hósdagur 29. oktober 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 29. oktober 2009 – Nr. 207
Aðalskrivarin hjá Fót
bólts sam bandinum, Ísak
Mikladal, kærdi av gerð
ina um, at hann skuldi
suspenderast í tríggj ar
mánaðir og rinda 37.000
krónur í bót, og í aðru syftu
broytti UEFA revs ing ina fyri
ólógligu at gongu merkja
sølu na til bert at vera eina
átalu
Aðalskrivarin í Fótbólts sam bandi
num, Ísak Mikladal, fekk tann 21.
desember
2007
teldubræv
frá
ukrainsku ferðaskrivstovuni, Sport
Line Travel, sum fyri dupultan prís
vildi keypa 100 atgongumerki til
EMendaspælið í 2008. Hetta vóru
atgongu merki, sum vóru tillutað
før oyska Fótbóltssambandinum.
Tann 14. apríl 2008 váttaði Ísak
Mikla dal í teldubrævi til Sport Line
Travel, at hann hevði 130 atgongu
merki tøk, samstundis sum hann
gav teimum upplýsingar um eina
banka konto hjá sær sjálvum, sum
hann heitti á tey um at brúka.
Samlaði kostnaðurin fyri hesi 130
at gongu merkini
var
216.700
krónur.
Ukrainska
ferðaskrivstovan
rindaði helvtina beinanvegin á
konto hjá Ísaki Mikladal, eins og
av talað var, og lovaði síðani at rinda
hina helvtina, so skjótt at gongu
merk ini vóru komin fram.
Samstundis hevði UEFA frá fleiri
keld um hoyrt um henda handilin,
og tí gjørdi UEFA av at ógilda at
gongu merkini, ið føroyska Fót bólts
sambandið annars skuldi fáa.
Kærdi revsingina
Tann 4. mai 2008 hendi so tað, at
Ísak Mikladal sendir UEFA eitt bræv,
har hann í fyrsta lagi kærdi seg um,
at Sport Line Travel hevði tikið alt ov
nógv fyri gistingarhúsið, tá føroyska
Alandsliðið í oktober 2007 var í
Ukraina og spældi dysti í EM undan
kappingini. Í øðrum lagi meldaði
hann seg sjálvan fyri at hava selt
at gongu merki í stríð við UEFAregl
ur.
Málið kom síðani fyri í eftirlitis og
aganevndini hjá UEFA tann 25. sep
tem ber 2008, har Ísak Mikladal fekk
suspen sjón frá aðal skrivara starvi
num í tríggjar mánaðir, umframt at
hann skuldi gjalda 37.000 krónur í
bót.
Ein mánað seinni, tann 24. oktober
2008, kærdi Ísak Mikladal hesa
av gerð fyri kærunevndina hjá UEFA,
har hann gjørdi vart við, at revsingin
var ov hørð. Samstundis bað hann
um umbering fyri at hava brotið
reglur nar
viðvíkjandi
atgongu
merkj um til EMendaspælið. Eisini
gjørdi hann vart við, at hann hevði
handl að í góðari trúgv, tí ætlan
hansara var at vísa UEFA, hvussu illa
hansara egna fótbóltssamband var
við farið av einum øðrum fótbólt s
sam bandi.
Tann 18. november 2008 boðaði
eftir litis myndugleikin hjá UEFA frá,
at revsingin var linkað, so talan nú
bara var um eina átalu. Grund gev
ingin fyri hesi broyting var, at tað
taldi til fyrimuns fyri Ísak Mikladal, at
hann sjálvur hevði vent sær til UEFA
aðalskrivaran við málinum, at hann
hevði latið UEFA málið og annars
hevði goldið aftur alla upphæddina,
hann hevði fingið fyri atgongu
merkini.
Ísak Mikladal tók við hesi linaru
revsingini, ið nú var skorin niður til
eina átalu, tann 19. november 2008.
Vildi avdúka
Út frá teimum UEFAskjølum í máli
num,
sum
formaðurin
í
Fót
bóltssambandinum, Høgni í Stóru
stovu, hevur sent formonnunum í
før oysku fótbóltsfeløgunum, sæst,
at Ísak Mikladal í samskifti sínum við
UEFA sigur, at hann fór ígjøgnum
ólóg liga
atgongumerkjahandilin
fyri at avdúka korrupta framferð.
Eisini sæst í skjølunum, at UEFA
heldur tað vera sera álvarsligt, at
atgongu merki til eitt EMendaspæl
verða seld í stríð við reglurnar, sum
hava til endamáls at forða fyri, at
atgongu merkini enda á svarta
markn aðinum, sum er ein álvarslig
hóttan ímóti trygdini og stríðnum
ímóti hvítting av pengum.
Somuleiðis verður áherðsla løgd
á, at tað enntá má metast sum
serliga álvarsligt, at tað er sjálvur
aðalskrivarin í Fótbólts sam bandi
num, sum hevur verið uppi í ólógliga
atgongumerkjahandlinum. Tað sæst
eisini í skjølunum, at einki bendi á,
at Fótbóltssambandið visti av ella
var partur av ólógligu søluni hjá
aðal skrivaranum.
Ísak Mikladal seldi ólógliga 130 atgongumerki, ið vóru tillutað føroyska Fótbóltssambandinum, men
UEFA fekk frænir av handlinum aðrar vegir og ógildaðu atgongumerkini
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Trongt til bogaskjóting
Í gjárkvøldið var næsta bogaskjótivenjingin fyri børn í kjallaranum í
høllini í Runavík, har bogaskjótifelagið Ørvur skipar fyri venjingum fyri
børn yvir 10 ár. Longu áðrenn klokkan 18.30, tá venjingin byrjar
mikukvøld, vóru yvir 30 børn møtt til venjing. Annika Vang og Hans
Asbjørn Eysturdal, sum bæði hava góð úrslit av vísa á frá
Oyggjaleikum, umframt, at Annika hevur umboðað Føroyar í altjóða
kappingum, standa fyri venjingunum. Av tí, at so nógv børn vóru møtt
gerst trongt í hølunum, og bara ein triðingur fekk skotið í senn.
Seldi sjálvur
atgongumerki
hjá FSF
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen