Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. oktober 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 tíðindi Nr. 208 - 30. oktober 2009 – Hetta er ein ætlan, vit hava arbeitt við í fleiri ár, og nú møgu leikin beyðst at leiga hølir í ”sentrum í sentrum” av Keyp­ mannahavn, gjørdu vit av at satsa. Hetta er eitt trendy øki og etika í danska høv­ uðsstaðnum skal verða eitt trendy japanskt »spisehus« við før oyskum rá vørum, sigur Johann es Jensen, stjóri á Hotel Før­ oyum og nýggja etika í Keyp manna­ havn SUSHIBARR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tá Etika á Áarvegnum lat upp fyrr í ár, var talan um slóðbrótandi roynd innan føroyskt matstovuyrki. Sushi barrin hevur tó fingið so góða undirtøku, at tað hev ur givið dirvi at fara víðari. Serliga er tað framúr góða føroyska rávøran og før oyska vatni, ið hevur givið Etika gott umdømi. – Vit hava í eini tvey, trý ár arbeitt við tankanum um at lata eina sushibarr upp í Keypmannahavn við norð­ ur atlantiskum rávørum, ser liga føroyskum. Nú hendi tað so, at kenda staðið Grillbar fór av knóranum, og tað gav okkum so møgu­ leika at leiga okkum inn í hølini, sum liggja í avgjørt besta kafeøkinum í Keyp­ mannahavn, sigur Johannes Jensen, stjóri á Hotel Før­ oyum. Nú farið verður út um landoddarnar við mat stovu­ virksemi, er eitt nýtt felag stovnað við nýggjum íleggj­ arum. – Tað er Hotel Føroyar, sum saman við SMS og Poul Hansen P/F hava stovn að felagið Etika A/S í Danmark, og er tað hetta felagið, ið fer at reka nýggju sushi matstovuna í Keyp­ mannahavn, sigur Johannes Jensen, sum er stjóri í etika A/S. Talan er um stórar og væl konsolideraðar føroyskar fyritøkur, sum longu framm an undan eru í vinn­ uni. Japanskt »spisehus« – Gjøgnumførda konseptið hjá Etika á Áarvegnum verð ur brúkt víðari nú sushi barr verður latin upp í Keypmannahavn. Rávør­ urnar verða fyrst og fremst fiskavørur úr norður at­ lantshavi, serliga Føroyum, umframt aðrar vørur sum til dømis føroyskt lambs­ kjøt, føroyskt vatn, vm., sigur Johannes Jensen. Føroyska vatnið verður bæði nýtt sum drekkivatn í fløskum, men eisini í til­ gerðini av rísinum, sum krev ur serliga bleytt vatn fyri at verða gott. – Vit tappa í løtuni før­ oyskt vatn á fløskur og selja tað á Etika á Áarvegnum við okkara egna búmerki á. Gongdin er annars hon í Keypmannahavn, at kendu donsku pylsuvognarnir fækk ast í tali, meðan sushi­ barrir stinga seg upp runt um. Pysluvognarnir eru fækk aðir úr 400 niður í 40 seinastu árini í Keyp manna­ havn, meðan tað hinvegin verður roknað við, at sushi­ barrirnar innan langt um ­ líður verða oman fyri eitt­ hundrað í tali, sigur Johann­ es Jensen. Vónin er at gera nýggju Etika sushibarrina til eitt trendy stað, eitt japankst in ­ spi rerað spisehus við góð­ um føroyskum rávørum, sum øll eru vælkomin at vitja. Á stroynum við Kongens Nytorv Sum nevnt tóku føroy­ ingarnir av, tá Grillbar fór av knóranum, og tað var ikki minst »beligginheitin«, ið var avgerandi. – Talan er um eitt ógvuliga attraktivt stað í Keypmannahavn. etika ligg ur á Ny Østergade 70 metrar frá Stroynum beint við Kongens Nytorv. Og nýggja etika fer at liggja mitt ímillum kendu kaféir­ nar, Café Victor og Café Zeze. Tað er í hesari gøtuni, at teir dýraru handlarnir liggja og flottu bilarnir standa parkeraðir. Hølini hava pláss fyri hundrað sitandi gestum, og framman fyri er ein stór terassa. Vit ætla eisini at krydra um ­ hvørvið við føroyskari list og tónleiki, umframt at fiskur verður seldur útvið sum take away, sigur Jo ­ hann es Jensen. Miðað verður ímóti ein um kundaskara av dønum og útlendingum, sum ferð ast í miðbýnum í danska høv­ uðsstaðnum, og talan verður um eitt stað, har flest øll kunnu koma, og ikki eitt stað, har bara stóri penga­ pungurin er avgerandi. – Øll skulu vera vælkom­ in, og vónandi koma eisini føroyingar inn á nýggja etika í Keypmannahavn, sigur Johannes Jensen. Kendur kokkur Tað eru ikki bert stjórin á Hotel Føroyum, Johannes Jensen, og hinir báðir íleggj ararnir, ið trúgva upp á nýggju sushibarrina í Ny Østergade. Dagligi leiðarin er ikki hvør sum helst. – Vit hava fingið kenda japanska sushi kokkin, Jens Rahbek, sum kokk og dag­ ligan leiðara á etika í Keyp­ mannahavn. Jens Rahbek trýr so nógv upp á okkara konsept, at hann letur sína egnu matstovu aftur, fyri at kasta seg fult og heilt yvir okkara sushibarr, sigur Johannes Jensen. Jens Rahbek er kendur sum stovnarin av sushi ket­ uni Sticks´N´Sushi, eins og hann stovnaði matstovuna Ebisu í Custom House. Men hann vendir hesum baki, fyri at samla seg um spennandi sushibarrina Etika í Ny Østergade. – Í løtuni eru Johannes Jensen og Jens Rahbek í holt við at finna starvsfólk til etika í Keypmannahavn, og leitað verður eftir teim­ um dugnaligastu í vinnuni. Vit hava longu nú sett nøkur Føroysk sushibarr í hjartanum á Troyttir av tjóvum Norðmenn eru vorðnir so troyttir av tjóvum úr Eystur­ evropa, at teir ætla at kanna, um tað ber til at hava teir tiknu sitandi í varðhaldinum, til teir kunnu vísast av landinum. Norska tíðindastovan NTB skrivar, at tað eru serliga rusmenskir tjóvar, sum gera um seg. Fyrr vóru tað yvirhøvur póllendingar og litavar. Tøl hjá løgregluni vísa, at í 2006 vóru rumenar uppi í 340 stuldrum, men at talið higartil í ár er 1.580. Norsku myndugleikarnir hava tosað við teir rumensku myndug leikarnar um málið, og sambært NTB er rumenska stjórnin sera vónsvikin av sínum landsmonnum. Tveittu 3000 tons útaftur Eins og aðrastaðni hava íslendingar leingi kjakast um, hvussu nógvur fiskur verður blakaður aftur í havið, og nú hava vteir so fingið nøkur tøl at halda seg til. Ein kanning, sum Havrannsóknarstovan og Fiskifélagið hava gjørt, kom til ta niðurstøðu, at í fjør blakaðu íslendskir fiskimenn 1.090 tons av toski og 1.935 tons av hýsu útaftur. Samstundis verður mett, at árini frá 2001 til 2008 vórðu 5,9 milliónir fiskar blakaðir aftur í havið, og tað talið umfatar bara tosk og hýsu. Íslendska kanningin vísir, at tað er serliga undirmálsfiskur, sum fiskimenn blaka útaftur. Tað er her í Ny Østergade, at etika A/S fer at lata upp sushibarr 1. februar 2010 Gjøgnumførda konseptið á Áarvegnum verður brúkt víðari, nú nýggj føroysk sushi matstova letur upp í Keypmannahavn Mynd: Niels Arge Galan