Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. oktober 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 208 - 30. oktober 2009 Sonur Niclas í Koltri, Niclas Niclasen, hevur givið Føroya Fornminnissavni amboð og lutir frá pápa sínum. – Hetta er stórfingin gáva og er fyrstu fullfíggjaðu amboð vit hava frá bátasmíði, sigur Er land Viberg Joen­ sen, savnavørður FORNMINNI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Kendasti bátasmiðurin í nýggjari tíð er uttan iva Niclas í Koltri. Umframt hópin av vanligum føroysk­ um bátum er hann vorðin ímyndin av føroyskum kapp róðri, og standardi ser­ aði í síni tíð føroysku kapp­ róðrarbátarnar. Nú hevur so Føroya Forn­ minnissavn fingið gleði av stórfingnari gávu, sum son­ ur Niclas í Koltri, Niclas Nicla sen, hevur latið savn­ inum. – Talan er fyrst og fremst um abmoð og lutir frá báta­ smíðinum hjá Niclas í Koltri úti á Heygnum Mikla, sigur Erland Viberg Joensen, savnsvørður. Niclas í Koltri doyði í 1991 og konan, Elisabeth, í summar, so nú er bert son­ urin, Niclas, eftir. – Sonurin kemur so til Føroyar. Hann er fyrrverandi skipari og býr í Noregi, og hann ringir so til Forn­ minnis savnið og bjóðar okk um eina gamla bíbliu úr húsunum úti í Koltri, um framt nakrar sálmabøk­ ur. Tað siga vit sjávlandi ja takk til, sigur Erland Viberg Joensen. Síðani verður tosað við Niclas Niclasen, og hann kem ur so fram við gesta­ bókini hjá Elisabeth og Niclas, sum bæði hevur verið í húsunum í Koltri og í Havn. – Í henni síggjast prome­ nentir gestir, bæði útlend­ ingar og kendir føroyingar, umframt fólk, ið hava bílagt bát, sigur Erland Viberg Joen sen. Modellskip Eitt annað, ið Føroya Forn­ minnissavn eisini fekk, er bíleggingarbókin hjá Niclas í Koltri, og í henni er eitt fullfíggjað yvirlit yvir allar bátarnar, sum Niclas í Koltri hevur smíðað. – Talan er bæði um van­ ligar útróðrarbátar, men eis ini yvir allar kapróðrar­ bátarnar, sigur Erland Vi ­ berg Joensen. Meðan Andrass Morten­ sen, stjóri á Føroya Forn­ minnissavni, og Erland Vi berg Joensen eru á vitjan úti á Heygnum Mikla, sleppa teir at síggja smiðj­ una í kjallaranum. – Andrass er jú ser frøð­ ingur í føroyskum báta­ smíði, og hann helt hetta vera so mikið stóran fong, at vit bera upp á mál um møguleiki er fyri at Fornminnissavnið fær tað, sum Niclas Niclasen ikki sjálvur hevur brúk fyri. Og svarið var, at vit kundu velja sjálvir, sigur Erland Viberg Joensen. Teir fara so í gongd, meðan savnsfagnaðurin var í heystfrítíðini, og at kalla alt savnsfólkið hevur verið úti á Heygnum Mikla og savna saman. ­ Vit síggja so ein part av tí, ið vit fingu heim við okkum aftur, sigur Erland Viberg Joensen, og vísir á níggju av modellskipunum, sum Niclas í Koltri hevur bygt, tað fyrsta tá hann var bara 11 ára gamal. Hetta eru modellskip, sum Niclas í Koltri gjørdi til kenda hylin úti í Koltri. Hann gjørdi tilsamans 19 slík skip, eitt er givið burtur, meðan Fornminnissavnið sum nevnt hevur fingið tey níggju. Stórur fongur Hann sigur, at nógv helst minnast hesi modellskip, men tey eru kortini bert ein »síðuvinningur«, sum savns vørðurin málber seg. – Tað, sum hevur størstan týdning, eru øll amboðini. Talan er um eitt fullfíggjað savn av amboðum, sum Niclas í Koltri brúkti, og fleiri av hesum amboðum hevur hann sjálvur gjørt, sigur Erland Viberg Joen­ sen. Av hesum eru bæði klomb ur, høvlar og skabi­ lónir av øllum handaslag. – Skabilónirnar eru ser­ liga spennandi, og hann hev ur ein hóp av hesum til ymsu bátastøddirnar um ­ framt mát, sum eru gjørdar til kappróðrarbátarnar, sig­ ur Erland Viberg Joensen. Men eitt er at fáa alt til høldar, tí fyri framman ligg ur eitt stórt arbeiði at skráseta allar lutirnar. ­ Alt skal skrásetast lut fyri lut ella grip fyri grip. Sumt skal reinsast og sumt skal bøtast um og setast í stand. Hetta er eitt um fatandi arbeiði, men tað sum síðani kundu hugsa okk um er, at almenningurin onkusvegna sleppur at síggja øll hesi amboð og lutir, tí Niclas í Koltri er helst tann bátasmiðurin, ið er kendastur í 20. øld, sigur Erland Viberg Joensen. Hann sigur, at Niclas í Koltri ikki bert er kendur millum føroyingar, men eis ini uttanlands. – Hann var jú yviri í USA í 1976 og smíðaði bát í samband við eitt tiltak, ið nevndist »Scandinavia To ­ day«. So hetta er ein stórur fongur, sum Føroya Forn­ minnissavn hevur fingið, sigur Erland Viberg Joen­ sen, savnsvørður. Loppur og bilvask Leygardagin verður høvi at fáa bilin vaskaðan í Kommunu skúlagarð inum í Havn, og meðan bíðað verður ber til at fara á loppumarknað inni í fimleikahøllini ella keypa sær ein kaffimunn og køkubita. 7. A í kommunuskúlagarðinum í Havn skipar fyri. Tað er sami flokkur, sum síðsta skúlaár vann umhvørviskappingina hjá Tórshavnar kommunu fyri skúlaflokkar. Hava fólk lutir, bøkur, klæði ella okkurt heilt annað, sum tey vilja sleppa av við, eru tey vælkomin at koma við tí. Tikið verður ímóti í fimleikahøllini frá kl. 19 til 22. Fornminnis savnið forkunnuga gávu Føroya Fornminnissavn hevur eisini fingið níggju modellskip, ið Niclas í Koltri hevur bygt, sum ein »síðuvinning« Mynd: Jens Kristian Vang Erland Viberg Joensen við einum av klombrunum, ið Niclas í Koltri sjálvur hevur gjørt. Tey eru at halda borðunum upp á pláss, meðan klinkað verður Mynd: Jens Kristian Vang Allahalgannakonsert í Vágs kirkju Sunnudagin, 1. nov. kl. 15, hava Kirkjukórið Ljómur, Vágakórið og Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni allahalgannakonsert við offurgongd í Vágs kirkju. Á skránni eru “Messa í C” hjá Anton Bruckner og føroyskir sálmar.