Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. oktober 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 208 - 30. oktober 2009 13 viðmerkingar Alla halganna dagur Ævigt lív við trúnni á Jesus Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt liv. Tí at ikki sendi Gud sonin í heimin, til tess at hann skal døma heimin, men til tess at heimurin skal verða frelstur við honum. Jóhs. 3,16–17. Hesi orðini, Jóhs. 3,16, verða kallað tann lítla bíblian, og tað er heldur ikki so løgið, at so er, tí hetta versið inniheldur júst alla Guds frælsuætlan, tað at Gud sendi sín einborna son í heimin at frelsa mannaættina, sum var fallin í synd vegna tað at Adam og Eva vóru ólýðin mótvegis Gudi, og ótu av kunnskapartrænum, sum ikki var loyvt at eta av, og vóru tey rikin út úr aldingarðinum (Paradísinum) vegna synd. Men Gud havi lov, hann hevur opnað vegin aftur til Paradísið og tað gjørdi hann við at senda sonin Jesus til jarðar, okkum til æviga frelsu og ævigt lív. Tí kann eg heilsa tykkum, sum nú sita eftir við sorg og sakni við Jóhs. 11,26. Jesus segði við hana: »Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr; og hvør tann, sum livir og trýr á meg, skal aldri um ævir doyggja; trýrt tú hesum?« Jesus troysti og styrki tykkum í sorg og sakni tykkara, við vónini um at hittast aftur ein dag heima í Himlinum. Og eg vil enda við einum Alla halganna sálmi yrktur til Alla halgannadag. Alla halganna sálmur Lag: Bf. 227. Dk. 409. M. 856. Ein stórur skari við Guds trónu stendur, í hvítum búna, pálmagrein í hond: tey løgdu seg í Guds vár faðirs hendur, tí lendu tey á himna føgru strond. Óteljandi er hesin frelsti skarin, sum heim er komin, hesum foldum frá; frá vinum elskaðu tey eru farin, til tess at vera faðir sínum hjá. Á himni høga, gleði, sæla valdar, ei sjúka, sorg og tregið eru har; tey heima eru ævinnar ótaldar, tí Jesus syndir teirra allar bar. Tey lovsang syngja, um Guds stóru náði at hann tey frelsti her í óndu verð; har er ei nøkur freisting, nakar bági, tí frelsan var í Jesu sáttargerð. Kom tí mín vinur, bjarga tær frá deyða, nú, meðan náðitíði tú hevur her; lat tváa teg í Jesu blóði reyða, tað einans móti lívsins landi ber. Ei lívið her á foldum við skal vara skjótt kallar Gud teg burt úr hesi verð; skalt tú tá vera við í frelsta skara, so mást tú frelstur vera longu her. Kjartan Stakksund Kjartan Stakksund Vit eru farin undir tað síðsta árið í fólkaskúlan­ um, sum endar við frá­ faringarroynd fólkaskúlans. Tann dagliga skúlagongdin er tí eisini nakað strævnari hjá bæði lærarum og næmingum. Eitt stórt rós til Berg og Petur fyri at teir saman við øðrum hava gjørt 10.flokk spennandi, góðan, lærirík­ an og fantastiskan, sum hann er. Eg eri ein vanligur drong­ ur, sum gangi í 10. flokki í Tórshavnar Kommunu­ skúla, eg haldi at tað er skomm at flyta hendan felagsskapin, sum er í 10. flokki í Kommunuskúlan­ um til Eysturskúlan. At allir 10. flokkar í Havnini skulu vera koyrdir saman í eina eind er nakað tvætl. Endamálið er kanska at niðurleggja 10. flokk í framtíðini? Ella at spara nakrar pengar har og so er eingin 10. flokkur. Eg skilji ikki, hví man skal niðurleggja ein sera góðan og læruríkan máta at undirvísa 10. flokki í. Tað er eitt sera mennandi og spennandi ár, bæði hjá næmingum og ikki minst hjá lærarum og fyrisiting. Næmingatalið veksur og veksur í Kommunuskúlan­ um, meðan tað minkar hjá øðrum skúlum í Havnini. Vit eru umleið 75 næming­ ar í 10. flokki í ár (2009­/2010). Tað er met høgt ár hjá skúlanum. Tað er synd at bróta hesa upp­ bygging, sum fyrisiting og lærarar hava gjørt. Vit eru býtt upp í A, B og C flokk­ ar, men eru sum ein eind tað vil siga at allir flokkar eru altíð saman. Við tí í huga at menna 10. flokkarnar, so skulu teir ikki samanleggjast, men heldur gjørt eina eind í Eystur­ skúlanum og eina í Komm­ unuskúlanum, so kundu næmimgar úr hinum skúlun­ um í Tórshavnar Kommunu sjálvir avgjørt hvønn skúla teir vildu farið í. Í Kommunuskúlanumum eru góðir karmar fyri undir­ vísing. Diskussiónir eru ofta uppi at venda, har ið vit viðgera spennandi evni í samband við tað sum vit hava tann dagin. Vit hava viðrir t. d. felagsskapir, tolsemi, virðing, opinleika, erligheit og skemtingarsemi fyri hvørjum øðrum. Dentur verður lagdur á, at næmingurin fær so nógv burturúr undirvísingini sum møguligt. Men trivn­ aðurin hevur minst líka nógv at siga. Undirvísingin í Kommunuskúlanum er skipað í blokkum, og tað er sera gott, tí so fær ein meira burturúr, eisini hevur skúlin í ár fyri fyrstu ferð spanskt á tímatalvuni og sum nakað heilt nýtt kunnu næmingar eisini taka Cam­ bridge first certitficate í enskum, tann undirvísingin er í tøttum samstarvið við Fróðskaparsetrið. Vit hava verið á setur­ skúla á Sandi, og var tað gott og læruríkt, har ið vit arbeiddi nógv saman í bólk­ um, fyri at læra hvønn annan uppaftur betri at kenna. Tann 11. mars 2010 fara vit á námsferð til Prag í Kekkia, hetta er eisini vorð­ in siðvenja hjá Tórshavnar Kommunuskúla, at 10 flokkur fer hesa námsferð. Skúlin hevur í ár sett pening av til umvæling av hølum, sum 10. flokkur skal húsast í. Tað verður nógv gjørt burtúr 10. flokki í Tórshavnar Komm­ unuskúla. Eg haldi tað verða synd at niðurleggja hendan undirvísingar hátt­ in og ikki minst felags­ skapin. Tú kemur at læra nógv nýggj fólk at kenna og er tað sera gott. Skal alt bara fella burtur í onki? Vónandi verður 10. flokkur verandi í Tórs­ havnar Komunuskúla komandi árini. Til síðst vil eg takka skúlanum, sum eg skjótt havi gingið í, í 10 ár fyri eitt SERA gott arbeiðið. Skomm at flyta 10.flokk Harald Joensen Um kommunurnar ikki kunnu skipa seg í størri eindir, fara vit at síggja eina rættuliga stóra miðsavnan tey komandi árini. Kommunuálitið er gott, men ikki nóg gott! Eftir at eg hevði lisið kommunuálitið, mátti eg tíverri staðfesta, at Norð­ oyggjar verða lagdar einsa­ mallar í eina kommunu. Tó skal sigast, at eg hevði sætt at siga ikki væntað annað, tó at eg slett ikki eri samd­ ur í hesari samanlegging. Eg hevði vónað, at álitið fór at vísa okkum, hvussu umráðandi tað verður, at skipa kommunurnar í stórar eindir fyri at tryggja javnstøðu fyri allar føroyingar. Týdningurin av størri kommunalum eindum? At eg so inniliga ynski, at Norðoyggjar leggja saman við Eystur­ og Fuglafjarðar kommunu, er tí, at eg meti, at hetta økið samanlagt, hevur so ótrúliga nógv at bjóða – mentanarliga og vinnuliga. Harafturat hevur hvør kommuna sær nógv at bjóða, sum hinar kommun­ urnar kunnu njóta gott av. Fuglafjørður hevur ein framúrskarandi miðnáms­ depil á Kambsdali, stórt mentanarhús, tungoljuvirki og gongur undan við nýggj­ ari verkætlan við sólorku, vindmyllum og øðrum. Afturat tí hevur Fuglafjørð­ ur eitt ótrúliga sterkt vinnulív. Eysturkommuna hevur bowlinghøll, sterkt vinnu­ lív, G! Festival og nógv annað. Norðoyggja komm­ una hevur hotell, sjómans­ heim, matstovur, biograf, svimjihøll, stórt bókasavn, ungdómshús, Dávavirkið við venjingarhølum til tónleik, Summarfestival, Sjómannadag, sjómann­ skúla, tekniskan skúla, sterkt vinnulív og sjálvandi eisini nógv annað. Tað sum eg síggi, sum størsta fyrimun við saman­ legging millum hesar kommunur, er at skipa økini soleiðis, at okkum ikki tørvar at gera somu íløgurnar fleiri ferðir. Hví skal Klaksvíkin byggja eina bowlinghøll, tá ið vit kunnu koyra 5 minuttir fyri at koma til Leirvíkar, ella hví skal Fuglafjørður gera biograf, heldur enn at koyra 15 minuttir til Klaksvíkar? Í hesum trimum komm­ unum hava vit eisini 3 sterkar havnir, ið veruliga kundu nýtt ágóðan av hvørjari aðrari og staði sterkari í kappingini um at fáa ferðavinnuskip og vanliga uppskipan av vør­ um hendan vegin. Eg eri sannførdur um, at um vit ikki leggja kommunurnar saman, fara vit at brúka orku uppá at kappast við hvørja aðra. Um vit harafturímóti velja at leggja saman, koma vit at verða eitt kraftsentur fyri norðara økið. Vit koma at vera ein sterk eind, sum hevur eina viftu av tilboðum til allar sínar borgarar, og eitt sterkt vinnu­, skúla­, sosial­ og mentanarlív í rygginum. Tryggja javnstøðu Um kommunurnar í Før­ oyum skulu uppliva javn­ støðu, verður tað alneyðugt við størri kommunum. Soleiðis sum kommunu­ álitið er samanskrúvað, fara kommunurnar at síggja soleiðis út: Suðuroy Sandoy Tórshavn Vágar­Streymoy ella Vágar Vestmanna­Kvívík Eysturoy ella Eystur Skálafjørður Sundalagið Norðuroyggjar Kanska er tað ikki rætt, at gera viðmerkingar til hvussu aðrar eindir skulu skipa seg, men fyri at tryggja javnstøðu kring landið, verður tað av stór­ um týdningi, at kommunu­ eindirnar kunnu skipa seg størri um tær ynskja tað. Verður tað hinvegin ikki møguligt at skipa eindirnar størri, koma vit at síggja eitt miðstaðarøki, ið veks­ ur, meðan útjaðarin minkar! Ein sterkur útjaðari ger ein sterkan miðbý – høv­ uðsstað. Ein høvuðsstaður, har alt finnst og har alt er miðsavnað ­ við ongum útjaðara, er ein fátækur høvuðsstaður. Vit eru hóast alt 18 oyggjar, har so vítt gjørligt øllum skal verða lív lagað. Tí kann eitt øki sum Klaksvík, Norður­ oyggjar, Leirvik, Gøta og Fuglafjørður hóskandi verða ein mennandi útjað­ ari, sum kann skapa sína nátúrligu “sjálvstyrki”, ið kann gagna útjaðaranum og miðøkinum. Eg vóni, at tá ið komm­ unuálitið kemur til viðgerð­ ar í tinginum, fara løgtings­ limir at gera tað møguligt at skipa kommunurnar í størri eindir. Norðoyggjar, Eystur kommuna og Fuglafjarðar kommuna ein eind! varaborgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu Jógvan skorHeim