Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. oktober 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 208 · 30. oktober 2009 10 VIKUSKIFTI mótmælti tí undir yvirskriftini »Agnar Artúvertin: Ein barnalokkari bekennir kulør« Í aftursvari í Oyggjatíðindum vísti Agnar Artúvertin á, at gamaní kann brotið, sum Ólavur í Beiti sipaði til, tulk ast pedofilt – men tað merkir ikki tað sama sum at yrkjarin er pedofilur. – Ólavur í Beiti tók tvær yrkingar úr savninum og blandaði tær saman og fekk tað so til, at mær dámar at nálgast uppi á smágentum ella at havi gjørt meg inn á systir mína. Men fyri tað fyrsta eigi eg onga systir, og fyri tað næsta var yrkingin »Insest« ein roynd at umrøða hetta evnið, sum oftast verður tagt burtur. Eg ætlaði mær ikki at bjarga øllum børnum, sum hava verið offur fyri slíkum, men bara umrøða tað – varpa eitt lítið ljós á hatta tabuevni. Sjálvur heldur Agnar Artúvertin heldur ikki, at hann leggur upp til at blanda høvundan og fiktivur persón­ arnar saman við at kalla teir Agnar, A ella 'eg'. – Nei, tá eg brúki mítt egna navn í mínum søgum, er tað ikki fyri at provo kera, men bara tí tað í roynd og veru kann gera tað sama, hvussu persón ar nir eita. Tí kennist tað eisini rættliga løgi, at tey, sum lesa mínar søgur, leggja so stóran dent á nakað, sum eftir mínum tykki er sera trivielt, sigur høvundurin. Hinvegin minnir hann á, at hann sum rithøvundi fyri sovítt altíð skrivar við støði í sær sjálvum. – Eg eri ikki sjálvur við í søgunum í Revapassarin. Men mínir tankar, mín ótti, mín tilverufatan, mín meining um sosiala samveru, mín hugsan um tjóðarí myndir á piedestalum, tað ideela lívið – alt tað er við. Munurin er bara, at fiktión in rúmar fleiri túsund ferðir meir, enn veruleikin rúmar. Føroyskar bókmentir eru bangnar Í Revapassarin granskar høvundurin hesar møguleikar hjá fiktiónini við millum annað at lata persónarnar leita langt burtur í tíð og rúmi til ymisk meir og minni gotisk og óunnilig umhvørvi í ofta dreymakendum frásagnum. Og tað er eisini her, Agnar Artúvertin tykist at vera á eini størri missión, har hann vil bøta eitt hol í føroyskum skaldskapi. – Føroyski lesarin hevur tørv á at lesa skaldskap, sum tulkar nærumhvørvið á ein meir surrealistiskan og absurdan hátt – og ikki altíð hetta við Hanus Joensen ella Nils Nielsen, sum býr út á Reyni og vitjar frilluna hjá sær hvønn miku dag, sigur høvundurin, sum harm­ ast um at føroyskur skaldskapur er so einsháttaður og sjáldan røkkur út um tað sosialrealistiska. Men hvussu vil hann so lýsa tekstir hjá Carl Jóhan Jensen og Tórodd Poulsen, har markið millum tað 'veru­ liga' og okkurt yvirnatúrligt ofta kámast burtur … – Mær dámar væl Carl Jóhan Jensen, og tað er rætt, at í Ó spæla pá trúgv og afturgongur ein ávísan leik lut. Men burtursæð frá tí er bókin ikki ser liga absurd. Hon er meir at kalla realist isk og í so óskipað. Eg veit ikki, hvat yvir­ náttúrligt Tóroddur hevur skrivað, uttan bókina Sót og søgn, sum fyri meg bara virkaði sum óskipaður tankameldur. Tað er eisini munur á at skriva gotiskan dreymaskaldskap, og so at ganga og dagdroyma – sum t.d. Janus Djurhuusa Ferð mín til Belgia, har hann gekk skít og mól og fantaseraði um ymiskt. Tað er ikki antirealistiskur skaldskapur. – Einasti rithøvundur ella yrkjari, eg komi í tankar um, sum veruliga hev ur roynt at skapt antirealistiskan skald skap, er Tróndur Olsen, tá hann yrkti um oyggj ar, »sum fara upp at valla« og Gøtu­Trónd, sum rísir upp frá deyð um. Sambært Agnari Artúvertin er ein trupulleikin við føroyskum skaldskapi eisini, at hann ikki torir at brúka byronsk ar anti­hetjur, sum »doyggja í end anum«. – Mær dámar ikki, tá alt endar væl, tí tað týnir søguna. Alt skal helst enda illa, tí tá er okkurt at hugsa um og søgan blívur erligari. Hetta er hongur eis ini saman við míni lívsheimspeki, sum er í so pessimistisk, tí hvussu skal ein søga kunna enda væl, tá lívið er so tómt og meiningsleyst, sum tað er?, spyr Agnar Artúvertin. Gamaldags skrivistílur Ungi høvundurin dylur ikki yvir, at hon um dámar lítið av tí, sum er skrivað eftir 1930. Sínar fyrimyndur finnur hann í stóran mun millum høvundar frá 1800 talinum. Og møguliga er tað íblásturin frá eldru høvundunum sum ger, at frásøgustílurin hjá Agnari Artúvertin í løtum tykist nakað gamaldags. Til dømis er søgurnar ofta skipaðar kring gomul brøv ella testamenti, sum koma undan kavi, eins og frásøgurøddin tíðum ger viðmerkingar til tað, sum persónarnir havast at. – Mær dámar væl at brúka gomul brøv og líknandi inni í søgunum, tí tað gevur dám av nøkrum gátuførum, sum greiða skal fáast á. Men har má man eisini ansa eftir, at søgurnar ikki renna saman í ein postmodernistiskan hurlivasa, sigur Agnar Artúvertin. Sum heild dámar honum tó at royna frásøguhættir, sum gera seg leysan av fastløgdum mátum at skriva. – Eisini tí hetta er ein mótreaktión móti rea lismuni. Eg havi altíð havt stikni til tann mátan at skriva uppá, sum summi læra á skriviskeiðum – hetta at lýsa alt, sum persónarnir gera, so øgi liga gjølla. Eg las eina »uppskrift« upp á hvussu man skrivar fiktión. At man til dømis skal skriva »…segði hon og skonkti sær uppíaftur tann lítla postalíns koppin, sum stóð á lítla, runda mahogni borð inum, við teirri bláu kaffi­ kann uni við boygdum túti« ella okkurt líknandi. Hatta er ikki erligur skald­ skapur – hatta er at skriva fyri at fáa so nógv ar lesarar sum gjørligt og fyri at tjena peng ar, sigur Agnar Artúvertin, sum heldur ikki hevur nógv til yvirs fyri mál brúk inum í stórum parti av sam tíðar bókmentum. Størri enn Jesus Eftir hansara tykki brúka allarflestu skald søgur í dag eitt uppgjørt og »skrapt« mál, sum er sprotti úr Beatnik­ skaldsøgunum, men sum í dag bara ljóð ar snópisligt og barnsligt. Til dømis sovorðið sum at banna illa og annars tosa sum ein fordrukkin detektivur úr onkrum noir­filmi. – Allir rithøvundar í dag skriva nær­ gang andi um tað, sum er í sovikamar­ inum, bara fyri at tað skal vera við. Ong antíð betur um lesarin sleppur at fáa innlit í, hvussu penar boppur rit­ høv undurin hevur, hvussu stóran murt osfr. Hetta er blivið ein klisjé. Eg tori hinvegin at skriva um platoniskan kær leika við formligum orðum og tað hvørki duga ella tora flestu aðrir rit­ høv undar, sigur Agnar Artúvertin, sum heldur ikki dámar rákið við at flætta ein ávísan boðskap inn í skaldskap. – Eg veit, at tað eru fleiri, sum halda, at skaldskapur og bøkur skulu betra okk ara samfelag – tala sak teirra sam kyndu, neyðtøkuoffranna osfr. Men hatta er at hertaka skaldskapin og toga hann niður á eitt lægri stig. Alla rós til teirra, sum berjast fyri rættvísi, men tað hevur einki við skaldskap at gera. Skald skapur og samfelag – poesiur og poli tikkur – eru vatn og olja Men um skaldskapur ikki skal bera ein boðskap ella tengja seg at veru­ lig um persónum og umstøðum, hvat heldur hann so, vit skulu brúka skald­ skap til? – Eg haldi ikki skaldskapur skal brúkast til nakað. At spyrja, hvat vit skulu brúka skaldskapin til, er ein mein ings leysur og absurdur spurningur. Skald skapur er rein poesi – størri enn Jesus – og vissi tú vilt hava eitt gjøllari svar, so er bara eitt at gera, og tað er at lesa, sigur Agnar Artúvertin, sum kortini við gong ur, at hjá honum er fiktióni dreyma fram­ hald av veruleikanum. Hon er at av­ skepla veruleikan, so hann líkist sær sjálvum. Longu sum barn rýmdi rithøvundurin Agnar Artúvertin inn í sín egna heim av løgnum tekningum og yrkingum, tí hann ofta kendi samveruna við onnur sum ógvusligan ágang og treivst best einsamallur mynd: Símun J. HanSen Tvørámaður, æt fyrr Agnar Jógvansson, skifti eftirnavn til Artúvertin í 2008 Aldur: 30 Bústaður: Keypmannahavn Starv: Rithøvundur, týðari og rættlesari fakta AgnAr Artúvertin