til eina loysn, báðir partar kunnu liva við – um tað yvirhøvur ber til hjá svenskarunum at fáa Hamrén leyskeyptan frá Rosenborg.