fríggjadagur 30. oktober 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 208 · 30. oktober 2009
16
VIKUSKIFTI
SkipaSmíð
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Danir og onnur, sum fara við bili
yvir um Stórabelti um vikuskiftið,
fara uttan iva at seta ferðina niður,
um tey eru so heppin at vera har, tá
heimsins størsta ferðamannaskip fer
undir brúnna sunnaneftir. Fleiri teirra
fara ivaleyst eisini at hveppa seg við,
tá skipið nærkast brúnni, tí tað verður
stutt ímillum brúnna og tað ovasta á
skipinum. Ja, í veruleikanum hevur
skipa smiðjan bíðað við at seta ta
seinastu útgerðina upp, tí anars hevði
skipið borið við brúnna um Stórabelti.
Harafturat verða skorsteinarnir lækk
aðir eitt sindur, tá skipið fer undir
brúnna.
Oasis of the Seas, sum skipið eitur,
er heldur ikki nakað vanligt skip. Tað er
ikki bara heimsins størsta ferða manna
skip, tí í veruleikanum er tað næstan
helvtina størri enn tað næststørsta.
Úr kúlustevninum og aftur á hekkuna
er skipið 360 metrar langt ella meiri
enn tvær ferðir longri enn Norrøna
og næstan tríggjar ferðir longri enn
Smyril. Umborð eru 2.700 kømur,
og tá hvørt kamar er ætlað tveimum
fólkum, hevur skipið pláss fyri 5.400
ferða fólkum. Manningartalið er minst
2.200, so tilsamans eru umleið 7.600
fólk við Oasis of the Seas, tá skipið er
full mannað.
Tey, sum hava vitjað umborð á Oasis
of the Seas, eru sera hugtikin, men tað
eiga tey kanska eisini at vera, tá havt
verður í huga, at skipið kostar einar
níggju milliardir krónur.
Tað villasta
– Skipið er nakað av tí villasta, sum
er gjørt higartil, segði sølustjórin hjá
Royal Caribbean, Henrik Bergkvist, tá
tíðinda fólk vóru umborð á skipinum
fyri stuttum. Tað man heldur ikki vera
lang tav leið. Á teimum 18 dekkunum er
at kalla alt, sum ferðafólk kunnu hugsa
sær og helst eitt sindur meiri enn tað.
Á einum dekki er ein baðistrond, eina
aðrastaðni er eftirgjørt brim, so tað ber
til at surfa, og uppaftur aðrastaðni eru
ítróttarvallir – í fullari stødd sjálvandi.
Svimjihyljarnir eru fýra, bløðrubaðini
tíggju, og á einum dekki er eitt sokallað
vatnland til alt húskið.
Eitt so dýrt skip gevur sjálvandi
ferðafólkinum nógvar møguleikar
at brúka nøkur oyru á ferðini. Mat
stovur, kaffistovur og barrir tróta ikki,
handlarnir eru fleiri á fleiri dekk um,
biohallir eru eisini, og tann, sum hevur
áhuga fyri list, kann fara á listafram
sýning á dekki átta. Á hesum dekkinum
er eisini ein Central Park, har fólk kunnu
sita og hugna sær á grasvøllinum undir
25 ymsum trøum og 1.200 plantum av
ymsum sløgum.
Hóast støddina hevur tað ikki tikið
meiri enn tvey ár at smíða skipið. Kjøl
urin varð lagdur tann 1. november í
2007, og skipið fór av bakkastokki í fjør.
Tíðliga í heyst var tað royndartúr, og
síðani hava fólk hjá finsku skipasmiðj
uni STX Europe riggað skipið til ta
fyrstu ferðina vestur til Florida. Tann
5. desember fer Oasis of the Seas á sína
fyrstu cruiseferð úr Port Everglades.
Vit kunnu leggja afturat, at hvør einasta
koyggja er bíløgd.
Norski skiparin á Oasis of the Seas,
Tor Olsen, væntar ikki, at hansara
skip fær kapp ing fyribils. Tí eingin fer
at byggja so dýrt skip í krepputíðum,
heldur hann.
Júst sum kreppa í heimsbúskapinum noyðir stór reiðarí at leggJa skip
ella at fáa bíligari manningar umborð, fer heimsins størsta og dýrasta
ferðamannaskip á sína fyrstu ferð um eitt av heimshøvunum.
LeggUr frá
LandI mitt
í KreppUnI
Bygt í Åbo í Finnlandi
Longd: 360 m
Bruttotons: 220.000
Dekk: 18
maskinorka: 140.000 HK
mesta ferð: 22 míl
kømur: 2.700
Ferðafólk: 5.400
manningartal: 2.200
Byggikostnaður: uml. 9 mia. kr.
fakta Oasis Of the seas
myndir: rcc