fríggjadagur 30. oktober 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 208 · 30. oktober 2009
12
VIKUSKIFTI
Er lívið Eitt vælsignilsi? Ella Eitt forbannilsi? Ella Eitt sindur av
hvørjum? Jóanes nielsen Er í hornatøkum við sjálvan EksistEnsin
í øllum sínum grimlEika í mEistaraliga lEikinum »aftan á undrið«,
sum tjóðpallur Føroya í hEsum døgum FramFørir á mEiarínum.
MilluM
vælsignilsi
og forbannilsi
Ummæli
Heini í skorini
heini_skorini@yahoo.com
Lítla trædukkan Pinocchio gjørdist
menn iskja. Og so endaði søgan.
Men tað er tá, at søgan veruliga
byrjar. Tað er í hurðagapinum inn til
lívið, at søgan hjá okkum mannabørnum
fer í gongd. Uttan mun til, um vit hava
hug til ferðina ella ikki, so er eingin
vegur uttan um. Uttan sjálvmorðið,
sjálv andi.
Hetta fær Pinocchio at vita í eini
sam talu við tann grima Heggen prest
tíðliga í leikinum:
»Menniskjan stendur á gáttini til
lívið, og (...) tað ber ikki til at bakka.
Tað finst bara ein gongd leið«.
»Hvør er hon?«, spyr tann forvitni
Pinocchio.
»Tað er tín egna leið«, teskar Heggen
prestur.
Stórfingið
Jóanes Nielsen er í hornatøkum við
stórar og svárar spurningar í nýggja
leikinum hjá Tjóðpalli Føroya, »Aftan
á undrið«, sum í hesum døgum verður
fram førdur á Meiarínum í Havn. Og
lat tað vera sagt beinanvegin, at talan
er um eitt meistaraverk. Eitt drama
turgiskt, visuelt, tónlistarligt og eksis
tentielt meistaraverk, sum staðfestir,
hví leiklistin er ein so sterk listagrein,
tá hon riggar.
Bøkur hava orðini, sum eru festar
á blað. Tónleikurin hevur ljóðið, sum
kemur frá ljóðførunum. Men sjón leik
urin hevur orð, ljóð og kropp ar. Og
»Aftan á undrið« er av sonnum ein
sansa mettandi uppliving. Ein estet isk
ur rúsur. Ein eksplosión av leikar um,
tónleiki, sangi, ljósi og dreyma kend
um pall myndum. Ein tann størsta
uppsetingin hjá Tjóðpallinum nakr
an tíð.
Og lat tað eisini vera sagt, at tað er
við eyðmjúkum og bivandi hjarta, at
undirritaði, sum ikki hevur leik listar
liga útbúgving, skrivar hesar reglur. Tí
»Aftan á undrið« er eitt multidimensio
nelt listaverk, sum hevur uppiborið at
verða viðgjørt á fleiri stigum og í sama
klassa, sum leikurin sjálvur er í. Hesar
reglur skulu tí ikki lesast sum ein full
gjørd meting, men sum eitt ískoyti,
sum vónandi kann seta orð á okkurt
av tí in tensu uppliving, sum Tjóðpallur
Før oya, ein føroyskur rithøvundur, ein
íslendskur leikstjóri, átta heilhjartaðir
leikarar, ein frálíkur tónasmiður pluss
øll hini kring leikin í hesum døgum
borðreiða við.
Deyðin
Tað er trupult og stundum ørkymlandi
at hyggja at leikinum. Mørkini millum
veruleika og hugflog eru kám. Og
mørk ini millum fortíð og nútíð eru
heldur ikki týðilig. Høvuðspersónurin
Dávid, ein 1213 ára gamal smádrongur
við heilasvulli, blandar konstant dreym
og veruleika, tá hann flýggjar inn í
ævintýrheimin hjá Pinocchio og blandar
element frá sínum egna veruleika við
verðina hjá italska rithøvundanum
Carlo Collodi, sum í 1880'unum skriv
aði søguna um trædukkuna, sum bleiv
livandi. Søgan flytur seg ímillum ein
ítøkiligan og ein mytologiskan heim,
og symbolikkurin, surrealisman og
stundum eisini absurditeturin geva tí
ítøkiligu tulkingini av søgugongdini
konstant mótspæl. Tað er tíðum frustr
er andi, men tað er samstundis ein
intel lektuell avbjóðing, tí upplivingin
skal sodna, búnast og fáa skap í huga
heiminum hjá áskoðarunum rúma tíð
eftir, at leikurin er liðugur. Søgan rúmar
við øðrum orðum eina dýpd, sum allar
helst skilir vøtnini, tá móttakarin skal
gera seg klókan uppá, hvat Jóanes
Nielsen í grundini vil kommunikera.
Á tí ítøkiliga støðinum hevur tema
tikkurin eisini eina breidd. Sjónleikurin
snýr seg um eitt forfjónað barn við
einum høgum deyðsmedviti. Um hjúna
bands kreppur. Um konubuking. Prosti
tutión. Alkoholismu. Ótrúskap. Sjúku.
Deyðsótta. Deyðslongsul. Religión. Og
óivað mangt, mangt annað.
Men sum eg sat í myrkrinum á lítla
Meiarínum, fekk tann reyði tráðurin
rættiliga skjótt eitt eksistentielt skap.
Tað snýr seg um spenningin ímillum
lív og deyða. Pinocchiodukkan hjá
smá drong inum Dávidi spyr tíðliga
í leik inum, um tað er vandamikið at
doyggja. Og tá Dávid er flýggjaður inn
í dreymaverð, bedýrar hann fyri svørtu
kaninunum, at hann í øllum førum ikki
ætlar sær at doyggja. Men kaninirnar
svara, at man má liva, áðrenn man
doyr. At tað hevur týdning at venja seg
til at doyggja. Og at tann lítli og sjúki
Dávid, sum í sínum dreymum er ein
frískur Pinocchio, longu er eitt sindur
deyður.
Lívið
Niðurteljingin byrjar í móðurlívi. Tíma
glasið rennur frá fyrsta sekundi. Og
spurn ingurin er so, hvussu vit menn
iskju liva okkara lív við deyðanum sum
Kristina Sørensen Ougaard í høvuðsleiklutinum sum smádrongurin Dávid
við heilasvulli, sum flýggjar inn í heimin hjá trædukkuni Pinocchio.
mynd: Finnur Justinussen