hósdagur 29. oktober 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Enn er kappingin ung,
men kortini gav dysturin
í gjárkvøldið eina greiða
ábending um, at Tjaldur og
Stjørnan verða tey, ið koma
at stríðast um gullið aftur í
vetur. Og við sigrinum kann
somuleiðis staðfestast,
at Tjaldur í løtuni hevur
munin
Fyrsta veruliga oddabrakið í
Sunset-kappingini var í ítróttar-
høllini í Runavík, har meistararnir úr
Tjaldri tóku ímóti steypavinn arun-
um úr Stjørnuni. Sum vera man, var
høllin fullsett, og umframt nógvar
heimaáskoðarar, var talan um
nógvar norðoyingar, ið høvdu
leitað sær út á Skálafjørðin. Við
øðrum orðum vóru karmarnir um
dystin teir allarbestu.
Ikki kann heldur sigast annað,
enn at bæði lið megnaðu at levera
vøruna, tí talan gjørdist um ein dyst,
ið var undirhaldandi alla tíðina,
hóast hann bara var spennandi
tríggjar fjórðingar av tíðini. Orsøkin
til tað var, at tá seinni hálvleikur var
hálvrunnin, leyp Tjaldur eftir lítlari
løtu fýra mál fram um Stjørnuna, og
tað var meira, enn klaksvíkskvinnur
megnaðu at hála innaftur.
Fyrst og fremst var skotstyrkin
avgerandi munur á liðunum, tí tær
fýra rumensku hjá Tjaldri – Adina
Petrea, Cornelia Rimbu og Marinela
Patru – stóðu fyri 22 av teimum 30
málunum hjá heimaliðnum. Henda
styrki sæst eisini aftur á topp-
skjútta listanum, har Tjaldur eigur
fýra av teimum 12 fremstu mál-
skjúttunum í kappingini.
Tjaldur tók yvir
Í fyrra hálvleiki var samanumtikið
sera javnt, og ikki bar til at siga
nakað um, hvønn veg dysturin
kundi koppað. Eitt skifti var Tjaldur
frammanfyri 11-7, men Stjørnan
bardi seg upp á 11-11 og sá bara
betur út, sum tað leið til hálvleiks.
Serliga royndist Kristina Griksaite í
Stjørnu-málinum sera væl, og tær
løturnar, hon stongdi málið, lyfti tað
beinanvegin spælið úti á vøllinum.
Stjørnan kom eisini betur frá
byrjan í seinna hálvleiki, men eftir
at hava vunnið sær leiðsluna 19-18,
kom stígur í, samstundis sum
Tjaldur setti meira trýst á ketlarnar
og fekk skjúttarnar betur við. Longu
miðskeiðis í seinna hálvleiki byrjaði
at síggjast, hvønn veg tað kundi
ganga, tá Stjørnan í einar 10
minuttir bara skoraði tvær ferðir,
meðan Tjaldur skoraði sjey mál í
hinum endanum.
Ímóti endanum vísti Guðrun í
Lágabø fleiri ferðir síni kynstur, og
tá Stjørnu-kvinnurnar royndu at
sleppa fram við henni, vóru stengur
og yvirliggjari fyri einar tríggjar
ferðir. Heilt ímóti endanum fekk
Stjørnan tríggjar útvísingar ímóti
sær, og tá gjørdist einki fyri at
venda dystinum, ið nú fullkomuliga
lá í hondunum á Tjaldri.
Við sigrinum fekk Tjaldur staðfest,
at liðið er minst líka væl fyri, sum
tað var síðsta vetur, tá tað sum
uppflytari kom heilt upp á ovastu
rók og vann meistaraheitið. Hinveg-
in eigur Stjørnan óivað meira í sær,
enn hesin dysturin vísti, so helst fáa
vit fleiri góðar duellir aftrat millum
liðini bæði, ið longu nú mugu
metast sum finalufavorittar til várs.
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 29. oktober 2009
Tjaldur-Stjørnan 30-25 (13-13)
10 min.: 4-3
20 min.: 8-6
30 min.: 13-13
40 min.: 18-19
50 min.: 25-21
Tjaldur: Adina Petrea 12, Cornelia Rimbu
6, Marinela Patru 4, Elinbjørg Hammer 3,
Annika Thomsen 3, Sarah Ann B. Thomsen
2
Stjørnan: Simona Petersen 8, Joan
Midjord Djordjevic 4, Bára Skaale Klakstein
4, Una Olsen 3, Valentina Suciu 3, Edith
Hansen 1, Hanna Mikkelsen 1, Maria við
Neyst 1
Brotskøst: Tjaldur 6, Stjørnan 1
Ávaringar: Tjaldur 3, Stjørnan 3
Útvísingar: Tjaldur 2, Stjørnan 5
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen
FAKTA
Sum ein finala
– Okkara øgiliga góðu skjúttar, sum fingu tað at
koyra sera væl, gjørdu munin í kvøld. Eg haldi eisini,
at vit orkaðu betur at halda á, segði Elinbjørg
Hammer úr Tjaldri eftir sigurin á Stjørnuni.
Hon helt, at dysturin var heilt øðrvísi enn teir
tríggir undanfarnu, ið allir eru vunnir stórt.
– Tað er nógv øðrvísi at spæla so javnar dystir
sum hetta, heldur enn dystir, har vit vinna nógv.
Eisini mátin, vit seta okkum upp uppá, er heilt
øðrvísi. Hetta er sum at spæla eina finalu, segði
Elinbjørg.
hil
Spældu ikki sum lið
– Vit høvdu ordiliga gott tak á teimum í fyrra
hálvleiki, tá vit bæði spældu og vardu væl, men mitt
í seinna hálvleiki góvust vit at spæla sum eitt lið og
byrjaðu at koyra ein og ein, og tá kiksaði tað.
Tað staðfesti Durita Mikkelsen úr Stjørnuni eftir
tapið í Runavík í gjárkvøldið, ið kortini ikki tók
vónina frá henni um at fara allan vegin í Sunset-
kappingini.
– Vit eru allíkavæl við gott mót, og vit skulu nokk
taka Tjaldur aftur í Klaksvík, segði hon.
hil
Tjaldur-Stjørnan 30-25 (13-13)
Tjaldur tók fyrsta stikkið
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Sunset-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál
munur stig
1
Tjaldur
4
4 - 0 - 0
136
95
41
8
2
Stjørnan
4
3 - 0 - 1
123
86
37
6
3
Neistin
4
3 - 0 - 1
109
92
17
6
4
VÍF
4
1 - 0 - 3
91
124
-33
2
5
VB
3
0 - 0 - 3
58
83
-25
0
6
StÍF
3
0 - 0 - 3
60
97
-37
0
Máltindurin, hondbóltur
Sunset-kappingin
Adina Petrea
Tjaldur
49
(8)
Cornelia Rimbu
Tjaldur
29
Simona Petersen
Stjørnan
26
(4)
Valentina Suciu
Stjørnan
26
(8)
Jacklin Durhuus
Neistin
21
Katrin á Neystabø
Neistin
20
(4)
Annika Thomsen
Tjaldur
18
Liljan Durhuus
VÍF
18
(3)
Marinela Patru
Tjaldur
17
Joan M. Djordjevic
Stjørnan
15
Rebekka Justinussen
StÍF
14
Roxanna Bodirlau
StÍF
14
(3)
Halla Midjord
VÍF
12
Rakul Augustinussen
Neistin
12
(1)
Anja Heinadóttir
Neistin
11
Mál (br.)
Simona Petersen og Valentina Suciu úr Stjørnuni royna at forða Corneliu Rimbu úr Tjaldri at sleppa fram at málinum
Mynd: Álvur Haraldsen