fríggjadagur 30. oktober 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 208 · 30. oktober 2009
18
VIKUSKIFTI
Tómur bindiklubbur
Góða Rigmor
Eg havi í nógv ár verið í einum bindiklubbi, sum eg havi
verið glað fyri. Men seinastu tíðina er tað sum um, at eg
ikki hoyri til har longur. Fyri nøkrum árum síðani fór eg
undir útbúgving og hetta hevur sjálvandi broytt og ment
meg nógv. Samstundis kenni eg tað sum um, at hinar,
sum eg havi kent frá barnsbeini, hava »staðið í stað«.
Knappliga sigur tað mær slett onki at tosa um tað, sum
vit altíð hava gjørt, so sum barnauppaling, fødslar,
innrætting, handarbeiði, parlag og sjálvandi eitt sindur
av slatri eisini. Eg kenni meg tóma og kedda, tá eg komi
heim, tí eg eri góð við vinkonurnar í bindiklubbanum og
ynski ikki at missa tær. Men eg kundi hugsað mær, at
vit tosaðu um okkurt, sum hevði eitt lítið sindur meira
upp á seg, til dømis politikk, vinnulív, etik, bøkur og
annað, sum stingur eitt sindur djúpari. Men eg veit, at
tær tíma ikki at tosa um slíkt. Hvat heldur tú, at eg skal
gera?
Heilsan hin ørkymlaða
Góða ørkymlaða
Tað er vanligt, at fólk, sum taka eina bókliga útbúgving,
brádliga kenna seg fremmandagjørd í heimliga
umhvørvinum, um útbúgving ikki er so vanlig har.
Hetta krevur nakað serligt av báðum pørtum, sum í
veruleikanum ongantíð fara at skilja hvønn til fulnar
aftur. Men harvið er ikki sagt, at kærleikin er burtur.
Sum tú sjálv sigur, so tíma vinkonurnar ikki at tosa
um tað, sum tú kundi hugsað tær. Men tú vilt heldur
ikki missa tær. Eg haldi, at tú skalt halda fram í
bindiklubbanum sum higartil, men royna at góðtaka
vinkonurnar, sum tær eru, uttan at vænta meira av
teimum, enn tær kunnu bjóða. Tað er tú, sum hevur valt
at »fara víðari«, og tað skulu tær ikki svíða fyri.
Um somu tíð er eisini umráðandi, at tú roynir at
byggja tær eitt annað netverk, sum kann nøkta tørvin
á tí, sum tú rópar djúpari evnum. Til dømis í einum
lesiringi, politiskum felagsskapi, kvinnufelag, kvøldskúla
ella í einum fakligum netverki. Hav antennurnar úti og
bjóða fólki, sum tær líkar, inn í títt lív.
Góða eydnu við netverkinum
v. rigmor
Omma og abbi við yvirskoti
Hey Rigmor
Vit eru eitt par í 60'unum við nógvari tíð og yvirskoti.
Børnini og ommubørnini búgva uttanlands, so tey fáa
tíverri lítla gleði av okkum í gerandisdegnum. Men
kanska onkur onnur barnafamilja kundi hugsast at vilja
hava eitt eyka sett av ommu og abba? Vit búgva tætt
við ein dagstovn og síggja hvønn dag foreldur avlevera
børnini tíðliga á morgni og koma eftir teimum seint
seinnapart. Tey virka so troytt og strongd, og vit ímynda
okkum, at børnini høvdu havt gott av at verið heintað
tíðliga onkrar dagar, og bara verið saman við ommu og
abba í frið og náðum í nakrar tímar.
Vinaliga omman og abbin
Góðu omman og abbin
Seinastu árini eru nógvar ungar familjur fluttar til
meginøkið, har tær hava ikki sama netverkið, sum í
heimbygdini. Tær eru nógv einsamallar og børnini hava
lítið samband aðrar familjulimir enn foreldrini.
Í grannalondum okkara er tað vanligt við eyka
ommum og abbum, sum kunnu taka eina hond við, tá
tørvur er á tí. Tað almenna umsitur skipanir, har til ber
at søkja um »reserve-bedste«. Tað ber eisini til at finna
saman privat til dømis við at seta eina lýsing í bløðini.
Fyri mítt egna viðkomandi hevði eg verið tryggari,
um formiðlingin fór fram umvegis Almannastovuna
ella Barnaverndarstovuna, sum kundi tryggjað, at
viðurskiftini heima hjá ommuni/abbanum vóru í lagi. At
koma í samband við hesar stovnar nýtist ikki at merkja,
at ein er »sosialur tapari«.
Ongin ivi er um, at nógv børn kunnu fáa gagn av
eyka ommu/abba, sum hava tíð og orku at vera um
tey: at heinta tíðliga onkrar dagar, ganga ein túr, práta
saman, fáa ein drekkamunn, fara á bókasavnið, fortelja
søgur og annað, sum foreldrini ikki hava yvirskot til í
einum hektiskum gerandisdegi.
Eisini kundi ein slík skipan bøtt um trivnaðin hjá
foreldrunum, um børnini av og á kundu verið ansað, so
foreldrini fingu tíð til hvørt annað.
Ein win win situation fyri allar partar.
v. rigmor
Lærarahapping í
fleiri ættarlið
Hey Rigmor
Vit eru eitt foreldrapar, sum hava stórar trupulleikar
av einum eldri lærara í flokkinum, har 12 ára gamli
sonurin gongur. Í seinastuni er hann vorðin rættiliga
stillur, nervøsur og innisælur. Hann kemur heim úr
skúla hvønn dag, og vil helst vera saman við okkum,
ommu og abba sínum ella systkjunum. Vit vita, at
børnini í flokkinum eru góð við hann, og higartil hava
vit ikki skilt, hví hann ikki trívist so væl. Nú eru vit
komin fram á, at hesin eini lærarin hevur fragd av at
arga og pressa drongin, til dømis við at noyða hann at
lesa hart, hóast hann ikki torir. Hetta vita vit frá øðrum
børnum í flokkinum, sum hava ilt av tí. Og nú hevur
sonurin eisini váttað, at lærarin er ein pláguond. Vit
kenna læraran frá egnari skúlatíð og vita, at hann kann
vera eitt øgiligt beist øll árini. Hann er eisini javnan
samrøðuevni millum fólk. Tað hava vit tó ikki fortalt
soninum. Nú er spurningurin bara, hvat vit skulu gera
fyri at steðga læraranum, sum í fleiri ættarlið hevur
forpestað skúlagongdini hjá børnum her á staðnum.
Heilsan Joensens
Góðu tit
Tá eg lesi tykkara bræv, hugsi eg um Pelle Erobreren
hjá Martin Andersen Nexø, har pápin lovar soninum, at
hann skal smyrja dreingirnir av, sum arga Pelle. Men tá
samanum kemur torir hann ikki, og fer krúpandi sum
ein hundur undan argapisunum. Og Pelle verður so
vónbrotin av pápanum, sum ikki stóð upp fyri sær, tá
tað galt.
Tað ljóðar ikki, sum um, at nakar stóð upp fyri
tykkum, tá tit vóru børn. Tí vita tit kanska heldur
ikki, hvussu týdningarmikið tað er at standa upp fyri
børnunum, tá tey eru fyri órætti. Eru tit sannførd um,
at hesin lærarin er trupulleikin, skulu tit innkallað
skúlaleiðsluna til fund, har tit og lærarin eisini eru
til staðar. Og tit skulu gera tað púra greitt, at tit ikki
góðtaka, at lærarin plágar sonin í skúlanum. Hjálpir tað
ikki, mugu tit venda tykkum til landsmyndugleikarnar,
sum so mugu taka málið upp saman við skúlaleiðsluni.
v. rigmor
Tríbarnamamma, kona, lærari, journalistur og redaktørur á
lívsstílsblaðnum Rákið svarar spurningum til brævkassan
SpyrSt So livSt
Redaktiónin loyvir sær
at velja og vraka millum
innsendu spurningarnar
Hevur tú brúk fyri einum góðum ráði,
so send spurningin til:
Sosialurin
SpyrSt So livSt
postboks 76
Fo-100 tórshavn
ella teldupost til rigmor@sosialurin.fo
RigmoR Dam
– Soleiðis ljóðar ein fyrispurningur til Máltænastuna. Spurt
verður, hví og nær tað er blivið ‘føroyskari’ at siga ‘taka yvir’
enn ‘yvirtaka’. Talan var um, at onkur kommuna skuldi »taka
yvir« onkran skúla.
Hetta er torført at svara upp á, tí føroysk málstýring fungerar
í tí fjalda, í loyndum. Onkur málstýrari hevur funnið út av, at
vit ikki eiga at gera eitt ávíst slag av samansettum sagnorðum.
Vit skulu t.d. ikki siga ‘útbúgva’, bara ‘búgva út’. Tað sama er
við ‘útgeva’ og líknandi orðum. Men málið er ikki mekanikkur.
Tað er púra natúrligt føroyskt at siga, at »tingformaðurin
mátti útseta málið til næsta dag«. Hevði hann her sagt ‘seta
út’, so hevði hann tosað sum útlendingur ella havt okkurt
heilt annað í tonkunum: ‘seta út’ í týdninginum ‘seta óynskt
barn út’ – t.e. beina fyri tí. Og sleppa okkara skiparar ikki
longur at seta út í kortið, so mugu vit siga, at mark má vera
fyri, hvat málfútar loyva sær at útseta okkum fyri.
Av tí at tað ikki ber til at spyrja ta loyniligu málstjórnina,
mugu vit gita. Orsøkin til, at ‘yvirtaka’ verður vrakað kann
vera tann, at ‘yvirtaka’ líkist tí danska ‘overtage’ (týskt:
übernehmen). Lesarin undrast kanska, men so einføld er
»føroysk málrøkt«.
Nógv onnur dømir kunnu nevnast. Tað er ikki tað sama ‘at
avtaka’ og ‘taka av’. Samansetingarnar eru eisini ríkandi fyri
málið. Øll vita, hvat tað er at ‘kenna til’ (alkoholiskt), men
siga vit, at hann tilkendi onkrum okkurt, so eru vit hjá einari
juridiskari nuancu: dómari dømdi einum persóni okkurt til.
Soleiðis kundu vit fortsett í tað óendaliga við dømum um
málsins ríkidømi av snildisliga samansettum sagnorðum,
men einki bítur á teimum, sum hava yvirtikið málið, og
journalisturin og lærarin eru ofta í teirri syndarligu støðu,
at teir geva yvir skarvin.
(MT)
Nær er ‘yvirtaka’ blivið óføroyskt?
verða
komm
føroysk
ð
punktum
Málstrikan
MÁLFELAGIÐ
ð