Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. oktober 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 208 · 30. oktober 2009 14 VIKUSKIFTI Til arbeiðis Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo CTD og H1N1 ella svínakrím ella influ­ ensa A ella nýkrím og so alt hitt van­ liga. Tað er ov mikið av sjúkum at velja ímillum, og ímóti hvørjari einastu sjúku finnast fleiri heilivágir. Millum allar ymisku heilivágirnar, skal tann bíligasti við nøktandi virknaði finnast á apotekinum. Vit koma inn í avgreiðsluna. – 737?, rópar ein ljóshærd dama við klønum brillum og hvítum kitli handan diskin. Bíðirøðirnar á apotekinum eru ikki langar áðrenn døgurða, so fólkini við seðl um eru ikki so nógv. Men vit hava ongan seðil. Vit skulu nevniliga vitja leiðaran í húsinum, og fara stillisliga inn um diskin framvið damunum í hvítu kitlunum og upp gjøgnum trappurnar. Koppsetingar Á ovastu hædd kemur Jonna Hansen gangandi. Hon drinjar ikki, men tað er ikki at taka feil av, at knappa røddin er uppdrigin í Vágum. – Í gjár fingu vit 1000 dosir ímóti H1N1, og tá vórðu okkara fyrstu føroysku carnetin tablettir lidnar eisini, so eg havi okkurt at fortelja. Apotekarin tosar knapt og greitt. Telefonin ringir. Tað er Heri Mørk­ øre, landsapotekari, sum vil hava at vita, hvussu gongur við koppsetingi í móti H1N1. – Vit fingu 1000 í gjár, sigur Jonna í telefonina. So lurtar hon eina løtu. – So hava vit for lítið, men Serum instituttið sendir meira mánadagin, og tá kunnu vit senda koppsetingarnar út til læknarnar. Samrøðan er liðug. Telefonin verður løgd á. og Jonna Hansen byrjar at greiða frá, hvat hon tosaði um. – Kommunulæknarnir hava kannað, hvussu nógvar eindir av H1N1­vaksinu teir skulu hava, og nú er klárt at fara í gongd við tey fyrstu fólkini, sum skulu verjast fyri H1N1, greiðir hon frá. Orðini medisin og menniskju ganga aftur hjá apotekaranum, sum situr á medisinkistuni hjá landinum og skal syrgja fyri at menniskjuni við tørv­ inum fáa tað, sum krevst fyri at bata um lívið. Føroyskt carnetin Heimskrímsjúkan við teimum nógvu nøvnunum hevur fylt rættiliga nógv á apotekinum seinastu mánaðirnar, men ein lokal dreparasjúka hevur eisini kravt nógv pláss. – Tað hendir altíð okkurt nýtt, men seinastu tíðina hava tað serliga verið krímsjúkan og CTD, sum hava fylt nógv her inni. Fyrstu carnetin tablettirnar hjá okkum vórðu klárar til marknaðin í gjár, og tær eru eitt sindur súrar. Ha? Eta tit tablettirnar? – Nei, nei. Tað er sjálvandi ikki nakað, vit plaga at gera. Men carnetin er ikki vandamikið. Tú kanst royna tær eisini. Vit fara oman í kjallaran. Á vegnum hittir Jonna eina av hvítu kitlunum og spyr hana, hvussu er við H1N1 koppsetingini – nú Jonna longu hevur greitt landsapotekaranum frá, at tað er komið upp á pláss. Niðurstøðan er greið. Fleiri dosur koma mánadagin. Í kjallaranum í reyða bygninginum koma við til føroyskt framleidda car­ netinið. Tablettirnar eru nakað súrar, men mann kann eisini svølgja tablettirnar heilar, so tað skuldi gingið at fáa tær niðurum. Frá í dag av, eru føroyskt framleiddar CTD tablettir úr sveisiskum ráevnum til taks, og tær eru rættiliga fitt bíligari enn innflutti heilivágurin. Handilsleiðari Men hvat ger apotekarin afturat hes­ um? – Vit dríva ein handil, har vit eru áløgd at hava so bíligar vørur sum gjørligt. Men samstundis skal apotekið hava eina fíggjarætlan, sum endar á null. Fíggjarætlanini hjá Tjaldurs Apoteki taki eg mær av. Og so er tað at vera um starvsfólkini, so vit fáa veitt eina so góða tænastu, sum gjørligt, greiðir hon trygt frá. Hesum hevur hon greitt heilt víst greitt frá fyrr. Vit eru framvegis í kjallaranum og eru komin til robottin á lagrinum. – Hesin hjálpir okkum nógv. Vit fingu hann í summar, so nú sleppa vit frá at leita eftir heilivági alla tíðina. Robott urin ger alt sjálvur, fortelur Jonna Hansen eldhugað, áðrenn hon fer til næstu uppgávuna. Hon Hevur stýringina á koppsetingunum ímóti H1N1, Hevur føroyskar tablettir til CTD og skal annars skipa soleiðis fyri, at vit fáa Heilivág fyri alt Hitt, sum blívur galið við okkum. í dag vitja vit JoNNu HaNsEN, apoTEkara á tjaldurs apoteki Toppurin á medIsInKIstUnI Jonna Hansen hevur verið apotekari í nógv ár, og hon metir, at lagurrobotturin á myndini, er eitt hitt størsta frambrotið, ið hevur verið í hennara tíð sum apotekari myND: jens krisTian vang Til arbeIðIs arbeiðspláss: Tjaldurs Apotek starv: Apotekari besta við starvinum: At tað er fjølbroytt og starvsfólkini ringasta við starvinum: Rutinuupgávur, og at lesa turran lógartekst størsti dreymur við starvi: At alt skal koyra, sum tað skal. So kundarnir vita alla tíðina vita, at gongd er á størsta frambrot: Skamtlutingin, Eysturoyar apotek, robotturin og ISO-góðkenning starvstíð: 29 ár á Tjaldurs Apoteki og 21 ár sum apotekari lívsstarv: Tað veit mann aldrin, men so leingi »drive’ið« er har, so tími eg starvsfólk: 80 á Tjaldurs Apoteki í Havn. 120 í apoteksverkinum setta á stovn: 1883, og verið føroyskt síðan 1949 staður: R.C. Effersøes gøta 31 í Havn stjóri: Jonna Hansen fakta Jonna Hansen