Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. oktober 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 208 · 30. oktober 2009 2 VIKUSKIFTI Løgið at skifta sangmál í heilum Vambakonur við stíli Redaktørar: Inna Törnroos og Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Jensen Forsíðumynd: Agnar Artúvertin / Símun J. Hansen 4 SAmrøðA: KiKKi Danielsson í eRligaRi samRøðU 6 móTI: BaRnsligt í FøRoysKUm inteRnetHanDlUm 7 90 SEKund: sonja jógvansDóttiR svaRaR 8 SAmrøðA: agnaR aRtÚveRtin gevUR nýtt stUttsøgUsavn Út 11 10 TIng um: jon stewaRt 12 ummælI: aFtan á UnDRið 14 TIl ArbEIðIS: jonna Hansen apoteKaRi 15 umAfTurAfTurumAfTur: Høgni DjURHUUs 16 rEPorTASJA: oasis oF tHe seas FeR av BaKKastoKKi 18 SPyrST So lIVST: RigmoR svaRaR 19 mín bESTA uPPSKrIfT: tHai-inspiReRað gRinDawoK 23 TAð HEndIr: KonseRtiR, BøKUR, senDingaR osFR. 24 VIKumyndIn: Besta mynDin í viKUni – Hvørja ferð, eg Havi vant meg við at syngja á einum máli, so skifta vit. men nú dugi eg ikki fleiri mál, sigur Hans Edward andrEasEn, sum nú skal syngja á enskum í rockbólkinum ThE drEams tónleiKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Fyrst sang hann á enskum, so flutti hann yvir í føroyskt mál, síðani skuldi danskt føra hann fram, og nú er hann aftur í klassiska rockmálinum, enskum. Hans Edward Andreasen hevur roynt eitt sindur av hvørjum í rockbólkinum The Dreams, men tað má verða heldur sjáldsamt, at ein bólkur skiftir málið í sínum sangum reguliga út. – Tað er eitt sindur undarligt at skifta ímillum málini. Nú hava vit sungið á føroyskum, donskum og enskum, og tá eg eri blivin vanur við at syngja á einum máli, so skifta vit. Men nú dugi eg ikki fleiri mál, so vit kunnu ikki skifta til nakað nýtt, sigur Hans Edward Andreasen skemtandi. Judas-agtigt The Dreams skiftu frá føroyskum – og lut víst enskum – til danskt, tá teir royndu at vinna fram í Danmark, og tað rigg aði heilt væl, tí The Dreams telist mill um tey populerastu nøvnini mill um danskan ungdóm. Nú eru The Dreams farnir aftur at syngja á enskum máli, tí teir ætla sær at røkka longur út í heim, og fyrsti sangurin er komin út . Tað er sangurin Under The Sun, sum hesa vikuna hevur ligið ovast á Boogie-listanum í Dan- mark. – Vit hava fyri tað mesta fingið posi tivar reaktiónir, nú hava vit skift til enskt. Onkur negativ viðmerking hevur eisini, men tað hevur ikki verið so ringt, sum tá vit skiftu frá før- oyskum til danskt, sigur Hans Edward Andreasen. – Tá vit fóru at syngja á donskum, vistu vit, at tað fóru at koma nakrar reaktiónir, tí tað var kanska eitt sindur judas-agtigt at gera tað, sigur Hans Edward. The Dreams kann upplivast á palli í Føroyum hetta vikuskiftið. Teir spæla til tiltakið Crazy Night á Kambsdali leygarkvøldið. – Tá vit fóru at syngja á donskum, vistu vit, at tað fóru at koma nakrar reaktiónir, tí tað var kanska eitt sindur judas-agtigt at gera tað, sigur Hans Edward Andreasen, sangari í The Dreams InnIhaLd KlUmma anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Havi eina vinkonu, sum ikki fekk farið á lívsstílstevnu herfyri, tí hon stóð beint í øllum slaktinum. Tað gera konur í Føroyum jú í heystfrítíðini, tí tá fara menn í Føroyum á fjall. Hvørt ár. Men gakk, tað høvdu lívsstílskonurnar uppi á Hotell Føroyum gloymt, sjálvt um teirra spísskompetanca vist er at halda eyga við, hvat er uppi í tíðini. Sovorðnar konur hava eisini forbiðið nógv um oyruni, og tá er skjótt, at okkurt líkasum 'smuttar'. Nokkso keðiligt hjá vambakonunum, tí í lýsingini stóð, at konurnar á hotellinum fóru at hava tað »ordliga hyggens« við smiley-tekni og øllum. Tað kann eisini hugsast, at vambakonur ikki ordiliga telja við, tá lívsstílskonurnar snakka um, hvat er 'hot' og hvat er 'not' í føroyska kvinnu-universinum. Ella flakakonur - hinar í Klaksvík, tit minnast, sum fyri nøkrum árum síðani ikki sluppu við til Havnar at taka lógvatak saman við øllum hinum konunum í Norðurlandahúsinum at lyfta okkum allar inn í eina meir frígjørda framtíð. Tær høvdu ikki tíð, tí tær – ná ja, stóðu og skóru flak, tí tað gera flakakonur mánadag, men tað hevði onkur kona í Havn gloymt. Tí hoyrdu flakakonurnar heldur ikki allar teir fínu fyrilestrarnar um, hvussu tær skulu networka tvørtur um flakamaskinurnar og vera assertivar so tær kundu lyfta seg upp á ein betri skammil at standa á ájavnt tann hjá monnunum. Og hesuferð mugu vambakonurnar bara droyma um, hvussu tær kunnu kombinera kunstigar negl við at binda windsor-slipsa- knútin hjá manninum, tá hann kemur aftur av fjalli, heitur og tystur eftir einum lekrum smoothie. Virkeliga spell, also. Tað hildu konurnar á hotellinum eisini, sum ikki skiltu petti av, at tað ikki komu fleiri føroyskar konur á lívstílsstevnu. Nei, ikki er tað lætt at raka rætta stílin – serliga ikki, tá man skal sikta uttan um bóndakonur, flakakonur, sjómannakonur og hálvtíðar vambakonur, sum standa og skugga fyri allastaðni. Men hvør veit – kanska fara lívsstílskonurnar at geva vambakon- unum eitt ordans makeover næstu ferð, vaska luktin av teimum og bjóða teimum til sofaprát um, tvørligar rukkulakkar ella hvørjir seymir skapa tey mest stílfullu blóðpylsuindrini? Tað hevði verið ordliga hyggens. mynd: pressumynd mynd: savnsmynd