hósdagur 29. oktober 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 207 - 29. oktober 2009
tíðindi
T
að ber ikki til at siga so
nógv um Fridu, men
tað kann sigast nakað um
pápan og ommuna. Pápi
Fridu var tann kendi
“kongaligi loðsurin” Theo
dor Samuelsen, sum var
ættaður úr Klaksvík. Hann
byrjaði sítt lív sum fiski
maður bæði við føroyskum
og útlendskum skipum.
Hann varð serliga kunnug
ur í Grønlandi og var ofta
sum “kendur maður” við
norskum farmskipum, sum
fóru til Grønlands eftir
saltfiski. Hetta gjørdi hann
skikkaðan at verða loðs í
Havn, har hann eisini var
væl umtóktur
Kona Thedor var Margr
etha, kallað Dedan, sum
var dóttir Ingu í Króki úr
Havn. Inga búði í Danmark
undir krígnum, og Sigurd
Joensen hevði í 1945 eina
samrøðu við hana í útiseta
blaðnum Búgvin um henn
ara tíð í Íslandi. Samrøðan
er eisini í bókini Til Lands
hjá Sámal Johansen.
Konufólk til lands
Inga var nógv summar í
Íslandi í hennara ungu døg
um, tá ið føroyingar gjørdu
so nógv av at rógva út har,
og konufólkið fór at ar
beiða í fiski. Tað var hetta
samrøðan snúði seg um, og
kann hon vera eitt gott ís
koyti til tað, sum vit annars
hava skrivað um hesa søgu.
Fyrsta árið Inga var í
Íslandi var í 1889. Konu
fólk høvdu verið í Íslandi
undan tí sum fiskagentur
og kokkar hjá útróðrar
monnum.
Tað var Jacob Lützen,
sum handlaði í Fútastovu,
ið teknaði kvinnurnar fyri
ein dana Bakker á Vopna
fjørðinum.
Men Østrøm var millu
maður, tá ið Inga fór yvir.
Hann fór at keypa fisk
yviri á Seyðisfjørðinum í
1889. Hann fór sjálvur yvir
við “Einigheitini,” sum
hann hevði leigað sær.
Tveir av hansara monnum
á verksmiðjuni, sum hann
hevði á Skálatrøð, Palli á
Tanganum og Jens Even
sen fóru við. Umframt fóru
so nøkur konufólk, og tey
vóru Greta í Dávastovu,
Nina í Dali, Maria hjá
Polla og Inga úr Havn.
Rakul og Julina vóru av
Eiði.
Tey fóru 18. juni úr
Havn og yvir til Seyðis
fjarðar, har tær fóru beint í
fiskin. Tær búðu á Gull
steinsoyri, men arbeiddu á
Hánefsstøðini.
Jens Evensen og Palli
leigaði tær inn í eini stór
sethús. Allar seks gentur
nar búðu í eini stovu. Har
búðu eisini aðrir føroying
ar, ið vóru til lands. Ein
bátaskipan av Toftum, átta
menn, búðu uppi í eini
stovu. Tað búðu íslendingar
uppi á loftinum. Jens og
Palli fingu hús hjá bóndan
um á Hánefsstøðni.
Palli og Jens fingu fiskin
teir keyptu frá føroyskum
útróðrarmonnum og eisini
frá íslendingum.
Fiskurin var flaktur, salt
aður, rivin um, tá ið hann
var íligin, saltaður aftur,
vaskaður og turkaður.
Tað var ikki so nógv at
gera at byrja við, men
seinni út á summarið var
almikið av arbeiði. Tann
14. september fyrsta árið
fóru tær heim aftur við
Einigheitini. Tað var illveð
ur. Skiparin Jens Mohr var
illa við, tað er ikki ov nógv
sagt. “Og alt hetta fólkið
eg havi umborð, 99 sjelir
eg havi,” segði hann.
Útróðrarmenninur vóru
so víða, so tað bar ikki til
hjá Ingu at siga, hvussu
nógvir teir vóru. Millum
annað vóru teir á Brimnesi
á norðari arminum á
Seyðisfirði. Teir turkaðu
eisini fiskin sjálvir.
Mánaðarlønin 35 krónur
Lønin var 35 kr um mánað
in, men tá kostaðu tær seg
sjálvar. Inga fór ikki avstað
aftur við Østrøm. Hann fór
nevniliga á húsagang og
rýmdi av landinum.
Inga var eini 14 summur
í Íslandi. Hon var eisini
fleiri ár á Vopnafjørðinum.
Tær arbeiddu hjá einum
íslendingi, ið æt Valdimar
Daviðsson, og tá hann var
deyður hjá Ólavi Daviðs
syni, beiggja hansara.
Tað vóru nógvir føroysk
ir útróðrarmenn á Vopna
firði. Tað vóru bátsskipanir
úr nógvum føroyskum
bygdum. Inga helt, at tað
vóru eini 30 konufólk,
nógvar vóru úr Kollafirði.
Tær búðu allar 30 saman
við tveimum íslendskum
gentum í einum rúmi á
“stulkuloftinum.” Hetta var
eitt stórt loft. Tað gekst
uppá tað beint úr túnium.
Tað vóru 14 trappur fyri
endan á húsinum upp á
loftið. Áðrenn komið var
inn í rúmið, har tær svóvu í
koyggjum tvær og tvær,
var komið inn í eitt stórt
rúm, sum føroyingarnar
høvdu at dansa í leygar
kvøld og sunnukvøld. Teir
vóru um 250 í tali.
Tað var so ymiskt, hvar
útróðrarmenninir búðu.
Summir búði hjá bóndum
og annars í húsum, teir
leigaðu sær. Teir vóru
spjaddir inn eftir øllum
firðinum tí megin sum
bygdin er. Kollfirðingar
búðu ár eftir ár í einum
húsum, teir kallaðu Sokra
tes. Tað var ikki meira enn
fimm minuttir at ganga av
stulkuloftinum niðan í
Sokrates.
Inga var eisinu nøkur ár
á Seyðisfjørðinum, har hon
og fleiri arbeiddu hjá ein
um norðmanni Thorvald
Imsland. Har búðu tær átta
í einum húsum, sum tær
høvdu fyri seg sjálvar.
Seinni arbeiddi Inga hjá
teimum norsku vinnulívs
beiggjunum Wathne á
Seyðisfjørðinum og
Reyðafjørðinum.
Tað var stuttligari á
Vopnafjørðinum enn á
Seyðisfjørðinum, tí har
vóru teir flestu føroying
arnir. Tað var eisini stutt
ligt á Seyðisfjørðinum, tí
har vóru so nógvir norð
menn, og teir vóru so góð
ur dansarar. Arbeiðstreytir
nar vóru betri hjá norðmon
num á Seyðisfjørðinum.
Mundu gingið burtur
Eitt árið fór Inga eisini upp
á Akureyri at arbeiða sild.
Har arbeiddi hon hjá Thór
Tulenius. Hann átti húsið
Tórshamar. Hetta var ein
skotsk fyritøka. Tí kom
Inga at arbeiða saman við
skotskum gentum. Arbeið
ið var at salta sild í tunnur.
Tvey skotsk sildaskip
gingu eisini út frá Aku
reyri. Tað var seint tað
árið, áðrenn tær sluppu
heim til Føroya. Hetta var
tann ræðuliga ferðin við
danska skipinum Thyru, tá
ið tey mundu gingið burtur
fult av føroyskum íslands
fararum. Tað var ein føroy
ingur, sum bjargaði teim
um, tá ringast stóð til. Teir
mistu tó ein mann.
Inga segði at lívið í
Íslandi var stuttligt, hóast
tað var strævið.
Inga doyði í 1947 og er
jarðað í Danmark.
Frida gjørdist bert 13 ár:
Omman var millum fyrstu konufólkini
til lands í Íslandi
Teir flestu av teimum gravsteinum, sum søga kann skrivast um, er har innskriftin sæst. Men so eru
onkrir við ongari innskrift, sum ættarfólk hava gjørt vart við. Krossurin í hesi grein stendur yvir ta bert
13 ára gomlu Fridu Samuelsen, sum doyði av tuberklum í 1929
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Frida bleiv bert 13 ár
Foreldur og systkin hjá Fridu: Aftanfyri f.v. Kiss, Margretha,
Theodor og Olaf. Frammanfyri Gudrun og Temmy
Inga Christiansen, í Króki
Grøvin hjá Ingu (1868-1947)
í Keypmannahavn
Komandi partur
Í komandi parti verður eitt sindur av ítróttarsøgu.
Nevnliga um Sofus Evensen, sum var við til at
stovna HB
FRIDA SAMUELSEN
F. 3. AUGUST 1916
D. 24. OKTOBER 1929