Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. oktober 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 208 - 30. oktober 2009 Tað triðja heimsveldið Danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, heldur, at ES eigur at hava líka stóran týdning á altjóða pallinum sum USA og Kina. Vit eiga ikki at tosa um G2, men heldur um G3, segði hann. Á tíðindafundi í Bruxelles í gjár segði uttanríkisráðharrin, at tá hugsað verður um, hvussu stóran marknað ES hevur, og hvussu stóra hermegi limalondini hava, so er tað ikki annað enn rímiligt, at samveldið er at rokna sum tað triðja heimsveldið. Hann segði seg vera sannførdan um, at ES eigur at hava ein nógv størri leiklut í heimspolitikkinum enn nú. Ræddir roykjarar leggja av Eitt danskt sjónvarpsátak, sum hevur til endamáls at ræða fólk frá at roykja, hevur fingið nógvar roykjarar at hugsa seg um. Boðskapurin í átakinum er, at hvør einasta sigarett er skaðilig, og hann hevur virkað, skrivar DR. Síðani átakið byrjaði, hava umleið 1.200 fólk ringt til ta serligu tænastuna, sum hjálpr fólki, sum vilja hava hjálp til at gevast at roykja, og tað er 10 ferðir fleiri enn frammanundan. Jacob Axel Nielsen, heilsumálaráðharri, væntar, at fleiri slík átøk við ógvusligum og ræðandi myndum koma afturat seinni. Hagtøl vísa, at ein triðingur av teimum, sum ringja til ta serligu hjálpartænastuna, leggja av at roykja. Leiðslan í Kring varp­ in um hevur ikki skil fyri sjónvarpi og kann leiðslan ikki skapa frið, má hon leggja frá sær. 28 av 29 í sjónvarpinum rópa neyðarróp til Kringvarpsstýrið. Tey vilja sleppa at gera sjónvarp, men hava ongar ressursir. Seinnapartin mána dagin verður kreppufundur í Kringvarpinum Sjónvarp Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo 28 starvsfólk hjá Kringvarpi Føroya hava sent neyðarróp til stýrið fyri Kringvarpið og avrit av neyðarrópinum til Anniku Mittún Jacobsen, Kringvarpsstjóra, Helenu Dam á Neystabø, lands stýr­ is kvinnu í Mentamálum og Løgtingsins mentan ar­ nevnd, at tey aftur vilja sleppa at gera sjónvarp. Tey 28 starvsfólkini siga stutt og greitt, at saman legg­ ingin av stovnunum hevur verið ein katastrofa fyri sjón varpið. Víðari greiða tey frá ymiskum viðurskiftum, sum tey ikki halda vera nøkt andi, og hava uppskot til, hvussu hetta skal broyt ast. Stýrið sær álvaran Rúni Heinesen, formaður í stýrinum fyri Kringvarpið, staðfestir, at hetta er eitt mál, sum verður tikið í størsta álvara. – Mánadagin hava vit fund um viðurskiftini, har leiðsla og starvsfólk vera við, so vit kunnu fáa greiðu á, hvat bagir sjúklinginum, sigur Rúni Heinesen. Hann leggur afturat, at tað ikki er nakað nýtt, at arbeiðsviðurskiftini í sjón­ varpinum eru verri enn hjá øðrum, og at Kring varpið hevur ov lítið av peningi. Høgni í Jákupsstovu, ein av teimum 28, sum hevur skrivað undir, umframt, at tað er hann, sum hevur sent teldubrævið til stýrið, skilir væl, at peningur manglar, men heldur ikki, at tað er ein umbering fyri øllum. – Tingini, sum ikki kosta pening verða heldur ikki gjørd. Tað eru ongar ætlanir og visjónir, hóast leiðslan hevur sitið í eitt og eitt hálvt ár, sigur hann, og leggur afturat, at hóast bygnaðurin er gjørdur til 90 milliónir krónur, so er veruleikin bara 60 milliónir, og tí er tað løgið, at mann ikki vil broyta bygnaðin. Raðfesting Fremsta ynskið hjá starvs­ fólkunum í sjónvarpinum er at fáa økið raðfest, men hetta kann Rúni Heinesen ikki garantera. – Í 2008 hevði Kring varp­ ið 68 milliónir tilsamans. Til framleiðslu í útvarpinum vórðu nýttar 12,8 milliónir og sjónvarpið nýtti 21,3 mill iónir krónur. Har hevur tú lutfallið, og so kunnu fólk sjálvi meta um rað­ festing, sigur hann, og legg­ ur afturat, at tað er stjórin, sum er fult álit er á, sum situr við ábyrgdini. Høgni í Jákupsstovu er ikki heilt samdur við Rúna Heinesen. – Eg tími illa í eina disku­ tión við stýrið, men mann plagar at siga, at sjónvarp er sjey ferðir dýrari at gera enn útvarp, so kann eg siga sum formaðurin í stýrinum. Har hevur tú lutfallið. Høgni í Jákupsstovu legg­ ur afturat, at tað, sum tey føla, er at tað einasta, sum verður framleitt, er Dagur og Vika, 3­2 og nakrar dokumentarsendingar. Hetta er munin minni enn áðrenn samanleggingina. Samskifti Rúni Heinesen vísir á, at tað er líkt til, at ov lítið sam­ skifti er í nógvum førum, og hesum tekur Høgni í Jákupsstovu undir við. – Sjónvarp er nakað mann ger saman, men vit eru býtt upp í tríggjar ym isk­ ar deildir í mun til tvær, so múrarnir eru bara blivnir hægri. Samstundis situr leiðsl an í Sortudíki og vit vita ikki eingong, hvat ymisku pengarnir verða nýttir til. Mána dagin verður so fundur millum starvsfólk, leiðslu og stýri. Kringvarpið kreppufund um sjónvarpið Hetta er skrivið, 28 av 29 fólkum, sum arbeiða við sjónvarpi í Kring­ varpinum, hava sent til stýrið fyri Kringvarpið fyri at vísa sína støðu Tórshavn
22.
oktober
2009
 
 Til
stýrið
fyri
Kringvarp
Føroya
 Avrit
til:
Anniku
Mittún
Jacobsen,
landsstýriskvinnuna
í
Mentamálum
og
Løgtingsins
mentanarnevnd.
 Sjónvarpið
bløðir
út
 Síðani
nýggja
leiðslan
tók
við,
er
sjónvarpstilfarið
í
Kringvarpinum
minkað
almikið.
Nú,
tá
 ið
kringvarpsstjórin
hevur
avgjørt
at
taka
sjónvarpstíðindasendingina
av
skrá
millum
jól
 og
nýggjár
fyri
at
spara
pengar,
ber
av.
Annaðhvørt
má
sjónvarpið
uppraðfestast,
ella
 mugu
stovnarnir
fara
sundur
aftur.
 
 Starvsfólkini
í
Sjónvarpinum
eru
von
við
buldraslig
viðurskifti.
Sjónvarp
Føroya
hevur
altíð
 verið
eitt
arbeiðspláss,
har
tað
hevur
verið
kjakast
nógv,
har
bylgjurnar
ganga
høgt
og
eitt
 arbeiðspláss,
sum
hevur
kravt
nógv
av
sínum
starvsfólkum.
Men
nú
er
øskukalt
í
 sjónvarpinum.
Tann
samanleggingin,
sum
skuldi
geva
meira
synergi,
sum
skuldi
fáa
meira
 burturúr
hvørjari
krónu
og
økja
um
programtilboðið
í
Kringvarpinum,
hevur
verið
ein
 vanlukka
fyri
sjónvarpið.
 Leiðslan
hevur
ikki
orðað
nakra
visjón
fyri
sjónvarpið,
sjálvt
um
tað
vanliga
er,
at
ein
orðað
 visjón
ella
í
minsta
lagi
eitt
hugskot
um
kós,
mál
og
mið
er
sjálvt
grundarlagið
undir
setanini
 av
eini
leiðslu.
Við
hesum
í
tonkunum
undrast
vit
stórliga
á,
at
stjórin
hevði
nýggja
bygnaðin
 tøkan
stutt
eftir,
at
hon
var
byrjað
í
starvinum
1.
apríl
2008.
Afturvendandi
messan
um,
at
 stovnurin
ikki
er
lønarkompenseraður
í
áravís,
kann
ikki
brúkast
til
nakað,
og
tann
støðan
var
 kend
av
øllum,
áðrenn
fyrst
stjórin
og
síðani
restin
av
leiðsluni
tóku
av
teirra
størvum.
 Vit
krevja,
at
broytingar
verða
settar
í
verk
beinanvegin.
Vit
krevja,
at
vit
sleppa
at
gera
 sjónvarp,
og
vit
krevja,
at
vit
kunnu
røkja
okkara
demokratisku
skyldur.
Vit
krevja,
at
verða
 loyst
úr
rokniarkshaftinum
hjá
stjóranum.

 Vit
hava
fleiri
ítøkilig
uppskot
um
broytingar:
 • Tað
eru
tríggjar
sjónvarpsframleiðandi
deildir,
og
tað
er
alt
ov
mikið.
Tey
fáu
 starvsfólkini,
sum
arbeiða
við
sjónvarpi,
eru
ov

spjadd,
og
múrarnir
millum
deildirnar
 eru
hægri
enn
nakrantíð.
Vit
skjóta
upp
at
taka
bygnaðin
upp
til
nýggja
viðgerð,
 soleiðis
at
tað
verða
í
mesta
lagi
tvær
sjónvarpsframleiðandi
deildir.

 
 • Fylgið
lógarinnar
bókstavi,
tá
tað
um
tíðindadeildina
ræður.
Tað
skapar
ov
mikla
órógv
 at
royna
at
trossa
politiska
viljan.
Skipið
heldur
eina
tíðindadeild
í
sjónvarpinum
og
 eina
tíðindadeild
í
útvarpinum.
Núverandi
skipan
við
einari
tíðindadeild
skapar
bara
 ónøgd.
Tá
tað
sansar
at
peningaliga,
situr
tíðindaleiðarin
sum
lús
millum
tvær
negl
og
 noyðist
at
velja,
hvør
skal
niðurlagast.
Í
núverandi
leiðslu
er
eingin,
sum
hevur
royndir
 við
sjónvarpstíðindum,
og
tað
merkist
eisini.
Sum
skilið
á
stovninum
er
nú,
og
sum
 politiska
støðan
er,
er
eingin
ivi
um,
at
tað
er
neyðugt
við
tveimum
tíðindaleiðarum
við
 hvør
sínum
pengaposa
á
stovninum
fyri
at
tryggja
góðskuna
og
vavið
á
bæði
útvarps‐
 og
sjónvarpstíðindum.
 
 • Eitt
journalististiskt
arbeiðspláss
má

sleppa
til
arbeiðis,
tá
ið
tingini
henda.
Vit
kunnu
 ikki
gera
okkara
arbeiði
til
lítar,
um
vit
bara
kunnu
arbeiða
innan
eitt
strangt
avmarkað
 vaktarskema.
Vit
krevja,
at
ressursir
vera
fluttar
til
tíðindaflutningin
alt
fyri
eitt.
 
 • Savnið
øll
sjónvarpsfólk
undir
sama
taki.
Rúm
er
ikki
fyri
øllum
í
Sortudíki,
og
tískil
 mæla
vit
til,
at
øll
sjónvarpsframleiðsla
aftur
verður
savnað
í
M.A
Winthersgøtu.
Tað
 hevur

við
sær,
at
vit
kunnu
samstarva
um
at
fáa
meira
sjónvarp
á
skíggjan.
 
 • Kringvarp
Føroya
er
sett
í
verðina
at
vera
til
gagns
fyri
Føroya
Fólk.
Tí
krevja
vit,
at
 leiðslan
kemur
við
einari
veruligari
ætlan
fyri
Kringvarp
Føroya.
Rok
hava
vit
havt
 nokk
av
–
kann
leiðslan
ikki
skapa
frið
og
vísa
vegin,
má
hon
leggja
frá
sær.
 
 • Leiðslu‐
og
deildarbygnaðurin
má
broytast
soleiðis,
at
tað
ber
til
at
fáa
sjónvarp
á
 skíggjan.
Sum
støðan
er
nú,
er
tað
einans
leiðarin
á
dokumentardeildini,
sum
hevur
 sjónvarpsroyndir,
og
hon
er
flutt
úr
M.A
Winthersgøtu.
Stjóri,
tíðindaleiðari
og
 programmleiðari
hava
milllum
onga
og
sera
avmarkaða
vitan
um
sjónvarp.
Vit
kunnu
 ikki
longur
góðtaka,
at
leiðslan
framhaldandi
uppraðfestir
útvarp
fram
um
 sjónvarpsframleiðsluna.
Kravið
má
vera
ein
bygnaður,
sum
skil
er
í.
 
 • Um
ikki
leiðslan
er
før
fyri
at
ganga
okkara
ynskjum
á
møti
og
skapa
ein
betur
bygnað,
 noyðast
vit
at
krevja,
at
stovnarnir
fara
sundur
aftur.
 Støðan
í
sjónvarpinum
er
nú
so
ring,
sum
hon
aldrin
áður
hevur
verið.
Fólk
eru
óð,
frustrerað,
 kedd,
og
líkasælan
er
nú
farin
at
merkjast.
Tað
er
serliga
hugstoytt,
tá
ið
vit
vita,
at
leiðslan
 hevði
fullan
stuðul,
tá
ið
hon
tók
við.
Hetta
er
seinasti
møguleiki,
um
ikki
leiðslan
longu
hevur
 spilt
sín
møguleika
fyri
at
fáa
frið
á
stovninum.

 Vinarliga
 
 Jógvan
Hugo
Gardar
 Høgni
í
Jákupsstovu
 Ingolf
S.
Olsen
 Kaj
Joensen
 
 J.
Herluf
Sørensen
 Sigrún
Brend
 Rúni
F.
Kjær

 Malan
Johannesen
 Bjarnheðin
í
Hoyvík
 Bogi
Godtfred
 Ragnar
A.
Jacobsen
 Jógvan
Eli
Dam
 Bárður
Veihe
 Páll
Danielsen
 Guðrið
Rubeksen
 Jóna
Dalsgarð
 Jógvan
Páll
Johannesen
 Carsten
Arnskov
 Erla
Zachariassen
 Johnsigurd
Johannesen
 Hallur
E.
Thomsen
 Katrin
Streymoy
 Robert
á
Stongum
 Mathias
Samuelsen
 Tórður
Mikkelsen
 Bjørg
Mohr
Anderssen
 Regin
Toftegaard
 Øssur
Hjalt