Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. oktober 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 208 - 30. oktober 2009 17 Kistan við Fíu Toftgaard, Fuglafjørður, fer úr Landssjúkrahúskapellinum fríggjadagin kl. 17. Jarðarferðin verður úr Fuglafjðar kirkju leygardagin kl. 13. Elsa Maria Anthoniussen, fødd Johannesen, ætt­ að úr Klaksvík, búsitandi í Esbjerg, andaðist á sjúkrahúsinum í Esbjerg hósdagin 29 oktober, 66 ára gomul. Bønarhald verður á Nowrup kapell fríggjadagin 30 oktober kl. 13. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Ása Udbø, úr Havn, fer til gravar frá Frelsunarher­ inum týsdagin 3. november kl. 13.00. Tey, ið vilja minnast Ásu við blómum ella kransi, kunnu ístaðin lata Frelsunarherinum í Havn eina peningagávu, konta í peningastovnunum Andlát og jarðarferðir Kæra dóttir, mamma, omma og langomma okkara Ása Udbø úr Havn fer til gravar frá Frelsunarherinum týsdagin 3. november kl. 13.00. Familjunnar vegna Julianna, Poula og Karstin við familju Tey, ið vilja minnast Ásu við blómum ella kransi, kunnu ístaðin lata Frelsunarherinum í Havn eina peningagávu, konta í peningastovnunum nøvn Dagurin 30. oktober. Absalon. Er navni á soni Dávids. Bíbilska navnið merkir faðir at friðinum. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at Elsa Maria Anthoniussen fødd Johannessen ættað úr Klaksvík búsitandi í Esbjerg andaðist á sjúkrahúsinum í Esbjerg hósdagin 29.oktober, 66 ára gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. “Havnarmyndir ­ fyrr og nú” er heitið á nýggari bók hjá Birgari Johannessen, sum kemur út mikudagin 4. november. Í sambandi við at bókin kemur út verður móttøka fyri almenninginum í Sjónleikarhúsnum frá kl. 10­18, har bókin verður seld og signerað av høvundanum. Bókin verður eisini at fáa í bókahandlunum kring landið. Á ólavsøku í ár hevði Birgar fram­ sýning í Smiðjuni í Lítluvík. Talan var um eina framsýning við gomlum foto­ myndum og nýggjum myndum, ið eru tiknar úr sama staði sum tær gomlu. Tí vórðu nógvar samanberingar gjørd­ ar á framsýningini um tann gamla og nýggja býin. Birgar sigur, at framsýningin varð stak væl vitjað. Fleiri heittu á seg um ikki at leggja hetta søguliga myndatilfar til síðis, men heldur geva tað út í bók. Tað havi eg so gjørt nú sigur Birgar, sum vónar at bókin verður væl móttikin. Bókin, sum er umleið 110 síður, er ein myndabók við teksti, har lesarin fær gott innlit í hvussu býurin er broyttur hesa seinastu øldina. Kápumyndin er ein oljumálningur, sum Christin Holm Isaksen (Kristin í Geil) málaði í 1917. Bókin er prentað hjá Estra og kostar 220 krónur. mg Birgar við nýggjari bók Brot úr bókini. Hesar tíggjar myndirnar vísa hvussu Vaglið er broytt síðan 1922 Birgar Johannessen