fríggjadagur 30. oktober 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 vinnusíðurnar
Nr. 208 - 30. oktober 2009
Í løtuni er ikki
greitt, hvørja lagnu
toskaalingin í Hvalba
fer at fáa. Seinastu
toskarnir eru nú
tiknir, og tey tvey
kørini, har fiskurin
hevur verið aldur,
standa nú tóm
Toskaaling
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var stórur spenningur
millum fólk, tá farið varð
undir royndirnar at ala tosk
í Føroyum. Serliga var tað
toskurin av Føroyabanka,
sum hevði áhuga. Hetta er
ein serstakur stovnur og ein
serstakur fiskur, sum veksur
skjótari enn annar toskur,
vit kenna.
Í februar mánaða í 2007
vórðu fyrstu toskamurtarnir
settir út í tey bæði kørini,
sum Faroe Cod Farm í
Hvalba hevur havt standandi
í Nesi.
Fyrr í ár varð alistøðin rakt
av óhappi, tá pumpuskipanin
sveik, og nakrir túsund toskar
doyðu av ilttroti.
Alt tikið
Seinastu vikurnar hava hvalb
ingar tikið tosk, sum hevur
svomið í kørunum í Nesi, og
nú er liðugt at taka.
Richard Rognsøy, stjóri í
Faroe Cod Farm, sigur seg í
løtuni ikki hava neyva talið
yvir, hvussu nógv er tikið,
men váttar, at nú eru tey
bæði kørini í Nesi tóm.
Vit hava nú tikið allan
fiskin og fara at gera status
yvir, hvussu henda tíðin
hevur vignast.
Stjórin sigur, at felagið hev
ur ikki verið heppið við prís
støðnum, nú fiskurin er tikin,
men roynt hevur verið at fing
ið sum frægast burtur úr.
Hann vísir á, at prísurin
fyri alda toskin hevur ligið
umleið á sama støði, sum
prísurin fyri villan tosk.
Hinvegin hava vit fingið
góðar afturmeldingar frá
teimum, sum hava keypt
fiskin.
Richard vísir á, at eitt nú
í Fraklandi siga tey seg
ongantíð hava sæð slíkan
tosk áður, og eisini aðra
staðni hava teir skilt, at prís
útlitini frameftir við fram
haldandi aling í Hvalba eru
góð.
Henda tíðin hevur givið
okkum nakrar avgerandi
staðfestingar, sum arbeiðast
kann víðari við. Vit hava
fingið staðfest, at tað ber
væl til at ala tosk í kørum á
landi, fiskurin veksur væl,
eins og keyparar eru sera
fegnir um fiskin.
Framtíðin
Richard Rognsøy sigur, at
framtíðin hjá Faroe Cod
Farm ikki er greið beint í
løtuni.
Nú fara vit at gera
status, men eftir at døma
verður eingin fiskur settur
útaftur til várs.
Stjórin vísir á, at arbeitt
hevur verið við ætlanini at
útbyggja toskaalistøðina
í Hvalba við seks stórum
kørum.
Hetta er ein størri út
bygging, sum er neyðug,
um verulig vinna skal spyrj
ast burtur úr alingini.
Tey bæði kørini, sum í
dag standa uppi í Nesi, taka
tilsamans 1200 rúmmetrar
av sjógvi. Hinvegin taka tey
seks kørini, sum eru við í út
byggingarætlanini, millum
11.000 og 12.000 rúmmetrar
av sjógvi.
Enn eru viðurskiftini
ikki komin upp á pláss,
hvørki við íleggjarum, ei
heldur loyvum, og tí er
trupult í løtun at siga, hvør
lagnan við toskaalingini í
Hvalba verður, sigur Ric
hard Rognsøy, stjóri.
Toskakørini í Hvalba eru tóm
Søkt við ringum tannabiti
Íslendski fiski og landbúnaðarmálaráðharrin, Jón Bjarna
son, viðgekk á aðalfundi í íslendska reiðarafelagnum fyrr í
vikuni, at tað var við ringum tannabiti, at hann hevði tikið
undir við, at Ísland skuldi søkja um limaskap í ES. Hann
segði millum annað, at í samráðingunum við ES verður
fiskivinnan eitt av teimum allarfyrstu málunum, tí hon skal
ikki bíða til endan, segði hann. Formaðurin í reiðarafelagn
um, Adolf Guðmundsson, segði á aðalfundinum, at reiðara
felagið heldur fast um, at íslendingar skulu hava alt ræðið á
sínum fiskiríkidømi, bæði egnum og ferðandi stovnum.
Vilja banna tunfiskaveiði
Umhvørvisverndarfelagsskapirnir WWF og Greenpeace vilja
hava myndugleikarnar at banna skipum at veiða tann sokallaða
bláuggatunfiskin, tí stovnurin er ovfiskaður, og hesum taka
vísindafólk undir við. Tað skrivar Morgunblaðið. Altjóða vís
indanevndin viðvíkjandi tunfiski í Atlantshavinum sigur, at
gýtingarstovnurin er bara 15 prosent av tí, sum hann var,
áðrenn fiskiskapurin byrjaði. Tað eru serliga japanar, sum vilja
hava bláuggatunfisk, sum teir brúka til ymiskan sushimat, og
japonsk skip hava roynt eftir tunfiski vesturi í Atlantshavinum.
Íslendsk skip hava eisini gjørt onkrar royndir eftir tunfiski.
Landsstýrið kannar
møguleikan at keypa
býráðshúsið í Klaks
vík til almenna umsit
ing og so skal TAKS í
Saltangará flytast til
Klaksvíkar. Jóannes
Eidesgaard sigur,
at tað eru nógvar
sakligar orsøkir fyri
eini slíkari broyting
almenn sTørv
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú er ætlanin at samansjóða
Taks í Klaksvík og í Salt
angará undir sama høli. Og
tað er nógv, sum talar fyri, at
tað tað høli verður í Klaksvík.
Sostatt verða tey 20 al
mennu størvini á Taks í Salt
angár, flutt til Klaksvíkar.
Jóannes Eidesgaard, lands
stýrismaður í fíggjarmálum,
váttar, at arbeitt verður við
at
samansjóða
Taks
í
Eysturoy og í Klaksvík.
Hann heldur, at tað eru
nógvar sakligar orsøkir til
at gera tað. Og hann heldur
eisini, at tað er nógv, sum
talar fyri, at tað er rættast at
gera tað í Klaksvík.
Hann er so mikið vísúr í
tí, at hann hevur longu tos
að við borgarstjóran í Klaks
vík, Gunvu við Keldu um at
landsstýrið
skal
keypa
Býráðshúsið í Klaksvík til
endamálið.
Borgarstjórin í Klaksvík
var rættiliga positiv, sigur
hann.
Ørkymlandi
Jóannes Eidesgaard stað
festir, at tað er ein trupul
leiki, at Norðurøkið hjá
Taks er savnað í tveimum
ymsum umsitingum, tí tað
er órationelt.
Tí hevur tað leingi ligið
í
kortunum
at
savna
norðurøkið hjá Taks undir
somu lon, men tað hevur
ongantíð eydnast enn.
Hann hevur í vikuni verið
á vitjan í Klaksvík og í
Runavík
og
hann
var
hugtikin av, hvussu væl
stovnurin virkaði.
Men tað er ørkymlandi,
at norðurøkið hjá Taks er
býtt sundur í tvey, har 20
starvsfólk sita í Runavík og
20 fólk sita í Klaksvík.
Tí váttar hann, at hann
arbeiðir við at leggja báðar
umsitingarnar saman.
Nógv talar fyri
Klaksvík
Hann hevur ikki endaliga
gjørt av, hvar tann saman
lagdi stovnurin skal vera.
Men hann heldur, at tað
eru góðar grundgevingar
fyri at leggja hann í
Klaksvík.
Í Runavík er Taks í
leigaðum hølum. Í Klaksvík
eigur Taks høli, men tey eru
ov lítil.
Tí verður tað eisini ein
spurningur
um,
hvussu
hølisspurningurin
kann
loysast.
Eg haldi, at býráðshúsini
í Klaksvík eru eini frálík
høli, sum liggja sera væl
fyri.
Jóannes Eidesgaard sigur,
at nú skulu embætisfólk
kanna møguleikarnar og
koma við eini niðurstøðu
um hvat kann gerast og um
býráðshúsið í Klaksvík er
egnað til endamálið.
Hann vísir eisini á, at tá
ið undirsjóvartunnilin er
komin ímillum Skálafjørðin
og
Suðurstreym,
liggur
Saltangará
einir
sjey
minuttir í bili úr Havnini og
tí er ikki nógv meining í at
rokna TAKS har upp í
norðurøkið.
Harafturat heldur hann, at
20 almenn størv afturat í
Klaksvík kundu lyft økið, tí
Klaksvík hevur staðiliga tørv
á einum beini afturat at
standa á, so at ikki alt stend
ur og fellur við fiskivinnuni.
20 almenn størv
Men hetta merkir so, at
aftur, at 20 almenn størv
skulu flytast úr Eysturoynni
til Klaksvíkar.
Tað er lítið væntandi, at
politikarar úr Klaksvík fara
at mótmæla hesum.
Men Bill Justinussen úr
Miðflokkinum kallar hetta
politiskan
ágang
ímóti
Eysturoy og tí fer hann at
seta Jóannesi Eidesgaard
ein fyrispurning í Løgtingi
num um hetta.
Almenn arbeiðspláss
hava ovurstóran týdning
fyri trivnaðin, tí tey skapa
fjølbroytni
og
øðrvísi
avbjóðingar í einum lokal
samfelag, har fiskivinna,
handil og ídnaður annars
eru høvuðsavbjóðingarnar
hjá komandi ættarliðnum.
Bill Justinussen svil eisini
hava at vita um hetta er liður
í
einum
partapolitiskum
býtishandli
har
Heilsu
trygdin kortini verður løgd í
Sandoynni við sínum átta
almennum størvum, men at
Klaksvík so afturfyri fær tey
20 almennu størvini hjá
Taks í Saltangará.
Men
hetta
avsannar
Jóannes Eidesgaard.
Hesi bæði málini hava
onki við hvørt annað at
gera, staðfestir hann.
20 almenn størv flytast úr
Eysturoynni til Klaksvíkar
Landsstýrið kannar nú møguleikan
fyri at keypa býráðshúsið í Klaksvík til
almenna umsiting. Tað, sum liggur í
kortunum, er at flyta tey 20 størvini hjá
TAKS í Saltangará til Klaksvíkar og at
savna alt norðurøkið hjá TAKS undir
somu lon í Klaksvík
Etikkur og virði
í kappingar
ítrótti
Mánadagin 2. november kl
19.00 verður alment
evniskvøld í Miðlahúsinum
um etikk og viðrir í
kappingarítróttinum.
Er tað munur á, hvat ein venjari
kan loyva sær í amatørítrótti og
yrkisítrótti? Er tað munur á,
hvussu man kann loyva sær at
uppføra seg í t.d, billiard og
fótbólti? Er tað í lagi, at senda ein
skaddan fóbóltspælara inn á vøll
in? Er tað óetiskt at fella ein fót
bóltsleikara, sum er fríur framman
fyri málinum? Er tað í lagi, at
foreldrini skelda dómaran? Er tað
í lagi, at foreldrini undir einum
dysti skelda mótspælararnar? Er
tað í lagi, at ein 18 ára gamal
drongur gongur saman við 17 ára
gamlari gentu, sum er á liðnum,
hann venur? Er tað í lagi at nýta
euforiserandi evni, bara tað ikki
verður uppdagað? Hví blíva
súkklararnir, sum eru við í Tour de
France, ikki oftari avdúkaðir í
dopingmisnýtslu? Er tað skaðiligt
ella er tað bara býtt?
Hví er man í Danmark byrjað
ur at taka dopingroyndir í venjing
armiðstøðum?
Alt hetta og nógv meira fæst
svar uppá evniskvøldið við
professara, dr.jur.
Jens Evald, sum er formaður
fyri Anti Doping Danmark og
hevur verið við til at skriva etisku
leiðreglurnar fyri danskan
kappingarítrótt.
Jens Evald (f. 1961) er pro
fessari, dr.jur. við Juridisk
Institut, Århus Universitet, har
hann undirvísir í rættargagns
søgu, rættarfilosofi og
ítróttaløgfrøði.
Hann hevur verið formaður
fyri nevndina í Anti Doping
Danmark síðani mars 2006. Í
20052006 sat Jens Evald í
nevndini, sum Team Danmark og
danska Ítróttasambandið valdu til
at gera ”Etisk kodeks for dansk
konkurrenceidræt”. Eisini er Jens
Evald formaður í dómsnevndini í
danska kano og kajaksamband
inum og hevur sitið í nevndini í
Dansk Idrætsjuridisk Forening.