fríggjadagur 30. oktober 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 208 · 30. oktober 2009
9
VIKUSKIFTI
Portrett
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Seinast, hann gav eina bók út, fleyg
ein østur ummælari í krovið á honum,
kall aði hann barnalokkara, og ávaraði
staði liga lesaran um ikki at stuðla slík
um fúl um, pedofilum og svínskum
lesn aði á føroyskum.
Hørðu ákærunar hava tó ikki tept
30 ára gamla rithøvundan Agnar Artú
vertin. Í næstum gevur hann út stutt
søgu savnið Revapassarin, har hann
inn leið andi kunn gerð, at »eg skal trýsta
alt upp í títt fjes«, samstundis sum hann
vónar, at savnið kann verða eitt øðrvísi
ískoyti til eins háttaðu sosialrealistisku
før oysku bók ment irnar.
Spurdur, hvat hann meinar við,
leggur Agnar Artúvertin ikki fingrarnar
ímillum
– Føroyskir rithøvundar skulu tora
at hava marruna, tora at lata seg taka
av ræði kensluliga og hyggja beint í
eyguni á teimum bangnu, krúpandi, og
sníkjandi sosialrealistisku djevlunum
og gera upp við teir. Tað er tað, eg vil
trýsta upp í gronina á lesararnum –
deyðan, ræðsluna og marrudreymar.
Lekjandi einsemi
Í søgunum í Revapassarin verður
óhugnin manaður fram í einsemis
kenslu, skeikl aðum sextørvi, panikk
anføll um og truplu samveruni millum
menn iskju. Ikki at skilja sum oyðileggj
andi kreftir, men heldur sum ein máti
at finna inn til sín sjálvs. Serliga er
tað einsemiskenslan, sum er lekjandi,
tí sambært høvundanum er tað onki
minni enn ein deyðadómur at lata seg
ávirka av øðrum. Heilt ítøkiliga letur
hann hetta koma til sjóndar í heitis
søguni Revapassarin, ið byggir á søgn
ina um vampýrin Drakula.
– Í hasi søguni kann tað at bíta ein,
so hann blívir líka sum tú, tulkast sum
menniskjalig sambond – at tað er ónt at
ávirka hvønn annan ella koma hvørjum
øðrum við, sum tað ofta verður rópt,
sigur Agnar, sum ikki dylur yvir, at
søgan er hansara reaktión móti stóra
dent inum, sum í dag verður lagdur á
felags skap sum tað týdningarmesta av
øllum.
– Tað eru fólk í okkara samfelagi í
dag, sum eru harubangin fyri at vera
einsamøll, tí tey hava eina smildr
aða sjálvsmynd og yvirliva ikki uttan
onnur. Tað er syrgiligt at lesa í bløð
unum um hesa trá eftir felagsskapi,
sum hevur form av sexuellum frælsi,
sigur Agnar, sum hinvegin heldur at
ein semi og cølibat er gott og sunt fyri
likam og sál.
Og kanska er okkara avskeplaða
fatan av frælsi júst orsøkin til, at so
nógvir av persónunum í Revapassarin
eru so kryplaðir seksuelt, sálarliga og
sosialt?
– Nei, ikki beinleiðis. Løgnu sexsen
ur nar eru hugsaðar meir humoristiskt
ella poetiskt. Annars eri ikki samdur
í, at mínir persónar eru kryplaðir. Tú
kallar teir kanska kryplaðar, tí teir ikki
passa inn í okkara yvirflatiska, keðiliga
og sexualiseraða samfelag, men eg
haldi teir vera nógv normalari enn tey
flestu, sigur rithøvundurin og nevnir
ræðusøguna um óttarið ella panikk
anfall sum dømi.
– Óttarið sprettir úr innantómum
sex ualiteti og ræðsluni fyri einsemi
og er tí ein nátúrlig avleiðing av sam
felagsliga tómleikanum.
At liva tvær ferðir
Eins og fyri rithøvundan sjálvan, bjóðar
skaldskapurin seg ofta fram sum ein
máti, hansara fiktivu persónar royna
at handfara veruleikan. Longu sum
barn rýmdi Agnar Artúvertin inn í
sín egna heim av løgnum tekningum
og yrkingum, tí hann ofta kendi sam
veruna við onnur sum ógvusligan
ágang og treivst best einsamallur.
– Í hesi dreymaverðini blivu allar
mínar upplivingar og royndir avskepl
aðar, greinaðar og tulkaðar, áðrenn tær
rukku tilvitskuni. Uppá tann mátan
kanst tú siga, at skaldskapurin ól meg
upp, sigur hann.
Eisini í hansara søgum gongur skald
skapurin aftur sum gjøgnum gangandi
tema, bæði formliga sum spegilstekstir
inni í søgunum og innihaldsliga við at
persónarnir ofta fáast við skaldskap so
ella so.
– Tá eg skrivi um persónar, sum
eisini skriva ella yrkja, er tað ein máti
hjá mær at kava enn djúpri og fáa fleiri
sjónarhorn, bæði á meg sjálvan og á
mínar persónar. Tað er ein erligur máti
at skriva uppá, haldi eg, tí tá letur tú
persónarnar, sum tú hevur skapt, koma
tær nær, heldur enn at halda teimum
í ironiskari og bangnari frástøðu ella
lata teir vera bundnar av veruligum
umstøðum.
Slík frástøða skapar ikki bara keð i
ligan, fátækan og skallutan skaldskap,
sambært Agnari Artúvertin. Í grundini
er tað eisini ein háð móti góðum skald
skapi, sum eftir hansara tykki er veru
ligari enn veruleikin. Millum annað
tí skaldskapur gevur okkum enn ein
møgu leika at tulka og skilja tað, sum
hendir okkum.
– Onkur hevur sagt, at tað at skriva
er sum at liva tvær ferðir ella liva
dupult, tí tú sleppur at uppliva hend
ingar umaftur og fáa nýggjar og aðrar
royndir av teimum. Tað er eisini tí, eg
skrivi. Eg fái ikki latið vera.
Skírdur barnalokkari
At tað kann hava sín prís at lata fiktivar
persónar koma so tætt at høvundanum,
mátti Agnar Artúvertin sanna, tá hann
í vár gav út yrkingasavnið Jahve kemur
aftur, har eitt 'eg' luftar síni trongd at
nerta ósømiliga við smábørn. Hetta
fekk so ilt í rithøvundan Ólav í Beiti,
at hann heldur enn at ummæla savnið,
Einsamur
rithøvundur
skElkar
Lemjandi angist, kLaustrofobisk smáborgarLigheit og skeikLaður
sextørvur er nakað av tí, rithøvundurin AgnAr ArtúVErtin
»trýstir upp í fjEsið« á Lesaranum í nýggjum stuttsøgusavni,
sum samstundis Langar út eftir føroyskum bókmentum
At skriva er sum at liva
dupult, tí tú sleppur at uppliva
hendingar umaftur og fáa nýggjar og
aðrar royndir av teimum. Tað er
eisini tí, eg skrivi