fríggjadagur 30. oktober 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 208 · 30. oktober 2009
11
VIKUSKIFTI
Jonathan Stuart Leibowitz, sum er hansara fulla
navn, vaks upp í einari jødiskari familju í New
York. Tá hann var 11 ára gamal, fóru foreldrini frá
hvørjum øðrum, og Jon hevur ikki havt samband við
pápa sín síðani.
Jon Stewart sigur, at hann var illa happaður í
skúlanum fyri at verða jødiskur drongur. Men tá
hann tók prógv á Lawrence High School var hann valdur
sum tann stuttligasti næmingurin á skúlanum.
Hann møtti konu sínari á einari sonevndari „blind
date“. Fýra ár seinni, í 2000, giftust Jon Stewart
og Tracey McShane. Jon fríggjaði til konuna við einari
serligari krossorðgátu, sum konan skuldi loysa.
Jon Stewart og familjan hava síðani 2005 búð
á Manhattan í New York, har tey keyptu eina
penthouse íbúð fyri góðar 30 milliónir krónur.
The Daily Show hevur verið sent síðani 1996, og
í januar mánaði 1999 tók Jon Stewart við sum
vertur í sendingini, sum verður fýra ferðir um vikuna á
Comedy Central í USA. Sendingin verður eisini send í
fleiri øðrum londum – eitt nú hjá SvF í Føroyum.
Tá ið flest fólk hava hugt eftir The Daily Show í
USA, hava 2,3 milliónir hyggjarar verið.
Hóast Jon Stewart er mest kendur sum vertur
í The Daily Show, hevur hann spælt við í fleiri
filmum og sjónvarpsrøðum. Hann hevur eisini havt
serligar gestaframførslur í røðum sum The Simpsons,
American Dad og Spin City.
Um tær ikki dámar tíðindasendingar, so er hetta
mótsendingin, sum tú kanst hyggja eftir, er Jon
Stewart endurgivin fyri at siga um The Daily Show.
Jon Stewart sigur, at hann fær størst íblástur, tá
hann missir svønin.
The Daily Show er blivið
betur og betur umtókt,
síðani Jon Stewart gjørdist
vertur, og hann hevur vunnið
fleiri virðislønir í USA fyri
vertsleiklutin.
10 tIng um Jon Stewart
Happaður í skúlanum
Hann er ein tann stuttligasti sjónvarpsverturin í usa,
og í satiru-sendingini The DAily Show, sum eisini verður
send í Føroyum, loyvir Hann sær bæði eitt og annað. og
Her er ymiskt, sum tú kanska ikki visti um Jon STewArT
EyðgUnn SamUElSEn, LøgTINgS
KvINNA HJá JAvNAðArFLoKKINUM,
HevðI YNSKT, AT FLeIrI TILTøK
vórðU úTvArpAð.
DAg- og vikUbløð
Sosialin og Dimmalætting lesi eg altíð. Havi onkutíð keypt onkur
vikubløð, men ikki regluliga.
heimASíðUr
eg vitji føroysku portalarnar, portal.fo, nordlysid.fo og kringvarp.
fo. onkuntíð eri eg inni á Sandoyar og Suðuroyar portalunum. Av
útlendskum síðum er tað mest dr.dk og kvinfo.dk, ið eg lesi fyri at
orientera meg.
TónleikUr
eg lurti eftir øllum millum
himmal og jørð. Mær dámar
væl nýggjan tónleik, sum
til dømis guðrið Hansdóttir.
eg lurti eftir tónleiki, tá eg
skal rudda ella gera mat.
Av gomlum tónleiki lurti eg
mest eftir bólkunum Tv2,
Tinganest og Frændum.
ÚTvArp
Lurtið eftir tíðinda send ing
unum hjá Kringvarpinum
og rás2.
DvD
Seinasta dvd, eg hugdi eftir, var »Føroyskar søgur«. eg undirvísi í
søgu, og tað var tí, eg hugdi eftir hesum. Annars havi eg ikki tíð
at hyggja at filmum.
SJónvArpSrøð
Sendingina »Krøniken« dámdi mær sera væl. »Desperate
Housewifes« haldi er ómetaliga stuttligt og passar væl til mín.
bøkUr
eg lesi einar fýra bøkur um
mánaðin. Beint nú lesi eg
»Chockdoktrinen« av Naomi Klein.
eg plagi at vera á bókasavninum
einaferð um mánaðin. Húsini eru
full av bókum, so eg royni ikki at
keypa so nógvar.
mAgASin
Ugebrevet A4, sum Lo í Danmark
gevur út, lesi eg. Weekendavisen
haldi eg er áhugaverd – og blaðið
Information.
Telefon
eg havi eina gamla ericsson telefon, sum eg brúki at ringja og
smsa við. Havi leingi ætla mær at skift hana út.
hvAT vil TÚ ikki brÚkA Tíð Uppá?
Bløð, sum mæla til at man skal skifta út og endurnýggja, eri eg
ikki áhugað í. eg vil lesa og ganga til tiltøk, heldur enn at keypa
nýtt til heimið.
hvAT irriTerAr Teg í miðlUnUm?
Tvætlut tos fyri at fáa tíðina at ganga, spæl góðan tónleik ístaðin.
hvAT vil TÚ hAvA meiri Av í miðlUnUm?
Fleiri kjaksendingar og at fleiri tiltøk verða varpað út. Tað nýtist
ikki at kosta tað stóra bara, at hava eina mikrofon til staðar.
miðlArnir og Eg
Lívið er tað, sum hendir
hjá tær, meðan tú hevur
úr at gera við at leggja
aðrar ætlanir.
John Lennon
lagt tIl rættIS: eyðun Klakstein
lagt tIl rættIS: Inna Törnroos
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
í nýggja táttinum siga kendir og ókendir
persónar frá síni miðlanýtslu.