Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. oktober 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 208 - 30. oktober 2009 Tað er ikki lukkuligt, sum tú leikar í móti Landsfelag Pensjónista um okkara spakføra mótmæli-áheitan viðvíkjandi lógaruppskoti- num um heilsutrygd. Lat meg siga beinan- vegin, at vit kendu einki til uppskotið, hava ikki havt tað til hoyringar, sum eg skilji á tær, at onnur hava havt møguleika fyri. Grundin til áheitanina var – sum tað stendur í skrivinum – at landsstýris- maðurin í heilsumálum boðaði í Útvarpinum frá, at nýggja skipanin við Heilsu- trygd, ið ætlandi skal setast í gildi hin 1. januar 2010, ikki verður skattafíggjað við samhaldsføstum, pro­ sentvísum gjaldi fyrstu árini. Tað hevur, sum tú skriv- ar, í áravís verið tosað um at broyta sjúkrakassaskip- anina, soleiðis at fíggingin fór yvir skattaskipanina, tað hava vit eisini fleiri ferðir ført fram á fundum við landsstýrismannin í heilsumálum, og semja hevur verið um at fáa hesa skipan í lag so skjótt sum møguligt, og tað er fleiri ferðir sett dato á, nær lima- gjaldið til sjúkrakassarnar fór at halda uppat, hetta fór at vera ein stórur lætti hjá teimum pensjónistum, sum eru ringast fyri. Men hetta er útsett fleiri ferðir, og nú eisini eftir at lógin skal fáa gildi frá 1. jan. 2010. Tað sum fyrst kemur í drag, kemur seinni í lag, hetta hava vit upplivað so ofta, tí sendu vit hatta mótmæli og áheitan. Nú hava vit fingið eitt sindur meira at vita um lógaruppskotið í tínum harðligu viðmerkingum og frá landsstýrismanninum í heilsumálum, sum hevur grein í bløðunum um hesa nýggju samhaldsføstu sjúkratrygging. Landsfelag Pensjónista fegnast um, at lógaruppskotið um heilsu- trygd nú verður lagt fram, og sum eg skilji av tí, sum er ført fram, so verður hetta ein stórur bati fyri øll viðvíkjandi heilsutrygging, sum vit í Landsfelag Pen- sjónista kunnu taka fult undir við. Vit hava í okkara áheitan ikki sagt eitt orð um innihaldið í lógarupp- skotinum, bert peikað á tað, sum flestu pensjónistar høvdu væntað, at sjúkra- kassagjaldið skuldi fella burtur í seinasta lagi kom- andi ár. Nú verður tað hjá nógvum hægri enn tað var áður. Landsfelag Pensjónista hevur havt eitt gott sam- arbeiði við teg, Hans Pauli, og okkara fatan hevur verið, at tú í nógvum før- um hevur tikið undir við og stuðlað okkara sjónar- miðum. Niðurgerðingin av Landsfelagnum í grein tíni harmar meg almikið, tí nevndin í Landsfelagnum hevur seinastu árini mið- víst roynt at gera seg gald- andi í samfelagnum og fáa ávirkan á politiska økinum til frama fyri pensjónistar- nar, og tá hava vit hugsað eina mest um teir pensjón- istar, sum eru ringast fyri, og tað er eisini tað, sum tú hevur roynt í tínum polit- iska arbeiði. Góði Hans Pauli Strøm formaður í Landsfelag Pensjónista Sigvald KriStianSen Nevndarfundir hjá FF eru javnan til viðgerðar í fjøl- miðlunum, hvør tað so er, ið lekur. Afturgangandi hjá ávísum høvunda er, hvussu ræðuligur formaðurin í fiskimannafelagnum er. Tann størsta brotsgerðin formaðurin hevur gjørt var at stilla upp til formans- valið og blíva valdur. At hugsa sær, at ein vanligur fiskimaður hevði tann frek- leika at bjóða seg fram sum formansvalevni fyri fiskimenn hevur fallið ávís- um persónum fyri bróstið. Hesir persónar hava í áravís snobbað uppeftir, og hava í áravís lograð við halanum, tá teir eru klapp- aðir á ryggin av reiðarum, bankum, tryggingarfeløg- um og øðrum, sum kunnu hugsast at hava áhugamál í tí, sum fiskimenn forvinna. Hesi herðaklapp hava eftir øllum meir at týða fyri teir, enn at bøta um kor fiski- manna. Hesar kreftir hava av fullum huga arbeitt ímóti, at nakað munadygt kann vera gjørt fyri okkara fiskimenn. Hvørja ferð vit hava viðgjørt eitt sáttmála- brot í nevndini, er tað eldur í hjá sama høvunda. Hann oysir út av fullum hjarta í bløðum, um hvussu ljótt tað er arbeiða fyri fiski- mannin, og hvussu ljótt tað er at finnast at hansara hávirdu reiðarum. Arbeiða fyri fiskimannin Men eg kann siga sama høvunda, at eg lati ikki eyguni aftur, tá eg gerist varugur við eitt sáttmála- brot. Tað hava fiskimenn fingið nokk av, og vilja gera nakað við tað. Fiski- menn hava tolt nógv gjøgn- um árini, tað er heilt vist. Nú Føroya Fiskimanna- felag er um at fáa glið á, er tað sum um ein vissur er leysur. Nei hann sjálvur, tað eru ikki allir, sum taka eitt herðaklapp fram um kor fiskimanna. Í tveimum førum hevur nevndin í Føroya Fiskimannafelag staðið móti stórum trýsti til sáttmálasamráðingarnar. Vit hava ikki slaka ein tumma, hóast tað hevur slitna millum partarnar. Vit hava prógvað, at vit nú hava dirvi at samráðast undir stórum trýsti uttan at slaka sjálvandi. Sáttmálabrot ikki góðtikin Tá eg var í 40 ára føðingar- degi hjá einum fiskimanni, sum noktaði at góðtaka sáttmálabrot móti honum, hugdi eg yvir á fiskimenn- inar, sum har sótu. Hesir mergjaðu menn vóru vit gott treysti, eg sá tað týðuliga, og tað var ongin ivi í míni sál, at hes- ir menn vóru til reiðar at stríðast, og teir koma eisini at vinna sigur. So hann sjálvur, lat nú fiskimenn fáa frið. Men tað hevur kostað nógv persónliga at verja fiskimannin. Eg havið verið ærumeiddur og bakbitin óteljandi ferðir. Eg havið verið hóttur og lagdur undir trýst, sum kundi fingið sjálvt tey sterkastu at tikið beinini upp á nakkan. Men til tað vil eg siga, at eg beri hvørt bakbit, og hvørja hóttan við stórari virðing, tí tað taki eg sum eitt tekin um, at vit eru á rættari kós. Við stórari virðing fyri fiskimanninum. Fiskimaðurin verður raðfestur fremst Jan HøJgaard Í samstarvi við Europa­ háskúlanum á Kalø í Jút­ landi skipar Fundament­ or við Palla Højsholt og Boga Eliasen fyri 3 mán­ aðar háskúlaskúlaskeiði um íverksetan, sum er tað fysta av sínum slag í Danmark. Mikudagin verður kunnað um hetta í Miðlahúsinum í Vágsbotni Íverksetan Tíðindaskriv Í hesum sambandi verður kunnandi fundur í Miðla- húsinum komandi mikudag, har tosað verður um skúlan, eins og kjak um íverksetan er á skránni. Endamálið við sjálvum skeiðnum er at ung, sum hava áhuga fyri íverksetan og/ella hava eitt gott hug- skot tey kundu hugsað sær at ment, fáa grundleggjandi førleikar til at byrja egið virksemi. Í 3 mánaðar skapa vit eitt fundament fyri, og verða mentorar hjá, ungu fólkun- um, sum taka hetta stóra stigið á íverksetaraleið. Við opnari og erligari sparring og teimum neyðugu karmunum verða allir skeiðs- luttakararnir fyrirekaðir til avbjóðingarnar í vinnu- lívnum. • Heimurin er opin fyri øllum, sum hava viljan í hjartanum, ert tú ein teirra? • Hevur tú góða hugskotið? • Hevur tú dirvið at royna hugskotið? • Brennir tú fyri at gerast íverkseti? • Ynskir tú frælsi og framtíð sum harri í egnum húsið? • Ynskir tú meira vitan og trygd? • Leitar tú eftir einum toymi, netverki ella fleiri samstarvspartnarum? • Vil tú stríðast fyri at standa á odda og fáa succes? Um ein av omanfyrinevndu spurningum hóskar til tín er skeiðið ein góður møguleiki fyri at nærkast tínum dreymum. Skeiðið: Skeiðið verður á vakra Europaháskúlanum á Djurs- land, har skeiðluttakararnir eisini kunnu búgva. Serligur avsláttur verður givin føroyskum luttakarum. Skeiðið er skipað í fýra partar: • Nágreinan og veruleika- gerð av hugskoti, uppfinning ella tí tú vilt. • Persónlig avkláran, menning av sterkum og veikum síðum • Grundleggjandi innlit í byrjan av vinnuvirksemi, rakstur, vøkstur og praktiskt uppfylgjandi arbeiði eftir byrjan av virksemi. • Altavgerðandi samrenn- ingin av góðsku, service, marknaðarføring og sølu. Íverk­setara­ hásk­úli í Miðla­ húsinum Nú skrivar Norðlýsið, at tað er skeivt av mær at harta Aksel W. Johannesen fyri at leggja umsitingina av sjúkratryggingini til Klaksvíkar. Og leggur afturat, at norðoyaløgtings- menn eru positivir fyri Sandoyartunlinum. Eg skal beinanvegin vera samdur í tí, at norðoyating- menn hava staðið saman við mær við Sandoyartun- linum. Eg biði og hopi, at vit koma á mál við hesum, sum er altavgerðandi fyri suðurøkið í Føroyum. Norðoyggjar Norðlýsið eigur ikki at gloyma, at nettupp Gerhard Lognberg hevur arbeitt hart fyri trygdarmiðstøðini og stuðlað norðoya tingmonn- um í øllum málum norð- oyggja til frama. Ikki minst tá fiskidagar hava verið fyri, jú eg havi gott vinar- lag við norðoyatingmenn. Eitt heilt annað er, gekk Aksel V Johannesen heldur ivasamt um sannleikan, tá hann á middegi í dag segði, at hann hevði ikki hoyrt, at umsitingin hjá sjúkratrygdini skuldi leggjast í Sandoynna. Tað passaði ikki sum Aksel segði, tí eg fekk at vita, fyri tað fyrsta, stóð hetta mál ikki á skrá fyri fundin. Tá Aksel bar hetta upp á mál, segði formaðurin í tingbólkinum John Jo- hannesen við Aksel, at munnlig avtala var at henda umsiting skuldi liggja í Sandoynni. Hann segði víðari, at hetta fór Gerhard ikki at góðtaka, men landsstýrismaðurin hevur síðsta orðið. Heilt erligt, hvat er meiningin. 1. Skrivstovan hjá Taks varð niðurløgd fyrst í hes- um árinum og løgd í Norð- oyggjar. 3 arbeiðspláss. 2. Talan er um at niður- leggja kynsbótastøðina í Skopun. 5 arbeiðspláss. 3. Sandoyartunnilin. 4. Havnin í Skúvoy. So eg hopi, at norðoyggjar skilja mína støðu og ynski eg norðoyggjum alt tað besta, men tann viðferð, Sandoyggin fær, er undir alt lámark. Tá talan hevur verið um kommunuálitið, ja tá vóru serfrøðingar, um teir kunnu kallast so, samdir í at Sand- oy skuldi fáa neyðhjálp. Vit hava brúk fyri almennum arbeiðsplássum, so fólk við útbúgving flyta aftur í Sandoynna. Eg havi altíð stuðlað Norðoyggjum løgtingsmaður gerHard lognberg viðmerkingar www.dekkmaster.fo · info@dekkmaster.fo · tel. 227 000 ...tá ið prísurin eisini er avgerandi! Bæði FDM og týska felagið ADAC kosu Conti Winter Contact TS830 sum besta vetrardekkið í sínum flokki Bestu vetrardekkini og bestu prísirnir ADAC Testvinnari kr. 990,- 195/65-15 ContiWinterContact 175/65-14......... 880,- 185/65-15......... 950,- 195/65-15......... 990,- 205/55-16...... 1.290,-