Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. oktober 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 208 - 30. oktober 2009 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stuðlið Krabbameins­ felagnum leygarkvøldið Leygarkvøldið verður stórt tiltak í Norðurlanda- húsinum í sambandi við innsavning av peningi til Krabbameinsfelagið, sum hevur 30 ár á baki í ár. Tað eru Krabbameinsfelagið, Norðurlandahúsið og so Kringvarpið, ið stíla fyri hesum serstaka tiltakinum, sum verður sjónvarpað og útvarpað til øll heim í landinum í ikki færri enn fýra tímar. Einstaklingar, fyritøkur o.o. hava so høvi til hesa løtuna at flyta pengar til slóðbrótandi arbeiði hjá Krabbameinsfelagnum. Fyri at fáa so mong sum til ber at lýða á hevur Kringvarpið gjørt rættiliga nógv burtur úr við at gera samrøður og innsløg umframt at tónleikarar verða við til at fylla góðu karmarnar í Norðurlandahúsinum út. Krabbamein er vorðin ein fólkasjúka ikki minst í Vesturheiminum, har meðallivialdurin er vaksin nógv hesi seinastu árini. Fólk gerast so gomul, at krabbamein nær at fáa fastatøkur. Men eisini millum ung og tilkomin ger sjúkan um seg. Um somu tíð verður gjørt eitt stórt arbeiði fyri at koma sjúkuni til lívs. Her ikki minst gjøgnum gransking og betraða viðgerð. Tað hevur tí ómetaliga nógv at siga, at tey, sum granska og arbeiða við hesum, fáa teir neyðugu midlarnar. Tað almenna eigur sjálvandi at ganga á odda við at gera íløgur í eitt vælvirkandi heilsu- og sjúkrahúsverk, men privatir stovnar og feløg og eisini einstaklingar eiga og kunnu eisini vera við til at stuðla undir hesi felags uppgávu. Tiltakið í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld er eitt dømi um hetta. Har fleiri ymsir stovnar og feløg ganga saman um at fáa føroyingar flest til at lata eina upphædd til arbeiðið at fyribyrgja og viðgera og ikki minst granska í krabbameinssjúkum. Í hesum døgum er eisini komin út ein krabbameins- ætlan fyri Føroyar. Her verður ásannað og staðfest, at krabbamein er ein av herviligastu sjúkunum her á landi. Spurt verður tí um føroyska heilsuverkið kann gera meira fyri at tryggja hesum sjúklingum so góða viðgerð sum møguligt umframt at stuðla og ráðgeva sjúklingi og avvarandi, sum jú eisini verða rakt, tá krabbamein verður staðfest í familjuni. Umrødda krabbameinsætlan skal slóða fyri, at ljós verður varpað á hesar spurningar. Hon fevnir um ikki færri enn 58 tilmæli um ábøtur. Arbeiðsbólkurin sigur seg vóna, at ætlanin kann skapa grundarlag fyri, at vit í størri mun fáa fyribyrgt krabbamein í Føroyum, og tá sjúkan rakar, fáa veitt eina trygdargóða viðgerð á altjóða stigi. Vit loyva okkum at gita, at alt Førøya fólk fer at taka undir við ikki bert hesi áhugaverdu og tiltrongdu ætlan, men eisini longu í annaðkvøld fara at geva gallatiltakinum í Norðurlandahúsinum afturljóð. Gott í tykkum øll, sum eru við til at skipa fyri hesum einastandandi tiltakinum. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Annika Olsen má velja: Hon kann røkja áhuga­ málini hjá føroyskum vinnulívi ­ ella hon kann lata Javnaðarflokkin steingja føroyska arbeiðsmarknaðin Sosialdemokratiskir flokk­ ar eru ofta tiknir til gísla av fakfeløgum. Søguliga, fíggjarliga og persónliga tilknýtið hevur verið so sterkt, at floksleiðslurnar rætt og slætt ikki hava torað at gingið ímóti fak­ felagsleiðslunum. Men tað er broytt nógva­ staðni. Í Bretlandi var tað sjálvur Labour­flokkurin sum loysti seg úr haftinum, og í Danmark var tað fak­ felagsrørslan, sum minkaði munandi um stuðulin til sosialdemokratarnar. Tað hevur gagnað flokkunum at sleppa úr hesum binding­ um, tí fakfeløg hava nú einaferð eina aðra uppgávu enn politiskir flokkar. Í Føroyum hava hesar bindingar ikki verið so for­ maliseraðar og sterkar sum aðrastaðni, men tann polit­ iska bindingin hevur stund­ um verið sterk ­ og skaðilig. Og tað er hon aftur í dag. CHE­samgongan fekk skip­ að so fyri, at arbeiðsmegi úr ES sleppur smidliga til Føroya. Hetta var alneyð­ ugt, tí føroyski arbeiðs­ marknaðurin var tann mest afturlatni í Europa ­ til stór­ an bága fyri føroysk virki. Men eitt mark varð sett á, so skipanin bara er gald­ andi, um arbeiðsloysið er minni enn 3,5%. Hetta er eitt vitleyst krav, tí sjálv­ andi kunnu virki tørva skikkaði arbeiðsmegi, fyri tað um 3,5 av 100 føroy­ ingum ikki hava starv. Javnaðarflokkurin kravdi, at markið var sett inn ­ eftir trýsti frá Føroya Arbeiðara­ felag. Og Tjóðveldi slakaði, tí tað hastaði at fáa skipan­ ina setta í verk. Annika má velja Arbeiðsloysi í Føroyum er ikki høgt í dag ­ men hægri enn 3,5%. Og tí skal skip­ anin nú setast úr gildi aftur. Aftur er tað FA sum streingir á uttantings ­ og Javnaðarflokkurin innan­ tings. Men á tingi er stórur meiriluti fyri, at markið skal takast av. Problemið er, aftur nú, at Javnaðar­ flokkurin er í samgongu. Men tað er ikki rætt, at ein einstakur flokkur sleppur at blokkera fyri eini skilagóðari loysn, sum meirilutin á tingi ynskir. Annika Olsen má velja, um hon vil lata Javnaðar­ flokkin stýra einsamallan ­ ella um hon vil røkja áhugamálini hjá føroyskum vinnulívi og fremja tann politiska viljan. Velur hon tað seinna, leggur hon fram eitt upp­ skot um, at 3,5% markið skal takast av. Skal proppurin aftur setast í fløskuna? SjÚrðUr SKAALE Í grannalondum okkara í Norður­og Vestureuropa ­ teimum, sum okkum dám­ ar so væl at samanbera okkum við ­ hava verið nýttar tvær ymiskar sjúkrat ryggingarskipanir. 1. Bismarck­skipanin verður nevnd eftir týska ríkiskanslaranum, sum seint í 19. øld ásetti, at øll skuldu gerast limir í einum sjúkrakassa, sum so skuldi rinda teirra sjúkraútreiðsl­ ur. Í Bismarck skipanini – ella sjúkrakassaskipanini – rinda øll, rík eins og fátæk, somu upphædd inn í sjúkra­ kassan. Sum vit hava sæð, ikki minst her í Føroyum, virkar hendan skipan ikki væl, m.a. tí tað solidariska princippið, sum vit finna longu í miðaldarlóggávu, at tann ríki hjálpir tí fá­ tæka, ikki er galdandi, og bæði tann einstaki og stat­ urin noyðast at taka um endan, har sjúkrakassin ikki orkar. 2. Beveridge­skipann verður nevnd eftir bretska búskaparfrøðinginum William Beveridge, sum stovnaði hesa skipan í 1942. Eftir Beveridge­ skipanini fáa øll í sam­ felagnum fulla sjúkrarøkt og ­viðgerð uttan mun til inntøku, starv, ogn e.t. og fíggingin er solidarisk um­ vegis progressiva skattin. Beveridge­skipanin er galdandi í Bretlandi, og hon hevur eisini havt sína ávirkan á Spania m.a. og ikki minst á Norðurlond. Øll Norðurlond, sum tey flestu áður nýttu Bísmark­ skipanina, nýta í dag Beveridge­skipanina ­ øll uttan Føroyar. Í hesum døgum verður nýggj sjúkratryggingar­ skipan viðgjørd í Føroyum. Vit høvdu væntað av sitandi samgongu, at farið varð frá teirri ósolidarisku, Bismarck­skipanini og yvir til ta solidarisku skipan, sum øll hini Norðurlondini brúka. Men gakk. Alt stríð­ ið við nýskipan hevur bert givið okkum eina nýggja, ósolidariska Bismark­skip­ an. Tó er tann munur, at har gamli, konservativi, týski ríkiskanslarin loyvdi fríum, demokratiskum sjúkrakassum, avtaka vit við lóg allar sjúkrakassar, og seta í staðin á stovn ein einstakan statsdirigeraðan, ósolidariskt fíggjaðan sjúkrakassa. Soleiðis er lógaruppskot­ ið. Sagt verður, at í við­ merkingunum til lógarupp­ skotið skal vera skrivað ein ætlan um at gera skipanina solidariska um nøkur ár Tað kann væl vera, men verður lógaruppskotið samtykt, verður tað lógar­ teksturin, sum fær gildi nú ­ ikki politiskar framtíðar­ ætlanir. Tann dagin, sam­ gongan hevur lógarfest Beveridge­skipanina í staðin fyri avoldaðu, ósolidarisku Bismark­skip­ anina, eigur hon rós uppi­ borið frá pensionistunum, men ikki ein dag fyrr. Vit halda okkum vera partur av Norðurlondum og av norðurlendsku væl­ ferðarskipanini. Men hetta seinasta árið hava vit sæð eina ósolidariska áseting fyri og aðra eftir, sum dregur okkum longur og longur burtur frá norður­ lendskum, solidariskum hugsjónum. Henda nýggja ósolidariska sjúkrakassa­ skipanin bøtir ikki um. Tvørtur ímóti er vandi fyri, at vit vera hangandi í hesi nýggju sjúkrakassaskipan í mong ár, tí sum vit so mangan hava sæð, kunnu politiskar ætlanir vísa seg at vera svikaligar. Sjúkratryggingarskipanir næstformaður, Lands­ felag Pensjónista ArNE THorSTEINSSoN