fríggjadagur 30. oktober 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 208 · 30. oktober 2009
13
VIKUSKIFTI
fortreyt. Heggen prestur, ein annar
figurur í dreymaverðini hjá Dávidi,
sum greitt endurspeglar pápa Dávid,
setur orð á menniskjunnar eksisten t
iella útgangsstøði við orðum, sum fær
tankarnar at leita til Jean Paul Sartre,
Albert Camus og kompaní:
»Hin Almáttugi letur okkum timbr
ið, men vit mugu sjálvi smíða hurð ar
nar inn í morgindagin. Hin Almátt ugi
letur okkum orðini, men vit mugu sjálvi
seta tey saman í føgur orða tyssi«.
Pinocchiodukkan hjá Dávidi spyr,
um tað er vandamikið at doyggja. Men
leikurin tykist eins nógv spyrja, um
tað er vandamikið at blíva føddur. Og
svarið er eitt rungandi ja. Tað er stein
etandi vandamikið at blíva føddur! Tí
við føðingini kemur lívið. Uppá gott
og ónt.
Og tað eru persónarnir í søguni
livandi dømi um. Tann alkoholiseraða
og prost itueraða mamma Dávid (Birita
Mohr). Pápin til sjúka smádrongin,
spældur av Hans Tórgarð, sum bukaði
fyrr verandi konuna. Sum rýmdi frá fam
ilj uni og kom saman við einum lækna
og trúboðara umborð á trúboðara
skipinum Logos, sum forrestin hevur
ligið við kei í Havn. Nýggja konan
eitur Flora (Barbara Christophersen).
Ein smá psykotisk og religiónsforstýrað
kvinna við bert einum beini, sum hevur
mist sítt barn og nú samlar uppá deyðar
summar fuglar. Kaotiskar lagnur við
innistongdari líðing, sum av og á brúsa
fram í dramatiskum pallmyndum.
Birita og Hans
Leikurin hevur eina fríska samanseting
av royndum og óroyndum leikarum,
og øll átta levera vøruna. Tað er freist
andi at siga »eingin nevndur, eingin
gloymdur«, men eg kann ikki lata
vera við at nevna »the grand old folks«
Hans Tórgarð og Biritu Mohr, sum enn
eina ferð brilliera.
Birita Mohr hevur eminent evni til
at balansera ímillum tað vulgera og tað
sensitiva, sum skapar eina nuanseraða
mynd av eini eymari mammu, sum
hjúklar um sítt sjúka barn. Sum leingist
eftir rýmda manninum. Men sum
eisini osar av rótloysi, beiskleika og
kynsligum villskapi. Og Hans Tórgarð
alias Kaspar og Heggen, sum á mangan
hátt er eitt ósympatiskt reyvarhol, men
sum eisini rúmar innibyrgda líðing,
sum er hjartaskerandi. Man verður
heilt ein falt sogin inn í teirra univers.
Tað er sjónleikur, tá hann er best.
Undrið
Í søguni um Pinocchio gjørdist lítla
trædukkan loksins menniskja. Men er
tað nakað at ynskja sær? Er tað vist, at
yvirgongdin frá lívleysari trædukku til
livandi menniskja neyðturviliga var eitt
framstig ella ein uppgradering? Lítli
Dávid fer í øllum førum øvugtan veg,
tá hann flýggjar frá kaotiska lív inum
og rísur upp sum Pinocchio. Og spurn
ingurin hongur í luftini, um lívið er eitt
forbannilsi ella eitt vælsignilsi? Ella eitt
sindur av hvørjum?
Í einum av dreymunum hjá Dávidi
spyr Heggen prestur, hvat menniskjað er
fyri nakað. Pinocchio svarar, at menn
iskjað er ein einsamallur skapningur í
einum hurðagapi.
»Sum leingist eftir undrinum«,
grælar úr tí ófrættakenda prestinum.
Sum leingist eftir undrinum? Í søguni
um Pinocchio er tað stóra undrið, at
Pinocchio gerst livandi. Undrið er
føð ingin. Undrið er lívið. Men undrið
kann eisini vera deyðin, sum menniskju
stundum leingjast eftir, tá lívið gerst
ov tungt. Eitt undur, sum setir endaligt
punktum fyri allari líðing og kvøl.
Deyðin sum forloysandi frelsa kemur
eisini til sjóndar í seinastu pallmyndini,
tá revurin, katturin og veggjasmiðurin
eygleiða eina jarðarferð:
Katturin: »Eg hevði viljað havt tað
sum menniskjuni. Sloppið at lagt meg
at sovið og ongantíð vakna aftur«.
Revurin: »Ein ævintýrvera átti ikki
at blivið meiri enn hundrað ár (...) Eg
hati hetta ævintýrslívið«.
Veggjasmiðurin: »Vit gerast heldur
ongantíð hetjur. Bara tey deyðiligu
kunnu gerast hetjur«.
Eg skal ikki koma við nøkrum enda
ligum svari uppá, hvat undrið er fyri
nakað. Og hvat hendir »aftan á undrið«.
Men Jóanes Nielsen hevur skrivað ein
leik, sum starir niður í avgrundina
uttan at hyggja til viks. Sum starir
ímóti himni uttan at blunka. Sum tekur
kamp in upp við sjálvan eksistensin í
øll um sínum grimleika.
Og tøkk fái tú fyri upplivingina,
Jóanes.
– Hin Almáttugi letur okkum timbrið,
men vit mugu sjálvi smíða hurðarnar inn í
morgindagin, sigur tann grimi Heggen prestur,
meistaraliga spældur av Hans Tórgarð.
»Aftan á undrið« er ein frísk samanseting av royndum og
óroyndum leikarum. Her eru yngstu leikararnir Mariann Hansen
og Durita Dahl Andreasen – í eini sexutari útgávu.
Birita Mohr spælir Tove.
Ein eym og alkoholiserað
móðir, sum sveimar ímillum
vulgaritet og sensitivitet.
myndir: Finnur Justinussen