fríggjadagur 30. oktober 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 208 - 30. oktober 2009
19
fólk í starv, og talan er um
fólk úr eitt nú Japan, Italia,
Pólandi, Danmark og Før
oy um, sigur Johannes Jen
sen.
...then We take Berlin
Stjórin í Etika A/S dylur
ikki fyri, at hansara dreymir
og langtíðar mál røkka
long ur enn til eina sushibarr
í mest attraktiva økinum í
Keypmannahavn.
– Nú fara vit undir hesa
sushibarrina í Keypmanna
havn, og vit vóna, at vit
kunnu gera føroyskar rá
vørur trendy hjá dønum og
øðrum, sum fara at vitja
okkum. Vit vilja fegin verða
stolt av føroysku rávørunum,
ikki bert fiskinum, men
eisini teirri list og tí tónleiki,
ið ætlanin er at húsa í høl
unum, sigur Johannes Jen
sen.
Ein viðspælari í samlaða
konseptinum er snið gev
arafyritøkan, Guðrun &
Guð run.
– Búnarnir, sum starvs
fólkið skal arbeiða í, verða
sniðgivnir av Guðrun &
Guðrun, og teirra arbeiði
verð ur eisini sjónligt hjá
Etika í Keypmannahavn,
sigur Johannes Jensen.
Men tað er framvegis
dreym urin hjá stjóranum, at
lata upp etika sushimatstovur
aðrastaðni enn á Áarvegnum
og í Ny Østergade.
– Vónandi verður tað so
leiðis, at vit um eini tvey ár
kunnu taka eitt fet víðari og
lata eitt Etika “spisehus” av
hesum
slagnum
upp
í
Berlin. Men avgjørda málið
uppá sikt er at lata eina
Etika matstovu upp í Tokyo,
helst saman við veitarum
av øðrum føroyskum úr
drátt um og list, sum kunnu
verða synergieffektir hjá
etika konseptinum.
Men fyribils letur Etika
so upp í sjálvum gulløkinum
í Keypmannahavn á mest
attraktivu adressuni í »den
indre by«.
– Vit halda, at henda sera
góða plaseringin er sum
skapt til tær fínu føroysku
rávørurnar, tær hoyra heima
her, sigur Johannes Jensen,
stjóri í Etika.
Nýggja matstovan letur
hurðarnar upp fyri kundun
um 1. februar 2010.
Keypmannahavn
147 prosent vøkstur í
arbeiðsloysi
Í juni 2008 vóru 45.900 danir arbeiðsleysir. Í dag er talið 113.500. Hetta er
ein vøkstur, sum svarar til 147 prosent eftir 1617 mánaðum. Bara í tíðar
skeiðnum frá august til september í ár – ella í ein mánaða vaks arbeiðs loysi í
Danmark við 9.200 fólkum. Tað er Danmarks Statistik, sum kemur við hesum
tølum. Fakfelagið LO heldur, at talið av arbeiðsleysum er vaksið skjótari enn
væntað, og tí ynskir felagið, at tað almenna ger fleiri íløgur. Líkt er til, at vit
eisini í 2010 fara at síggja fleiri niðurleggingar av arbeiðs plássum. Hitt
einasta rætta er tí, at tað almenna fremur fleiri íløgur, sum áður eru útsettar
orsaka av høga konjunkturinum, ið var, sigur Jan K. Rasmussen hjá LO.
Bøgøta 5, 100 Tórshavn, tel 310088
allan november mánaða
lata vit 25% í avsláttri
av øllum brillustellum
Tað verður rávøra úr
norðuratlantshavi, fyrst
og fremst Føroyum, sum
borðreitt verður við á etika í
Keypmannahavn
Mynd: Jens Kristian Vang