fríggjadagur 30. oktober 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 208 - 30. oktober 2009
Dimma og Havstova ljósasløkkjarar
Í grein, hann rópar ”Ilt eyga kann einki gott sjá”, sigur formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Viberg Sørensen, at Dimmal
ætting og stjórin á Havstovuni, Hjalti í Jákupsstovu, eru ”lampusløkkjarar”, sum hann tekur til. Viberg sipar til kanning
ina av fiskivinnu um allan heim, sum eitt kanadiskt blað hevur skrivað um.. Kanningin er skipað soleiðis, at tað eru
seks karakterir ella spurningar, sum londini skulu upp í. Síðan verður ein miðalkarakterur givin, og har liggja Føroyar á
odda, slær Viberg Sørensen fast. Hann heldur, at alla staðni høvdu fólk fegnast um eina kanning, sum gav landinum slíkt
ummæli. Men nei, ikki í Føroyum. Dimmalætting skrivar við stórum stavum, at vit eru dumpaðir. Útvarpið tosar við
stjóran á Havstovuni, og hann er súrur og sigur, at bara tað, sum teir fáast við, er gott. Í kanningini fáa Føroyar eina so
góða altjóða umtalu, sum Reiðarafelagið heldur vera gull verda hjá teimum, sum skulu selja føroyskan fisk og eisini hjá
teimum, sum annars skulu selja Føroyar. Tí er tað so hugstoytt, at vit hava sovorðnar lampusløkkjarar, sum einki gott og
positivt duga at síggja, heldur formaðurin í Reiðarafelagnum.
Onki kann sum
sjónvarpsmyndir siga
sterkastu søgur um
krabbamein, heldur
programleiðarin
í KvF, sum vónar
at savna tjóðina í
stríðnum móti sváru
sjúkuni í sendingini
»Føroyar móti
krabba« í annaðkvøld
Føroyar móti
krabba
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Lívið steðgar upp. Ótti og
sorg gerast fastir fylgi
sveinar, samstundis sum
lívið verður dýrabærari
enn nakrantíð. Søgurnar
um krabbamein eru alla
staðni kring okkum. Men
ongin, sum ikki er raktur,
veit hvussu tað kennist at
hanga har á eggini og royna
at klóra seg upp aftur.
Tí er fremsta journalist
iska avbjóðingin hjá Kring
varpinum í annaðkvøld at
siga hesar søgurnar so
erliga, sum til ber, staðfestir
programleiðarin
í
KvF,
Solby Eliasen, journalistur.
Og júst her, hevur sjón
varpið ein heilt serstakan
leiklut og møguleika eftir
hennara tykki.
Sjónvarpsmyndir eru
uttan samanbering sterkasti
miðil at siga søgurnar hjá
teimum
krabbaraktu,
tí
hyggjarin
hyggur
teirra
kenslur og stríð beint í eyg
uni. Hartil hevur sjónvarpið
ein heilt serstakan møgu
leika at røkka út í hvønn
krók í landinum beinleiðis
og harvið savna tjóðina í
stríðnum
móti
sjúkuni,
sigur Solby Eliasen.
Eisini sólskinssøgur
Nú fyrireikingarnar til stóra
tiltakið eru í hæddini, sita
sjónvarps og útvarpsfólk
og leggja seinastu hond á
mongu
innsløgini,
sum
verða við í sendingini. Og
tey vera rættiliga ymisk, tí
sambært programleiðaran
um hava tey lagt seg eftir at
lýsa sjúkuna so fjøltáttað,
sum til ber. Við í sendingini
verða innsløg um, hvussu
tað kennist at fáa staðfest
sjúkuna og fara gjøgnum
drúgvu viðgerðina, hvussu
trupult tað er at siga øðrum
frá, at man hevur fingið
krabbamein,
lívsgóðsku
hóast sjúkuna og hvussu
tað kendist, tá mamman
ella
hjúnarfelagin
tapti
stríðið.
Tó verða tað ikki fýra
daprir tímar, sum koma at
fylla sjónvarpsskíggjan í
annaðkvøld, lovar Solby
Eliasen.
Nógvar
søgur
um
krabbamein
eru
avgjørt
gleðiligar á sín egna hátt, tí
vit skulu minnast til, at
mong jú gerast frísk aftur.
Evsta endamálið við send
ingini er jú eisini, at savna
pening inn, so enn fleiri
kunnu gerast frísk av sjúk
uni ella liva væl við henni,
minnir Solby Eliasen á.
Lært nógv
Tiltakið
»Føroyar
móti
krabba« er tað størsta,
programleiðarin er við til,
síðani hon kom í starvið í
summar. Men eisini í aðrar
mátar fær Solby Eliasen sín
elddóp í annaðkvøld. Fyri
fyrstu ferð hevur roynda
útvarps og blaðkvinnan
nevniliga eisini roynt seg
sum sjónvarpsjournalist við
einum innslagi um stóra
missin og sorgina hjá eini
lítlari familju.
Og programleiðarin við
gongur sum tað fyrsta, at
hon hevur lært sera nógv í
hesum sambandi.
Eg havi lært, at sjálvt
um krabbamein merkir tey,
sum verða rakt, fyri lívið,
so ber tað til at koma víðari.
At koma so tætt at teirra
søgu, hevur givið mær
ófatiliga stóra virðing fyri
teirra stríði og mátanum,
tey megna at liva víðari. Og
ikki minst eri eg mint á,
hvussu illa vit onnur megna
at handfara tað, tá okkara
medmenniskju
eru
í
svárastu neyð, sigur Solby
Eliasen bersøgin og leggur
afturat
Vit skulu minnast til, at
uttan
mun
til,
hvussu
pínufult vit halda tað vera
at fyrihalda okkum til ein,
sum hevur krabbamein, so
er tað ongin, sum pínist
verri enn tey, sum eru rakt.
Tí skulu vit eisini tora at
spyrja inn til, hvussu tey
hava tað.
Tí vónar Solby Eliasen
eisini, at sendingin kann
vera við til, at fólk betri
tora at rúma hesum menni
skjum og teirra ótta, sorg,
vón og gleði sum fylgja við
sjúkuni.
Stór faklig avbjóðing
Umframt programleiðaran
fara eini 30 fólk hjá
Kringvarpinum til arbeiðis
í annaðkvøld uppi í Norður
landahúsinum. Framman
undan hava tey, hvør á sín
hátt, brúkt vikur og mánaðir
fyri at gera sítt til at fortelja
søgurnar um krabbamein
so erliga og autentiskt, sum
gjørligt,
sum
program
leiðarin tekur til. Og hóast
tiltakið hevur kravt nógva
arbeiðsorku, hava starvs
fólkini verið fús at átaka
sær uppgávurnar.
Hetta hevur verið ein
ómetaliga spennandi faklig
avbjóðing fyri okkum øll,
og tað merkist í húsinum.
Starvsfólkini eru spent og
hugagóð, og hava arbeitt
tvørtur um deildirnar uttan
hóvasták. Tað er týðiligt, at
møguleikin at sleppa at
gera okkurt øðrvísi enn tað
vanliga hevur verið sera
inspirerandi fyri øll, sigur
Solby Eliasen.
Umframt søgurnar hjá
teimum krabbaraktu verða
eisini onnur innsløg á
skránni í annaðkvøld. Alt
kvøldið
verður
Norður
landahúsið karmur um eina
røð av framførslum, sam
tundis sum stóra peninga
innsavningin er í gongd.
Sum kunnugt byrjaði inn
savningin so smátt fyri nøkr
um
vikum
síðani,
tá
formenninir í politisku flokk
unum fóru út við bússuni.
Hvussu tað gekst, fáa vit at
síggja í tveimum styttri
sendingum longu í kvøld.
Hvørjum av teimum, tað
eydnaðist at fáa mest pening
í bússuna, fáa vit at vita í
sendingini »Føroyar móti
krabba« leygarkvøldið.
Sterkar krabbamyndir savna tjóðina
- Okkara leiklutur
í annaðkvøld er
rættiliga avgerandi,
tí beinleiðis
sjónvarp hevur
ein heilt serstakan
møguleika at savna
tjóðina í stríðnum
móti krabbameini,
sigur Solby Eliasen,
programleiðari í
Kringvarpi Føroya