Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 207 - 29. oktober 2009 tíðindi Ein teirra sum veit alt um, hvat tað er at líða av depressjón, er 53 ára gamla Elly Debess í Havn. - Meðan eg var innløgd á psykiatrisku deild, hugsaði eg allatíðina um deyðan og hvat eg skuldi gera fyri at doyggja: Skuldi eg kanska leypa út fyri ein buss? Skuldi eg leypa á bláman, ella skuldi eg gera okkurt heilt triðja? Men tíbetur kom tað ongatíð hartil, sigur hon. Í dag gongur hon nevniliga á Hægri Handilsskúla í Havn SálarSjúka Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Tað var eitt øgiligt stríð inn an í Elly henda veturin fyri fimm árum síðani: Hon var innløgd á Psyki­ atrisku Deild 1, og brúkti nógva tíð at fantasera um deyð an. Hetta var kortini ikki nóg mikið, tí hon hugs­ aði somuleiðis ­ uttan ræðslu! ­ um, hvussu hon fór at síggja út, aftaná at ein bussur hevði koyrt hana yvir. Umframt hetta hendi tað eisini fleiri ferðir, at hon kundi sita í tímavís úti á Argjum og hyggja niður í sjógvin, og ímynda sær at hon lá druknað á havsins botni. ­ Fyri meg var hetta sum at vera bæði í himli og helviti ísenn. Eg var í himli saman við einglum, tí eg hevði sera góð stavsfólk rund an um meg á deildini. Samstundis føldi eg tað sum um helvitið var innaní mær sjálvari. ­ Uha, hetta man sikkurt ljóða ræðuligt hjá fólki at hoyra ella lesa um, men so vil eg skunda mær at leggja aftrat, at eg hevði kortini ong antíð ætlan um at gera sjálv morð, sigur Elly Debess. Júst í dag, nú 40 ár eru lið in síðan fyrsta psyki­ atriska deildin lat upp í Før­ oyum, er hon frísk og hevur fingið bæði sjálvsálit og lívs mót aftur. Og hon vil fegin siga frá síni søgu fyri Føroya fólki. ­ Ja, nógv er broytt hesi seinastu fimm árini. Í dag tori eg at siga, at sólin er aftur farin at skína í mínum lívi, slær Elly fast. Tíðin gongur nú í stóran mun til heimið, skúlagongd, mann, børn ­ og ommu­ barn! Fasadan skramblaði saman Tað var ikki yvir náttina, at Elly endaði í eini depressjón. Hetta var ein tilgongd sum byrjaði tvey ella kanska fýra ár frammanundan teirri fyrstu innleggingini ­ ella helst longu frá barnaárum av. ­ Tað byrjaði av álvara í 2003, men nú eg havi hugt aftureftir, er lítil ivi um, at eg faktiskt havi verið meiri og minni sjúk líka síðani 2001. Tá fekk eg fyrstu ferð heilivág ímóti depressjón, sum eg tók í eina tíð. ­ Tað var kortini ikki fyrr­ enn á vári í 2004 at fasadan hjá mær skramblaði sam an, og eg gjørdist so mik ið sjúk, at eg fór simpelt hen niður við flagg inum, greiðir Elly álvarsom frá. Fyri Elly er ikki trupult at seta orð á tær ógvusligu broyt ingarnar og hending­ arnar sum fóru fram inni í hennara sál, likami og um ­ hvørvi: Hon orkaði einki at gera heima við hús. Mað ur hennara mátti taka yvir tað húsliga, tí Elly megnaði ein ans at gera tað mest ein­ falda fyri børnini, t.v.s. mat og slíkt, áðrenn hon mátti skunda sær í song ina aftur, ­ ikki tí hon var deyðamóð, men tí at hon var so kedd. ­ Eg føldi tað akkurát sum um eg hevði eina ógvus liga influensu. Eg orkaði hvørki at ganga ella sita, men ynskti bert tað eina: At kunna liggja í song ini. ­ Um eg onkutíð mannaði meg upp og fór til handils, gekk tað so nøkulunda. Men tað tók hinvegin sína tíð at fara innaftur til mín sjálvs. Tað er ótrúligt at hugsa sær í dag, men eg kundi saktans sita ein heilan tíma ella meiri úti í bilinum, tí eg simpelthen ikki orkaði at fara inn. Elly vildi bert hava frið frá umheiminum. Hetta gjørdi hon m.a. við at koyra allar gardinurnar fyri, stongdi úthurðina og vildi ikki órógvast við nøkrum. So her var einki við at hugna sær heima við stearin ljósum, drekkamunni og útvarpinum tendraðum. ­ Ja, støðan var so ring, at eg til tíðir ikki eingang orkaði at vaska mær! Græt, græt og græt Var tað kortini nakað, sum hon minnist aftur frá hesi tíðini, var tað gráturin. ­ Tja, samanlagt man eg havi grátið uppí eina heila á, sigur Elly við einum brosi. Fyri bert fáum árum síð­ ani var hetta ikki nógv at flenna eftir. Hon bara græt og græt og græt uppaftur meiri. Bara hon t.d. hoyrdi ein vakran sálm, fekk gráturin takið á henni. At eta orkaði hon ikki tankan um. Her var ikki hugsingur um at vera sosial uppá nakran sum helst máta, t.d. við at fara í føðingardagar ella at halda føðingardagar í húsinum. Til hetta mátti hon fáa hjálp uttanífrá. Kom familja á gátt, skund­ aði hon sær inn á wc’ið at gráta eina góða løtu, og kom so út aftur eftir at hava vaskað sær um eyguni, so ­ leiðis at eingin skuldi síggja nakað. Nógvir grátitúrar … Depressjónin førdi meg inn í svartasta myrkur At yrkja er ein gáva Frá fyrstu løtu á Psykiatrisku Deild 1 merkti Elly, hvussu dugnalig starvsfólkini vóru, og hvussu stóra umsorgan tey høvdu fyri tí einstaka sjúklinginum. Sjálv hevði hon bert eittans ynski: At sleppa at liggja í friði í songini allan dagin. Og tað slapp hon eisini teir fyrstu dagarnar. Men starvsfólkini vistu sum var, at tað var best fyri sjúklingin, at hann kemur á føtur aftur so skjótt sum tilber. Á deildini og kring hana vóru ymisk tilboð til sjúklingarnar, m.a. heilivágur, og tað vardi ikki leingi fyrrenn Elly so smátt byrjaði at gera fimleik, ganga túrar, fara í ergoterapi’ina og tílíkt. Hon fekk eisini dagligar samrøður við sín kontaktpersón á deildini og við ein sálarfrøðing, har hon kundi tosa um alt tað sum lá henni á hjarta. - Hesar samrøðurnar hjálptu mær heilt sikkurt, men so løgið tað ljóðar, so var eg samstundis sera irriterað inn á starvsfólkini, tí eg ikki slapp at hava tað ringt í friði og náðum. Tey vildu alla tíðina hava meg til bæði eitt og annað, men eg haldi bara at eg var alt ov sjúk til at kunna luttaka í øllum hesum tilboðunum. Hóast orkan kundi goymast á einum sera lítlum staði, var tað kortini eitt sum Elly fekk hug at gera: At skriva dagbók, yrkja og tekna. Og hon dylur ikki fyri, at ætlan hennara er at geva út eina bók um lív sítt einaferð í framtíðini. - At kunna yrkja var simpelthen ein gáva sum eg fekk onkustaðni frá. Eg havi aldrin gjørt tað áður. Nú gjørdist tað líkasum ein partur av arbeiðinum at koma burtur úr depressjónini! - Eg hugsaði nógv um, hvat hini í flokkinum mundu fara at siga til at ein 53 ára gomul omma fór á skúlabonk. Men tey hava verið sera góð við meg, sigur Elly Debess, sum her er í skúla á Handilsskúlanum í Havn Mánakuldi Tað er mánakuldi á jørðini og eg eri einsamøll tí øll eru deyð. Eg veit ikki hví tí eingin er at spyrja. Eg gangi heim. Tað er myrkt og mánakuldin treingir seg inn gjøgnum termojakkan (Elly Debess yrkti á vári 2004 - stutt áðrenn hon varð innløgd fyrstu ferð)