fríggjadagur 30. oktober 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 208 - 30. oktober 2009
tíðindi
Ikki minni enn trý
olju- og gassfund
eru gjørd vestan
fyri Hetland henda
seinasta mánaðin.
Einki er at ivast í, at
áhugin fyri økinum
fer at vaksa sum
frálíður.
Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Oljufelagið
Hurricane
Exploration hevur gjørt eitt
oljufund vestan fyri Het
land. Hetta er sostatt triðja
fundið, sum er gjørt vestan
fyri Hetland innanfyri stutta
tíð. Fyrst var tað DONG,
sum gjørdi eitt gassfund í
Glenlivet brunninum har
norðuri, síðani OMV, sum
fann olju í Tornado brunn
inum longur syðri, og nú
kemur so Hurricane við enn
einum fundi eitt sindur
syðri og eystari.
Fundið liggur á Lancaster
leiðini í loyvi 205/21, ikki
so langt frá verandi fram
leiðandi keldunum Foinaven
og Schiehallion. Talan er
um lætta olju, sum er óvan
lig fyri økið vestan fyri Het
land, men enn restar nakað
í fyri at gera fleiri kanningar
og helst avmarkingarboring
fyri at vita, um talan er um
eitt rakstrarverdugt fund.
Felagið sigur í tíðindaskrivi,
at fundiðer rættiliga eina
standandi, tú tað letur upp
fyri nýhugsan í leitingini
vestan fyri Hetland. Vegna
vánaligt veður og tekniskar
trupulleikar eydnaðist ikki
at testa brunnin, og tí hevur
felagið gjørt av antin at fara
niður aftur í brunnin ella
bora ein metingarbrunn
komandi ár.
Í sambandi við hini bæði
fundini, sum eru gjørd
vestan fyri Hetland, verður
eisini borað víðari. Í Glen
livet brunninum er gjørd
síðuboring fyri at vita,
hvussu umhvørvið í undir
grundini sær út. Sama er
galdandi fyri Tornadobrunn
in, har boriskipið Stena Car
ron nú liggur heilt tætt upp
at markinum og bora síðu
brunn.
Aftur eitt oljufund vestan fyri Hetland
Hóast Chevron
tekur seg út úr
Føroyaøkinum, so
halda hini feløgini
í loyvinum fram
- og øll hava somu
upplýsingar. Men
tað er ymist, hvussu
feløgini „síggja
uppá tingini“
sigur Johan Dahl,
landsstýrismaður í
oljumálum.
Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Landsstýrismaðurin í olju
málum, Johan Dahl er ikki
tikin á bóli, nú enn eitt av
teimum stóru oljufeløgunum
hevur tikið avgerð um at
rýma úr Føroyum. Tí leit
ingin er óbroytt.
Vit vita, at sohvørt kann
ingar í teimum ymsu loyv
unum leggja vitan afturat,
meta oljufeløgini um hesa
vitan og gera av, hvussu víð
ari verður. Hetta er vanliga
gongdin. Viðvíkjandi Chev
ron er tað t.d. soleiðis, at
hóast tað tekur seg út úr
økinum, so halda hini feløg
ini fram og øll hava somu
upplýsingar. Men tað er
ymist,
hvussu
feløgini
„síggja uppá tingini“.
Uppá fyrispurning hvørja
ávirkan tað hevur, at fleiri
feløg gevast her í hesum
árinum sigur Johan Dahl,
at tað hevur kanska ikki pos
itiva psykologiska ávirkan,
tá feløg trekkja seg út. Fyri
leitingina her og nú hevur
tað tó neyvan so stóra ávirk
an, ti onnur feløg yvirtaka
arbeiðsskyldurnar,
sum
longu eru avtalaðar.
Landsstýrismaðurin fegn
ast um, at norska oljufelagið
StatoilHydro tekur yvir leik
lutin hjá Chevron í 008
loyvinum, og at felagið ann
ars raðfestir alt Føroyaøkið
so høgt. –At stór og roynd
feløg
sum
StatoilHydro
vilja brúka so nógva orku
uppá leiting á føroyska land
grunninum og síggja stórar
møguleikar her er kærkom
ið. Hann leggur aftrat, at øll
eygu nú eru vend móti
brunninum hjá ENI, sum
verður boraður næsta vár.
Landsstýrismaðurin í oljumálum, Johan Dahl hevur ikki mist svøvnin, hóast stóra oljufelagið
Chevron rýmir
Johan Dahl:
Arbeiða víðari uttan Chevron
Nýggja fundið liggur sunnan
fyri stóru oljukeldurnar
Foinaven Schiehallion. Grøni
sirkulin vísir oljufundið
Arbeiða við Cambo
Tað verður framvegis arbeitt við at finna fram til, um olju
keldan Cambo beint við markið skal útbyggjast. Sosialurin
hevur spurt Amerada Hess, sum er fyristøðufelag, um nakað
er í leysatíðindum um, at keldan gongur at markinum.Ein
asta viðmerking er, at feløgini viðgera og arbeiða við teim
um data tey fingu frá avmarkingarbrunni, sum varð boraður
fyrr í ár. Cambo liggur einans 15 fjórðingar frá Anne Marie
brunninum, sum verður boraður á landgrunninum í vár.
Bakteria legði trolara
Teir 16 menninir, sum eru við einum kanadiskum trolara,
sum liggur í havnini í Nuuk, sleppa ikki í land.
Grønlendski landslæknin hevur givið boð um at avbyrgja
skipið, tí at stafylokokbakteriur eru staðfestar umborð. Ein
av manningini mátti til lækna, tí hann hevði opið sár, sum
ikki vildi grógva aftur. Kanningar á sjúkrahúsinum í Nuuk
vístu, at talan var um eina stafylokokbakteriu, skrivar
KNR. Landslæknin gav boð um at avbyrgja manningina,
samstundis sum reingerðarfólk fóru umborð at reinsa
skipið. Hinir menninir vóru ikki smitaðir.
BA hækkar gjøld
Bretska flogfelagið British Airways kunngjørdi í gjár, at
tað hevur gjørt av at hækka gjaldið, sum fólk rinda fyri
at hava meiri enn tvær taskur ella kuffert sum viðføri.
Sum er rinda fólk 32 sterlingpund fyri tað triðja
kuffertið, men frá 10, november hækkar gjaldið upp í
72 pund. Tað eru bara nakrir fáir mánaðir, síðani
British Airways hækkaði gjaldið hjá teimum, sum vilja
hava eitt ávíst pláss í flogfarinum. Leiðslan í BA sigur,
at hon er noydd at krevja meiri frá ferðafólkunum, eftir
at starvsfólk frelagsins sýttu fyri at góðtaka at sleppa
lønarhækkingum og at fara niður í løn.