Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 207 - 29. oktober 2009 17 tíðindi eru eisini gjørdir, meðan hon var undir brúsuni. - Tú kanst ætla, at hetta eisini ávirkaði familjulívið. Tað var tann bera elendig- heit. Øðrvísi fái eg ikki lýst tað. - Tær báðar døtur okkara, sum tá vóru um 12-13 ára aldur, tær sóu sjálvandi hvussu tilstandurin var. Men tær søgdu einki við meg, helst fyri ikki at gera støðuna enn verri, greiðir Elly álvarsom frá. Svartari enn svart Eitt annað sum Elly í dag minnist aftur við gru eru teir - ikki bara svørtu - men kolasvørtu tankarnir sum høvdu vald á henni. - Eg plagi at siga tað so, at teir vóru so svartir sum tá tú fyrst verður lagdur í eina kistu í eini grøv. Men hjá mær vóru tankarnir altso svartari enn svart, tí tú kanst eisini fara longur niður enn tað. - Ja, uha, tankar mínir vóru so svartir, at eg vildi ikki siga tað við starvsfólkini á Deild 1. Eg helt faktiskt ikki, at tey megnaðu at hoyra, hvussu ringt eg hevði tað, sigur Elly. Tá støðan er soleiðis, er ikki langur vegur til hugs- anina um, at lívið er ikki vert at liva longur, tí er tað bara at koma út úr tí sum skjótast. - Ja, tá ringast stóð til hugs aði eg bara um at doyggja, men eg kom tíbet- ur ongatíð so langt sum til at hugsa um at gera sjálv- morð, slær hon enn einaferð fast. Hugsanin um, hvussu ein lættast kundi taka lívið av sær, ella hvar ein møguliga skuldi gera hetta, fekk ikki fastatøkur á henni. Hetta var kanska heldur hinvegin ein partur av viðgerðini ella endurreisnini: - Tja, tað var kanska gott at hava einar slíkar bakdyr ella útveg, fyri bara at halda út, at eg hevði tað so ringt! Sum eitt barn Støðan versnaði dag frá degi, og her var ikki annað at gera, enn at fara til lækna, og síðani til sálarlækna og sálarfrøðing við trupulleik- unum. Fyri øll hesi fakfólkini var eingin ivi um, at Elly - hóast hon í øllum virvarin- um í sál síni helt, at hon mundi fara at klára tað sjálv - mátti fáa viðgerð og tað skjótt. Mánadagin 28. juni 2004 trein hon so á fyrsta sinni inn á eina psykiatriska deild. Henda dagin var hon sera illa fyri, og trongdi bert til, at okkurt profesjonelt starvs fólk tók sær av henni í eina tíð. Hóast fólk helst ikki halda so nógv um tað at verða innlagdur á eina psykiatriska deild, so føldist tað sum ein lætti, tá tað umsíðir gjørdist veruleiki. - Eg hugsaði sjálvandi um, hvat familjan fór at siga, og um eg mundi kenna onkran annan sum var inn- lagdur har. Men tá eg kom inn um dyrnar á deildini, var tað sum eg slapp av við ein sera tungan ryggsekk. - Eg kláraði simpelthen ikki gerandisdagin heima við hús, og eg trongdi til at fáa møguleikan at kunna sleppa øllum og bara fáa umsorgan frá øðrum. Ja, eg føldi meg akkurát sum eitt lítið barn sum er totalt av - hengigt av hjálpini frá øðr- um, greiðir hon álvar som frá. Hóast hon var sera illa fyri, og haraftrat var sera sera kløn, tí hon ikki orkaði tankan um mat, minnist hon alt frá innleggingini. Sjálvt um støðan var so álvarsom og hon var illa fyri, fekk hon alt við sum hendi rund- an um hana. Ella sum hon sjálv tekur til: - Man hevur øll følihorn- ini úti hóast man er elend- igur, tí alt er so nýtt. Man fær faktiskt hvørja einastu bagatell við! 53 ára gamal næmingur Henda fyrsta innleggingin gjørdist drúgv. Hon varð fyrst innløgd í sjey mánaðir, við upp og niðurtúrum. - Eg varð útskrivað tá, men eg haldi at tað nokk var kanska eitt sindur skjótt. Tí eg gjørdist sjúk aftur, rættiliga sjúk, greiðir Elly frá. Eins og fyrru ferðina var tað depressjón við máttloysi, svørtum tankum og gráti sum sermerktu hesa tíðina. Eftir enn eina innlegging tók hon avgerð um at fara í skúla. Hetta gjørdi hon við at fara í skúla við Áir at taka FHS. Her vóru bæði lærarar og næmingar sera góð at vera saman við, sjálvt um hon kanska ikki luttók so nógv í prátinum við hini. Her byrjaði Elly kortini at fáa herðindi av ótta, m.a. fyri at fara í lyftur, almenn toilett, flúgva og sita í bussi og bili. Hetta førdi við sær, at hon ikki tordi at koyra í bussinum millum Havn og Áir, men mátti fáa mannin at koyra hana hagar. - Tað hevur víst seg, at tað er serliga um várið at eg fái tað ringt psykiskt. Tað sama hendi aftur, meðan eg gekk við Áir, men tá gjørd- ist trupulleikin ikki so stórur, tí tað var so lítið eftir av skúlaárinum. Men tað er strævið at hava tað soleiðis, skal eg heilsa og siga! Eftir lokna skúlagongd fekk hon eitt hjálpararbeiði í Daglonini á Psykiatriska Deplinum nakrar tímar um dagin, og var hetta ein stór orsøk til at tað nú tók at venda av álvara. Hon ar - beiddi her saman við øðrum fólkum, og fann so líðandi útav at hetta bar væl til. Samstundis við hetta fekk hon eisini sjálvsálitið aftur. - Eg føldi at tað gekk væl at arbeiða. So tá eg avgjørdi at fara á Hægri Handilsskúla í Havn í summar, føldi eg meg at vera til reiðar til tað. Eg hugsaði eisini nógv um, hvat øll hini í flokkinum mundu fara at siga. Eg meini: Tey vóru helst so nógv yngri enn eg, - eg, ein 53 ára gomul omma. - Eg vil tó siga, at tey hava verið sera góð við meg. Eg havi verið púra opin um mína depressjón, og onkur hevði eisini sæð sendingina í sjónvarpinum um óttan hjá mær at flúgva, men øll kenna kortini ikki mína bakgrund - ikki fyrr- enn nú!, sigur Elly við einum brosi. » Eg var ræðuliga irriterað, tá starvsfólk søgdu at nú hildu tey at eg hevði fingið tað betur. Tí eg vildi, so løgið tað ljóðar, verða verandi í lortinum » Um eg onkuntíð hevði verið hjá frisør, ella hevði sminkað mær ella pyntað meg, søgdu starvsfólkini við meg, at nú var betur hjá mær. Men soleiðis er tað ikki: Tú kanst pynta teg ein dag, og gera sjálvmorð næsta dagin » Eg var bangin fyri at vera uppgivin. Eg var sera rastleys og var í upploysn. Eg hevði eitt kalt hjarta ið var um at bresta. Tað var ræðuligt at vera í nærkontakt við mína sál » Nú aftaná at eri eg vorðin frísk, er tað ringt at siga akkurát hvat hevur hjálpt. Eg trúgvi at alt tilsamans hevur verið við til at gera meg fríska, men eg trúgvi ikki at eg hevði kunnað verið fyriuttan medisinið. Tað týdningarmesta er tó stuðulin frá familjuni, ikki minst børnunum » Tá eg var innløgd gjørdist eg sum eitt barn. Tað var tað, eg hevði brúk fyri, til tess at koma víðari. Men tað gjørdi eisini at tað tók sera langa tíð at koma úr depressjónini, tí eg vildi sleppa at vera barn. Ymisk og tó Ímeðan vit liva Eru vit øll ymisk Men vit eru øll Einsamøll Í deyðastundini er ymiskleikin Ikki ymiskur longur Og einsemið er vorðið Fullkomið (Elly Debess yrkti) Sagt av Elly í øðrum sambandi: