fríggjadagur 30. oktober 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 208 · 30. oktober 2009
4
VIKUSKIFTI
Tónleikur
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Kenda svenska songkvinnan Kikki
Daniels son er í Føroyum í hesum døg
um. Saman við bólkinum Roosarna fer
hon at spæla til dans við sínum góðu
gomlu løgum.
Tann Kikki, sum nógv síggja fyri sær
er ein glað, ljóshærd kvinna við einari
fantastiskari rødd. Tann Kikki, sum
nógv ikki kenna, er sjúkurakta Kikki,
ið áðr enn Føroya ferðina varð noydd at
taka sterkar sproy t ur fyri gikt sjúku na,
ið hon hevur haft síðani 1986.
– Tá eg fari á styttri uttan lands ferð ir
taki eg eina sterka sproy tu, áðr enn eg
far ið. Annars er van di fyri, at eg verði
steðgað í tolli num, eftir sum heili vágin
hjá mær er so sterk ur, sigur hon.
Hóast hon hevur haft sjúkuna, síðani
hon var 34 ár, hevur Kikki sung ið øll
árini og givið nógv ar fløg ur út.
– Eg havi ætlanir um at skriva ein
sang um mína sjúku, og alt hon hev
ur ført við sær. Eg hevði gjarna viljað,
at fólk skiltu mína støðu betri, greið ur
Kikki Danielsson frá.
– Eg havi mangan staðið og skemtað
á pallinum, og síðan farin út í bussin
og grátið, sigur hon.
Tíggju ferð í Grand Prix
Kikki hevur luttikið í svenska Grand
Prix inum heilar níggju ferðir og eina
ferð í norsku kappingini.
Tvær ferðir hevur hon vunnið og er
kom in til Eurovison Song Contest.
Seinast hon var við í svenska Grand
Prixi num var 2006 við sanginum »I dag
& i morgon«. Í finaluni kom hon síðst.
Um tað er plássið ella um tær níggju
ferðir nar eru nokk er óvist, men Kikki
er avgjørd um, at Grand Prix má klára
seg uttan hana framyvir.
Tekur tað róligari
Nú arbeiður Kikki ikki líka nógv sum
áð ur og tímur heldur ikki at hava líka
nógv an skund. Í Føroyum verður hon
í fýra dagar, og ætlar sær at síggja eitt
sind ur av landinum.
– Fólk halda, at eg havi sæð so nógv,
eftir sum eg havi ferðast og sungið
nógva staðni. Men oftast fer man inn á
hotell ið, fyrireikar seg, syngur, og fer
heim aft ur. So eg havi slettis ikki sæð
nak að serliga nógv, sigur hon.
Hetta er triðju ferð, hon er í Før
oyum. Fyrru ferðinar minnist hon sum
sera posi tivar.
– Fólk vóru so vinarlig, eg fekk eina
tasku og eina troyggju. Troyggjan var
tíanverri eitt sindur ov lítil. Men vón an
di verður hon meiri passalig framyvir,
sig ur Kikki.
Vektin hjá Kikki er nakað, sum
svensku bløðini hava skrivað nógv um.
Sum hjá so nógvum øðrum, so hevur
vektin verið rættuliga upp og niður.
Troytt av blaðfólki
Kikki fortelur, at fartelefonin, hon
tosar við, oftast er sløkt, eftirsum hon
er troytt av bløðum, sum ringja.
– Eg havi mangan verið alt ov fitt
við blaðfólk. Eg eri uppdrigin at vera
vinar lig, og hetta hevur verið mi s nýtt,
sigur hon.
Kikki arbeiður saman við fyrrverandi
manninum Kjell Roos, ið er við í bólki
num Roosarna. Tey vóru gift 1984 og
fingu tvey børn saman. 1999 fóru tey
frá hvørjum øðrum, men sam starv ið
helt á fram.
– Tað eru so nógv ár síðani, at vit
vóru saman, so tað eru eingir stórvegis
trupul leikar at starvast saman, sigur
Kikki.
– Hevur man børn saman má, man
jú samstarva alt lívið út.
Nógv verður skrivað um, at Kikki
hevur funnið sær nýggjan mann, og
Kikki fortelur, at um hon stendur ov
nær onkrum í handlinum, eru yvir
skrift ir nar h ar beinavegin »Kikki og
hennara nýggi maður«.
Vanlig kona
Orsøkin til at Kikki Danielsson er so
nógv í miðlunum og er so vælumtókt
mill um fólk, er nokk tí, at hon er sum
fólk eru flest. Hon hevur trupulleikar,
sum nógv onnur hava, við rúsdrekka,
gikt, hjúnaðarskilnaði, og so sær hon
held ur ikki út sum ein fotomodell.
Munurin millum hana og okkum
van ligu er bara at hennara trupulleikar
ofta enda við stórum yvirskriftum í
bløð unum.
– Tað hevur kostað mær dýrt at
verið so erlig, sigur Kikki.
Men hóast at trupulleikarnir ofta
hava verið yvirstórir, so er higartil
altíð eydnast hjá henni at koma á føtur
aftur.
At koma til Føroyar gleðir hon seg
sera nógv til og vónar sjálvandi at tað
vera nógv sum koma at lurta eftir henni
og Roosarna.
Hvørjir sangir eru tað fólk
syngja best við í?
– Tað er nokk »Bra Vibrationer« og
»Cowboy Joddle«.
Heldur tú at føroyingarnir
fara at syngja við?
– Jú, tað vænti eg so avgjørt. Vit fara
nokk at royna at fáa øll at syngja við.
Elis hevur longu spurt meg, um eg fari
at syngja »Jag trodde ænglarna fanns«,
so hann má eg syngja.
ErlIghEIt
hevur
kostað
Hon kann næstan ikki tosa við eitt mannfólk av ótta fyri at enda í bløðunum,
Hon Hevur mangan staðið á palli og skemta og er síðani farin út í bussin at
gráTa, og áðrenn ferðina til føroya Hetta vikuskiftið Hevur Hon tikið eina
sterka sproytu fyri pínum. vit tosa við kIkkI DanIelsson um tónleik, lív og sjúku
1986 luttók Kikki Danielsson
í Eurovision Song Contest við
sanginum »Bra vibrationer«